Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UMMÆLI FAMILJAN, SUM Birgir Kruse Familjan, sum ikki riggar, dys­ funktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Ab­strakt og tó einfalt. Frá føroyskum leikum í fjør, boðar Tjóðpallurin nú frá, at tey hava leitað til vøggu­na hjá leiklistini. Til griksku tragediuna Elektra. - Møguliga kunnu vit skilja nútíðina gjøgnum fortíðina, sigur Jenny C. Peter­sen í fororðunum í snøggu prentaðu skránni, sum eisini vísur okkum tor­skildu ættina hjá Elektru og alt tað, sum er farið fram, tá søgan tekur við. Frumsýning var leygar­kvøldið og eg sá leikin sunnu­kvøldið kl 18. Leikararnir og tøknin Leikurin Elektra verður borin í felag av øllum leikar­unum, har tøknin ikki er hin minsti. Høvuðsleikari sum Elektra, ið syrgir dripna páp­an, er Gunnvá Zacharisen, sum er lágmælt, friðarlig og syrgin, hóast hon brennur eftir hevnd. Tá ein løta er farin er ræddarlegan góð, men eftir Hans Tórgarð, sum er fyrstur á pallin, skalt tú kýta teg at hoyra Gunnvá. Ikki minst tá krím hevur rakt landið og fleiri fólk aftan­ fyri meg hostaðu um kapp tann fyrsta hálva tím­an, og tá hostaherindini vóru av, fór ein at opna en pakka við Läckerol og lat hann ganga runt millum vin­fólkini. Nakað sum tá vit eru í biograf og grannin partú skal arbeiða seg á botn í einum popkornkassa. Tá er avbjóðingin stór at resitera stóran skaldskap av palli. Men eftir hesa drúgvu løtu við órógv, funnu eisini áskoðar­ar­nir sítt pláss í ljóðrúminum. Ikki eitt kis, uttan tað, sum sagt varð av pallinum. Hans Tórgarð briljerar við góðu og málrættaðu rødd­ini, hesuferð bæði sum maður og kvinna. Fyrst sum hin hevndarsøkjandi ung­ling­ in Orestes, og síðan sum djevulska mamman Klýtai­meistra, sum var í flottasta bún­anum hjá danska Jan de Neergaard (f.1954). Hann gjørdi eisini ta elegant ein­føldu pallmyndina við gjøg­num­lýstum tóverki, ab­straktum mynstrum og trim­um kassum, ið vóru altar, pallur og trappa, sum saman við ljósinum hjá Turpin N. Djurhuus (f.1979) skaptu ein meditativan rúm­ klang. Í mínum huga vóru hesi bæði høvuðsleikararnir, ljós­ið og pallmyndin. Ljósið tyk­tist mær serstakliga hug­tak­andi tá Beinta Clothier sum kór og frásigari rann aftanfyri tjaldið, elt av einum lítl­um hvøssum profilljósi. Ein meistarlig visualisering. Danski Joachim Hol­bek (f.1957) hevði gjørt ljóð­mynd­irnar og tónleikin, sum Beinta Clothier loftaði sum ein altjóða musicalstjørna. Hon glíður lætt og elegant inn og út úr leiklutunum við upp­settum náttklubbahári og mikrofon í hondini. Hjálmar Dam er bæð faðir­dreparin Aigistos og frá­sigandi tænarin. Í mun til høvuðsleikaran er hann harð­ mæltur og avgjørdur í røddini, sum undirstrikar Elektru og hennara støðu, ið hevur snýs og higst sum áminn­andi ljóðsignatur. Durita Dahl Andreassen er uppofrandi og fyrigevandi syst­ urin Krýsotemis, sum er hin einasti ljóstklæddi leik­arin, ið hon sjálv hevur lýst sum eina Kristusmynd. Og so hevur hon eitt so klass­iskt grikskt andlitsbrá, at eg fái hug at arbeiða við type­casting. Heldur ikki er hon ólík Kristin Scott Thomas, sum er kend fyri júst Elektraleiklutin. Ein tragediu­klassikari er hon, sum eg ofast havi sæð í skemti­leikum. At vera í familju Á heimasíðuni hjá Tjóð­palli­num sigur danski leikstjórin, Kim Dambæk (f.1957), at um vit klára