Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Eftir níggju dystir og 444 mál er bólkaspælið í Faxe Kondi- kapp­ingini hjá kvinnum av­ greitt. Eftir stendur, at sum væntað, so eru tað fýra tey fremstu liðini í lands­kapp­ ingini, Neistin, Kyndil, VB og VÍF, ið hava spælt seg víðari til avgerandi hálvfinalurnar. Øll hesi liðini, VB undan­ tikið høvdu tryggjað sær sína víðari luttøku undan dystunum, sum blivu spældir hetta vikuskiftið. Vág­bingar høvdu sum krav, at neyðugt var at vinna seinasta bólkaspælsdystin ímóti Stjørnuni. Hetta eydn­ aðist eisini VB so væl og virði­liga, tí á heimavøllinum í Vági vann VB trivaligan sigur áljóðandi 31-23. Eftir úrslitini í bólka­ spælinum verða hálv­ finalurnar í steypa­kapp­ ingini hesar: Neistin spælir ímóti VB, meðan Kyndil og VÍF hittast í hinum hálv­ finalu­num, har liðini hava hvør sín heimadyst. Møgulig høvuðsstaðarfinala Seinastu árini Neistin og Kyndil verið einaráðandi í før­oyskum kvinnuhondbólti. H ø v u ð ss ta ð a r f e l ø g i n i spældu eisini steypa­finalur­ nar í táverandi Coca Cola- kappingini í bæði 2014 og 2015, men í fjør var øðr­vísi. Heldur óvæntað end­aðu neistakvinnur bert nummar tvey í sínum bólki aftan­ fyri StÍF, og hetta gjørdi, at finalumynstrið hjá høvuðs­ staðar­feløgunum varð brot­ ið. Tí sum væntað vunnu kyndils­kvinnur sín bólk, og harvið endaðu toppliðini bæði við at skula spæla hálvfinaludystir sínamillum. Sum tað so ofta er, tá ið Kyndil og Neistin spæla, so gjørdust dystirnir ómetaliga spennandi. Í fjør vunnu neista­kvinnur samanlagdan hálv­finalusigur við einum máli, og seinni vann Neistin eisini steypakappingina 2016 við finalusigri ímóti VÍF. Í ár mugu høvuðs­ staðar­feløgini vera stór­ favorittar at vinna seg í finaluna. Um fyrst verður hugt eftir hálvfinaluni ímill­um Neistan og VB, so hevur týðiligur munur verið ímillum hesi liðini í dystu­num, sum tey hava spælt ímóti hvørjum øðrum í hesum kappingarárinum. Teir tríggjar dystirnar, ið hesi liðini hava spælt, hava neista­kvinnur allar vunnið ruddi­liga. Harafturat er helst størsti profilurin á lið­ num hjá Neistanum, Marjun Danberg, nýliga komin aftur frá skaða, og hetta gevur neistaliðnum eyka brodd í bæði verju og álopi. Tað er tó fyrr sæð, at í steypa­ kappingum kann alt henda, og harvið skal onki skinn seljast, áðrenn bjørnin er skotin. Kyndilskvinnur eru í líknandi støðu sum neista­ kvinnur. Tó hava vest­menn­ ingar áður bitið frá sær og vunnið á Kyndli fyrr í hesum kappingarárinum. Tíð­liga í kappingini eydn­ aðist tað nevniligi VÍF at vinna tveymálssigur í Havn ímóti Kyndli, men tá høvdu vestmenningar eisini Turið Arge Samuelsen á liðnum, sum nú aftur spælir ímóti Kyndli. Hin lands­kapp­ ingar­dysturin ímillum liðini endaði við heili 14 málssigri til Kyndil í dysti í Vestmanna. Eftir nýggjár hevur VÍF fingið leikarar sum Agnas Olsen og Liljuna Djurhuus aftur á liðið. Tískil er talan um eitt sterkari VÍF-lið enn tað, sum er dragnað sera nógv í landskappingini í ár. Men undir øllum um­ støðum fer tað at koma óvart á, um VB ella VÍF megna at vinna sær sæti í steypa­ finaluni í ár. FAVORITTARNIR SLEPPA UNDAN HVØRJUM ØÐRUM Neistin og Kyndil sleppa undan hvørjum øðrum í hálvfinalunum í steypakappingini í ár Neistin-VÍF 32-26 (19-13) Neistin: Eir Berg 6, Brynja Høj 6, Lilja Mohr 4, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 3, Ása Dam á Neystabø 3, Fríða á Dunga 2, Birita Ingolfsdóttir 2, Súsanna P. Nólsoy 1, Barbara N. Johannesen 1 og Gunnfríð P. Nólsoy 1. VÍF: Daniella Joensen 8, Liljan Djurhuus 4, Kathe Frederiksen 4, Randi Virgarsdóttir 4, Agnas Olsen 3, Ema Bezanovic 2 og Brynja Rógvadóttir 1. VB-Stjørnan 31-23 (16-13) VB: Danijela Mistric 8, Maria Halsdóttir Weyhe 6, Helga Kjærbo 5, Gurið Krosslá Augustinussen 5, Christina Holm 3, Rannvá Johannessen 2, Barbara K. Hjelm 1 og Sofía Schrøter 1. Stjørnan: Ella Petersen 5, Sonja Lava Sirdal 5, Jancy Jacobsen 4, Tóra Eliasen 4, Kristina Poulsen 2, Una Váðklett 1, Judith Dam Jacobsen 1 og Mina Sirdal 1. H71-Kyndil 13-31 (6-16) H71: Marita Mortensen 4, Fía Hoydal 3, Durita Toftum Joensen 3, Anna á Steig 2 og Sanna Gunnarstein 1. Kyndil: Bjarta Johansen 7, Turið Arge Samuelsen 5, Bára Krossteig Hansen 3, Súna Krossteig Hansen 3, Anja Eliasen 2, Anja Hammer 2, Birita Mortansdóttir 2, Lea Durhuus 2, Anna Brimnes 2, Eyðleyg Súnadóttir 1, Maja Dragoljubovic 1 og Gudrun Restorff 1. Tað er møguleiki fyri einari endurtøku av finaluni í fjør ímillum Neistan og VÍF, men høvuðsstaðarfeløgini standa sum stórfavorittar HONDBÓLTUR