mánadagur 30. januar 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
FSF
Christian Andreasen
– FELØGINI EIGA
AVGERÐINA
– Vit vilja fegin hava eina kvinnu í starvsnevndina, tí vit vilja lata eitt sindur meira upp. Men feløgini
avgera suverent, hvussu valið til starvsnevndina verður skipað, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Barbara Holm
Eftir eina langa tilgongd, har
FSF hevur arbeitt við stra
tegi fyri framtíðina, var álit
ið lagt fyri formonnunum
í feløgunum fyri trimum
vikum síðani. Ein liður í
hesum er, at FSF ynskir at
økja prosentsatsin fyri før
oyingar, sum spæla fótbólt,
úr 10 prosentum og upp í
15 prosent. Tað skal millum
annað gerast við at fáa fleiri
kvinnur í føroyskan fót
bólt. Og ein partur av hes
um er, at FSF ynskir at, at
starvsnevndin velur eina
kvinnu í nevndina aftrat
teimum sjey nevndarlimun
um.
– Tað vísir seg at vera
trupult at fáa feløgini at
stilla kvinnur upp, og tí hava
vit valt hetta modellið, sum
UEFA og FIFA eisini brúka,
sigur Christian Andreasen.
Hendan kvinnan, sum
skal sita í starvsnevndini,
skal hava júst sama leiklut,
sum menninir í nevndini.
– Vit hava gjørt tað púra
greitt,
at
tann
kvinnan
skal vera javnsett við hinar
nevndarlimirnar, og viðgera
málini, sum nevndin viðgerð.
Tað verður ikki talan um, at
hon bert skal taka sær av til
dømis kvinnufótbólti, sigur
Christian Andreasen.
Tá ið umræður uppstill
ingina til starvsnevndina í
FSF sigur Christian Andrea
sen, at feløgini hava havt
eitt forstáilsi um, hvussu tey
skipa valini. Ynskja tey tað
øðrvísi, so mugu tey fegin
tað.
– Ein og hvør, sum ynskir
at bjóða seg fram, má fáa eitt
felag til at stilla tey upp. Og
harnæst krevur tað nakað
av lobby arbeiði at sleppa
í ein slíkan sess. Soleiðis er
tað væl altíð. Tað er altíð
ein tilgongd aftanfyri, sigur
Christian Andreasen.
Spurdur um hann heldur
tað er ódemokratiskt sigur
hann, at tað eru feløgini, sum
avgera tað, og so leingi tey
eru nøgd við háttin at stilla
upp, so er tað eitt demokrat
iskt val.
– Tað ber altíð til at
broyta, um feløgini ynskja
tað øðrvísi, sigur hann.
Tá ið umræður ákærur
nar um, at FSF er ein lukk
aður mannfólkaheimur, er
Christian Andreasen part
víst samdur.
– Tað er ein mannfólka
verð. Tað er tað kring allan
heimin. Men vit ynskja at
fáa fleiri kvinnur framat, júst
við at velja eina kvinnu inn í
starvsnevndina, sigur hann.
Eftir ætlan skal tað vera
um tvey ár, at ein kvinna
verður vald í starvsnevndina,
men fyri so vítt ber væl til at
gera tað longu frá 2018.
– Tað skal samtykjast á
aðalfundi, so kunnu vit fyri
so vítt fara í gongd, sigur
Christian Andreasen.
Í 2010 var øll nevndin í
FSF skift út, og síðani hava
fimm nevndarlimir verið
skiftir út í starvsnevndini.
– Tað hevur verið nógv
útskifting seinastu árini, so
heilt lukkað er tað ikki, sigur
Christian Andreasen.