at vera saman við okkara familju, ja, so vita vit eina rúgvu, og eru næstan før fyri at vera saman við hvørjum sum helst í heimi­ num. - Tí vit vita øll, hvussu tað er, at royna at fáa alt at hanga saman í gerandisdegnum, við bæði næru og fjaru familju­na; og hetta er ein part­ur av tí, ið leikurin er um: Familjusambond. Og í Før­oyum vita tit nógv, um at vera tætt knýtt at familjuni, sigur leikstjórin. Elektra er við øðrum orð­um ein gloypibiti hjá øllum teim sjálvbodnu felags­skap­um og professionellu sálar­frøðingum, ið veita illa virkandi familjum eitt við­gerðartilboð. Ikki bara í fjar­um krígsraktum økjum við etniskari reinsan, men eisini okkara millum tá familju­bond av onkrari orsøk eru farin í sor og partarnir vilja møtast aftur. Í somáta er hetta eitt út­ferðar­mál av heilt tera­peut­iskum slag. - Søgan um Elektru, Krýso­temis og Orestes sig­ur frá um afturvendandi hevnd­ar­hugin, ið ikki førir ann­að við sær enn óeydnu og sorg. Allir partar verja sína støðu, men eingin dugir at tosa saman, sigur Kim Dam­bæk í skránni, tá hann undir yvirskriftini ”Mýtur – skapan­ar­søgur, ið gera at vit skilja okkum sjálvi betur” tekur saman um leikin. Framúr marknaðarføring Eins og við Havfrúnni hjá Jóanesi Nielsen í fjør, er tað eydnast framúr væl hjá Allani Dalsgarð undir navni­ num Savna at mark­naðar­føra leikin. Í fjør fann hann uppá at brúka bæði hurðaopini á gamla Meiarí­num út móti Tórsgøtu at seta plakatir í. Nú fer hann eitt stig longur og brúkar vind­eyguni á triðju hædd á gamla Føroya Banka út móti Steina­túni, sum var tað á Picca­dilly Circus í London ella Times Square í New York. Nýskapandi, vakurt og infor­mativt - og sjónligt sum aldri áður. Tragiska familjan Tað er grikski Sofokles (496 f.Kr.-406 f.Kr.), ið hevur skrivað tragediuna um mest trag­isku familju í allari bók­ menta­søguni umleið 420 fyri okkara tíðarrokning. Sofo­kles sigst hava skrivað fleiri enn hundrað aðrar leikir, men bara sjey eru varðveittir. Tveir av teimum eru um Oidipus, og umframt aktuella leik­in Elektra, telja vit eisini Antigone, sum Axel Tórgarð umsetti í 1989 til framførslu í Norðurlandahúsinum. Nú hevur Hans Tórgarð umsett Elektra eftir nýtýðingini hjá írska Frank McGuinness (f.1953), sum kom út í 1997 undir heitinum Sophocles’ Electra. Tá høvdu beiskar hend­ingar úr londum, sum ikki vóru so ógvuliga langt burt­uri frá okkum, fylt miðlarnar við blóðdryppandi myndum og drápuligum søgum í nógv ár. Eftir ummælum at døma, tá leikurin hjá McGuinness varð frumsýndur á Chi­chest­er Festival Theatre hetta sama árið, hevði ser­ liga støðan á Balkan, har grann­ar vóru í etniskum stríði, nógv at týða í fatanini og uppsetingini av klassiska grikska harmleikinum. Leik­urin varð tikin upp aftur á the Old Vic í London í 2014. Og er áhugi at lesa gomul skjøl á netinum hjá Søvn­um Landsins, finst ein hond­skrivaða uppskrift frá N. Lang Nilsen í 1768, sum á titulblaðnum ber heitið Electra, tragedie af Sopho­ cles. Elektra varar 85 minuttir, er uttan steðg og verður sýnd­ur á Tjóðpalli Føroya í mentanargøtuni í Havn hvørt kvøld kl 19:30, leygar­kvøld og sunnukvøld tó kl 18:00. Elektra - eitt útferðarmál av heilt terapeutiskum slag! Fýra stjørnur av fimm Gunnvá Zachariassen í leiklutinum sum Elektra Hans Tórgarð er leiklutinum sum mamman, og sonurin Orestes