Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HITAÐI UPP VIÐ DONSKUM METI Sverri Sandberg Nielsen fer í næstum til EM í inniróðri, og sum liður í fyrireikingunum luttók hann leygardagin í DM, har hann vann gull og setti met triðja árið á rað. Onnur føroysk ítróttarfólk hava eisini vunnið heiðursmerki hetta vikuskiftið. Pætur Albinus BOGASKJÓTING Føroyskir bogaskjúttar hava um vikuskiftið luttikið í Reykjavík International Games, og tað eyd­ naðist føroyingunum at vinna sær trý silvurheiðursmerki við aftur til Føroya. Miriam Haraldsen vann silvur í recorve, meðan Anja Eyðuns­dóttur og Jógvan Niclasen vunnu silvur í compound. FLOGBÓLTUR Oddabrak var í høllini á Giljanesi leygardagin, har oddaliðið Dráttur fekk vitjan av einum nærmastu eltarunum, TB. Dráttur lat tó ongan iva vera um hví júst tær eru á odda í landskappingini – tær vunnu dystin greitt 3-0 eftir settúrslitini 25-19, 25-22, 25-16. Ein annar eltari, KÍF, var á vitjan hjá botnliðnum á Toftum, Ternuni, og har fingu teir greiðan 3-0-sigur við sær umvegis settúrslitini 25-11, 25-16, 25-19. Í gjár vóru tveir dystir. ÍF vann 3-1 á heimavølli ímóti Mjølnir, meðan SÍ vann 3-2 heima ímóti Fleyr. Har endaði avgerandi settið heili 15-4 til SÍ. Dráttur, sum framvegis hevur ein dyst til góðar, er oddalið við tveimum stigum frammanfyri KÍF og fimm frammanfyri TB. INNIRÓÐUR Sverri Sandberg Nielsen gjørdist leygardagin danmarksmeistari á 2.000m-teininum í tungvekt triðja árið á rað. Og ikki nokk við tí – hann setti eisini danska metið triðja árið á rað. Alt hetta hóast hann brúkti DM sum upphiting til EM næsta leygardag. Tíðin hjá honum var 5:49.20, sum tó ikki er eins góð sum hann áður hevur róð undir venjing, avdúkaði hann í samrøðu við TV2 eftir róðurin. - Jú meira eg seti á, jú meira flytur báturin seg, so tað er altíð gott at hava okkurt eyka í viðførinum. Tað skal tó eisini teknikkur til. Eg kann seta so nógv á sum eg vil, men um eg ikki havi bátin við mær, so er tað líkamikið. Hetta er eitt fet á vegnum, segði Sverri, sum annars mest tekst við at rógva í einmansbáti úti á vatninum, har hann í fjør var minni enn eitt sekund frá at rógva seg til OL í Rio. Talan var um eina føroyska innrás til DM í inniróðri. Havnar Róðrarfelag og Róðrarsamband Føroya høvdu sent fleiri ungar rógvarar til kappingina, og tey í hópinum komu als ikki tómhent heimaftur til Føroya. Fimm heið­ urs­merki og eitt 4. pláss bleiv tað til. Unnur Wenningsted á Tórgarði vann sannførandi gull í aldurs­ bólkinum 13 ár, og í aldursbólkinum 14 ár vann Lea Tróndheim Johan­ sen gull og Kristiannu Skarp­ heðinsdóttir silvur. Bara ein metur skilti tær báðar í hesi kappingini, har kappast verður um at rógva longst upp á eina ásetta tíð. Nikoba H. í Gong vann silvur í aldurs­ bólkinum gentur 15 ár, meðan Jannik K. Dalfoss vann bronsu í aldursbólkinum dreingir 14 ár. Komandi leygardag luttaka fleiri føroyingar í EM-inniróðri í París. SVIMJING Reykjavík International hevur ver­ ið um vikuskiftið, har hópin av svimjarum hava luttikið og vunnið heiðursmerkir. Fyrsta kvøldið, sum var fríggjakvøldið, vóru serliga nógv heiðursmerki í yngra bólki­ nunum. Rebekka Trygvadóttir úr Ægir vann gull í 50m bringu við tíðini 36.58, har Petra A. Nielsen úr Suðuroyar Svimjifelag eisini fekk silvur við tíðini 38.41. Í 400 m blandað fekk Rebekka Trygvadóttir úr Ægir gull vði tíðini 5:37.96, meðan Sára R. Nysted, sum luttók í eldra bólkinum, somuleiðis fekk gull á sama teini við tíðini 4:59.90. Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimji­ felag vann gull í 50m frí við tíðini 28.88. Hon fekk eisini silvur í 800m frí við tíðini 9:42.24, har Sára R. Nysted vann gull í eldra bólkinum við tíðini 9:18.19. Annar dagur í RIG byrjaði væl. Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag vann tvær gull, í 100m rygg og 200m frí, meðan Rebekka Trygvadóttir úr Ægir fekk gull í 200m bringu, har Petra A. Nielsen fekk bronsuna. Rebekka vann eisini silvur í 200m firvald og bronsu í 200m frí. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt met og juniormet í 100m rygg, har hon við tíðini 1:04.25 vann bronsu. Út á dagin og um kvøldið komu fleiri føroysk heiðursmerki. Ásbjørg Hjelm silvur í 50m bringu og bronsu í 200m bringu, Sára R. Nysted silvur í 200m blandað og 200m blandað, Róland Toftum gull í 100m bringu og Jana B. Thomsen bronsu í 100m firvald. Triði kappingardagurin byrj­ aði við opnum finalunum hjá teimum yngru, og her vann Alisa Vestergaard gull í 400m frí, gull í 100m frí og silvur í 200m rygg, meðan Rebekka Trygvadóttir vann gull í 100m bringu. Hjá teimum eldru vann Signhild Joensen silvur í 50m rygg og 200m rygg, Róland Toftum gull í 50m bringu og 200m bringu, Sára R. Nysted gull í 400m frí, Hugin Næs Lave bronsu í 200m blandað, Rókur Trygvason bronsu í 200m bringu, Jana B. Thomsen silvur í 200m firvald og Ásbjørg Hjelm bronsu í 100m bringu. TALV Oddabrak var í landskappingini leygardagin, har Havnar Telving­ arfelag og Sandavágs Talvfelag hittust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Rógvi Egilstoft Nielsen fekk eitt hálvt stig ímóti heimkomna stórmeistara­ num hjá havnamonnum, Helga Dam Ziska. Eisini bróður Rógva, Høgni, fekk javnt ímóti Olaf Berg, men hinar báðar dystirnar vann Havnin. Martin Poulsen vann á Torkili Nielsen og Carl Eli N. Samuelsen vann á Finnbjørn Zachariassen. Soleiðis vann Havnin 3-1 og legði seg fýra stig á odda í landskappingini. Munurin tódnaði tó aftur ímill­ um liðini seinni á degnum, tá ið næsta talvumfarið varð avgreitt. Havnin 1 spældi ímóti Havnin 2, og her vann fyrstaliðið 3-1. Sandavágur gjørdi reint borð og vann 4-0 á Kollafirði, soleiðis at Havnin nú er trý stig frammanfyri Sandavág í 1. deild. Støðan í 1. deild er: 1. Havnin 1 20½, 2. Sandavágur 17½ , 3. Klaksvík 1 14½ , 4. Havnin 2 10 , 5. Kollafjørður, 6. Klaksvík 2 4½. Næsta umfar verður telvað 12. februar. TENNIS Roger Federer vann í gjár sína 18. grand slam-kapping, tá ið hann í einum klassikara ímóti Rafael Nadal vann finaluna í Australian Open við 6-4, 3-6, 6-1, 3-6, 6-3. 35 ára gamli Roger Federer hevur vunnið flestar grand slam-kappingar í søguni, og er nú eisini næstelsti grand slam-vinnarin. 30 ára gamli Rafael Nadal hevur vunnið 14. Kvinnufinaluna vann Serena Williams 6-4, 6-4 ímóti systir sínari, Venus Williams. paturalbinus@sosialurin.fo STUTTSØGD TÍÐINDI Jógvan Niclasen vann silvur í Reykjavík Sverri tykist vera klárur til EM Federer vann sína 18. Grand Slam