Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Fótbóltssamband Føroyar skal nú hava nakrar nýggjar lim­ir í starvsnevndina. Stað­ ið, har formaðurin, næst­ for­m­að­ur­in og fimm menn aftr­at teimum sita og taka av­gerð­ir um føroyska fót­ bólts­heim­in. Herfyri varð avgjørt, at starvs­nevnd­in skuldi velja eina kvinnu í nevndina og hon skuldi veljast uttan um van­ligu demokratisku manna­gongd­ina sum er, at fe­løg­ini velja limirnir í starvs­nevnd­ini. Fyri døgum síðani var 27 ára gamla Heidi Lava El­ geirs­dóttir ein hugagóð kvinna, sum eftir fleiri ár í fótbóltsins tænastu ætlaði at bjóða seg fram har, sum av­gerð­irnar verða tiknar. Men eftir hennara fráboðan um, at hon ætlaði at stilla upp, fekk hon boð um, at tað slapp hon ikki. Hetta tí, at Havnafeløgini eiga ikki tørn hesaferð. Tað er fyrst um tvey ár, at eitt umboð fyri Havnaøkið skal veljast og skal hon vera valevni tá, so skal hon koppa sitandi nevnd­arlimi fyri hetta økið. Tað er fallið Heidi Lava El­ geirs­dóttir fyri brósti, at tað skal vera so trupult at bjóða seg fram til sambandi, sum stýrir føroyskum fótbólti. – Tað er ikki bara bara at sleppa framat í FSF. Í regl­ un­um hjá FSF stendur, at tú skalt vera undir 70 ár, hava ver­ið aktivur í fótbólti og í minsta lagi eitt felag skal stilla teg upp. Men veruleikin er ein annar. Tí í dag er tað so, at feløgini hava gjørt av­ tal­ur sína millum um, at tey ym­isku feløgini skiftast um at stilla limir upp. Hetta so, at alt landið verður javnt um­boð­að í starvsnevndini. Trup­ul­leikin er bara, at tað verð­ur at kalla vónleyst at fáa nýtt blóð inn í nevndina. Ert tú fyrst valdur, so verður tú sitandi og harvið er pláss­ið upptikið, sigur Heidi Lava El­geirs­dóttir. Diskriminerandi Síðani Heidi fekk boð um, at hon ikki slapp at bjóða seg fram, hevur hon eisini spurt seg fyri um, hvat hesin nógv um­røddi kvinnuposturin er fyri nakað. – Mín spurningur er, hvat enda­málið er við hesum sessi, sigur Heidi Lava El­ geirs­dóttir og heldur fram. – Merkir tað, at tann eina, ódemokratiskt valda kvinn­ an í starvsnevndini, skal taka sær av kvinnufótbólti? Hev­ ur hon atkvøðurætt, eft­ir­ sum hon er tann áttandi lim­ ur­in í nevndini, spyr Heidi Lava Elgeirsdóttir. Eftir hennara fatan er støð­an soleiðis, at tá ið at kalla eingin kapping er um ses­s­ir­nar í starvsnevndini í FSF, ja so fær tað tí natúrligu av­leið­ingina, at fólk ikki kýta seg fyri at varðveita sess­ir­ nar. – Vit vita, at kapping er sunn fyri eitt hvørt felag, fyri­tøku ella hvat tað skal vera. Er eingin kapping, so eru heldur eingi krøv fyri, hvat tú skalt gera við tín­um sessi, sigur Heidi Lava El­ geirs­dóttir. Fyri hana er kvinnu­sess­ urin eisini ein løgin stavnur, sum hon ikki hevur allar størst­an áhugan í. – Eg skilji illa poengið við, at marka ein sess til kvinnur. Vit síggja í feløgum kring land­ið, at tá ið kvinnur eru við, so standa tær fyri tí “kvinnu­liga” í felagnum og kvinnu­fót­bólt­in­um. Tað er ikki altíð so, men ofta síggja vit júst tað. Og so sleppa menn­in­ir frá at hugsa um tað, sigur Heidi Lava El­geirs­ dótt­ir og heldur fram. – Hví skal man í heila tik­ ið hava so ógvuslig spjald­ur á fótbóltinum? “Kvinnu­fót­ bóltur” og “fótbóltur” eru bólkingarnar, ístaðin fyri at man sum ítróttur royn­ ir at leggja so fyri, at alt er fótbóltur – sama hvat kyn­ið er, sigur Heidi Lava El­geirs­ dótt­ir. Snýr seg ikki um egnan sess Heidi Lava Elgeirsdóttir ger greitt, at eitt er hennara egni sess­ur, men meira vanda­mik­ ið er, at einki nýtt blóð slepp­ ur framat. – Hví letur man ikki dyrn­ ar upp, so at øll møgulig áhug­að sleppa at bjóða seg fram og kappast um teir týð­ andi sessirnar, spyr Heidi Lava Elgeirsdóttir. Eitt er kvinnuumboðanin í føroyska fótbóltsheiminum, men minst líka áhugavert er, hvussu stendur til hjá ung­um monnum, sum hava áhuga fyri økinum, men ikki sleppa at royna seg. – Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri fólk kring land­ ið, sum brenna fyri fót­bólti og ivaleyst høvdu vilja bjóð­ að seg fram, um tey høvdu møgu­leikan. Men FSF er tí­ verri eitt lukkað land, har man ikki sleppur framat utt­ an víðari, sigur Heidi Lava El­geirs­dóttir. . barbara@sosialurin.fo FSF Fótbóltssambandið – LUKKAÐUR MANN-FÓLKA­ HEIMUR – Eg havi havt nógvar sessir í fótbóltshøpi seinastu árini, men skal eg bjóða meg fram til FSF er tað at kalla vónleyst. Skipanin er ein stirvin mannfólkaheimur, sum ikki letur nýtt blóð koma til, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Heidi Lava El­geirs­dóttir.