mánadagur 30. januar 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13
Vilmund Jacobsen
Nú sæst av álvara fram
ímóti, at fyrsta skotið fyri
Eystur oyartunlinum verður
latið av. Verkætlaninar við
Eysturoyar- og Sandoyar-
tunlum er ikki longur bert
nakrar strikur ella tøl á
einum pappíri. Nú er veru-
ligur álvari aftan fyri hesa
samlaðu risaverkætlan, ið er
hin nógv størsta í føroyskari
samferðslu yvirhøvur.
Seint leygarkvøldið kom
farmaskipið
Eystnes
hjá
Smyril Line á Runavík við
stórum maskinum og øðrum,
sum skal brúkast í tunn ils-
verkætlanini.
Sosialurin var ein túr eftir
bryggjuni í Runavík, eftir at
Eystnes hevði lagt at. Portrið
á farmaskipinum stóð opið,
og her sást, at dekkið var
fult av stórum maskinum og
útgerð.
Sambært NCC hevði Eyst-
nes, sum kom úr Drammen
í
Noregi,
tilsamans
700
tons av útgerð umborð, og
herímillum var eisini bori út-
gerð og goymsla til spreingi-
evni.
Uppi á dekkinum stóðu
bingjur, sum skulu setast
upp til bústaðir hjá arbeiðs-
fólk, sum skulu verða við í
tunnilsverkætlanini.
NCC sigur, at eitt farma-
skip aftrat fer úr Noregi um
ein mánaða ella so, og tað
skipið fer at hava júst somu
útgerð og somu nøgd við til
hesa verkætlan.
Borað verður í báðum
endunum - á Strondum og á
Hvítanesi, og soleiðis verður
júst sama útgerð á Hvítanesi,
sum nú skal yvir á Strendur.
NCC
hevur
drúgvar
roynd ir í stórum verkætlan-
um, sum Eysturoyartunnilin
og Sandoyartunnilin eru, og
tað var eisini NCC, sum bygdi
bæði Vágatunnilin og Norð-
oyatunnilin.
– Fleiri av lyklaper sónun-
um, sum vóru við í teimum
báðum teimum fyrru tunn-
ilsverkætlanunum,
verða
eisini við í verkætlanini at
byggja
Eysturoyartunnilin
og Sandoyartunnilin, sigur
Rune Vik, leiðari fyri Maskin
& Materiell hjá NCC.
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru bara fýra
línuskip til fiskiskap undir
Føroyum, men væntandi
er, at fleiri fara út aftur teir
næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at tvey ella
møguliga trý línuskip koma
inn at landa í dag. Skipini
hava mest av toski og hýsu
og so nakað av longu og
brosmu.
- Eitt línuskip, sum er á
djúpum vatni og fær mest
av longu og brosmu, kemur
neyvan inn at landa fyrr
enn í næstu viku.
Herfyri landaði ísfiska-
línuskipið Váðasteinur á
Toft um. Váðasteinur er
einasta ísfiskalínuskip á
Flemish Kap í ár, og teir eru
farnir nýggjan túr á Flem-
ish Kap.
Tey fimm frystilínu-
skipini, sum eru á Flemish
Kap, eru antin til fiskiskap
- ella eru ávegis aftur til
fiskiskap eftir at hava verið
inni har yviri og landað.
Útlitini til útróður hesa
vikuna eru ikki tey bestu.
Streymurin er harður, men
linkar nakað, sum vikan
gongur.
– Veðrið verður eisini
umskiftandi, og tí verður
ikki roknað við so nógvum
útróðri hesa vikuna, vita
tey á Fiskamarknaði Før-
oya at siga.
Væntandi koma tvey ella trý
línuskip í dag, og væntandi
loysa fleiri og fara útaftur
Sunnudagin varð
hátíðarhildið, at 90 ár eru
liðin, síðan Selatraðar kirkja
varð tikin í nýtslu. Tað var
Andreas Weihe, sum tók stig til
at byggja kirkjuna. Steingrím
Winther teknaði, Emil Olsen
og John Johannesen stoyptu,
og Verkstaðið Sámal Ellefsen
og Heini Joensen smíðaðu.
Alskins
føroyskur
matur á
Tvøroyri
Tá tey á Tvøroyri fara at
skipa fyri “vetrarkvøldi”
á Seglloftinum
leygarkvøldið 4. februar
klokkan 19, verður nógv
á skránni. Tvøráfólk
vilja seta trivnaðin
í hásæti, og tey ætla
í vetur við jøvnum
millumbilum at skipa
fyri mentanarkvøldum.
Skráin fyri hetta
kvøldið á Seglloftinum
er fjølbroytt, og reyði
tráðurin er “føroyskt”.
Tey hava fingið
navnframa, Hanus G.
Johansen, at koma suður
at syngja nøkur løg.
Hanus er fólkaogn, og
hann er eitt nú kendur
fyri sínar framúrskarandi
tulkingar av yrkingunum
hjá hargaskaldinum,
Pól F. Joensen.
Herfyri var Dánjal
Norðberg úr Hvalba “við
Tórði á túr”, og hóast
91 ára gamal, minnist
hann ótrúliga væl.
Dánjal fer á kvøldinum at
fortelja um tíðina, tá hann
stóð í skræddaralæru á
Tvøroyri. Hann fer eisini
at fortelja um enska
flogfarið, sum datt niður
á sinni í Suðuroynni.
Dánjal var ein av teimum
fyrstu á staðnum.
Á kvøldinum verður
høvi at heilsa upp
á Pólu og Armgarð,
sum sita og veva á
loftinum í Pakkhúsi 4.
Eisini verða tveir
bindiklubbar til staðar,
eins og Sigrun Albinus,
sum eigur og rekur
Gestabúðina, fer at sýna
fram ymiskt handaligt.
Umframt alt
undirhaldið, sum
verður á Seglloftinum
leygarkvøldið 4.
februar, verður maturin
eisini framúr.
Á Tvøroyri hava tey
nevniliga gjørt sítt
besta fyri at savna
saman so nógvan og
ymiskan føroyskan
mat sum gjørligt.
Her verður eitt nú kalvi,
speril, turt tvøst, spik,
lippur, svartkjaftur,
lodna, skerpikjøt, hara,
krabbi, ræstur fiskur,
garnatálg og mangt,
mangt annað - og eisini
verður høvi at royna
smakkiroyndir hjá Dism.
vilmund@sosialur
Línuskip
landa í dag
- Fleiri av lyklapersónunum, sum vóru við til at byggja
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, verða við aftur, nú
farið verður undir at byggja Eysturoyartunnilin, sigur
Rune Vik, leiðari fyri Maskin & Materiell hjá NCC.
Nú er tað ikki bara
ein dreymur meira
Ætlaða tiltakið í
Vágum um rúsevna- og
rúsdrekkatrupulleikar í
oynni, verður ikki seinast
í januar sum ætlað, men
24. og 25. apríl
Frálíku myndina, har Klakkur og Ågot møtast á
Grand Bank, hevur Pól Eyðfinn Poulsen tikið
Leygarkvøldið kom farmaskipið Eystnes á Runavík við 700 tonsum av
maskinum og ymiskari útgerð til stóru tunnilsverkætlanina
Mynd: Ian D. Jacobsen