Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Støðan er 21-21, tá ið Neistin og H71 2 eftir lokið time- out fara út á vøllin at spæla seinasta minuttin í dysti­ num. Frammanundan hevur næstbesta liðið hjá hoy­vík­ ingum skarað framúr og í fleiri førum verið á odda í dystinum ímóti liðnum úr FTZ-deildini. Tá ið spælið verður sett í gongd aftur hava hoy­vík­ ingar tó gjørt ein dýran feil. Ein maður ov nógv er inni á vøllinum, og hetta sektar dómara­parið við einari tveir minuttir útvísing. Framman­ undan hevur H71 2 longu ein mann útvístan, og tískil spæla hoyvíkingar tveir mans í undirtali sein­astu løtuna. Neistamenn gagn­ nýta yvirtalsstøðuna og enda við at vinna 22-21. Mótmæli Útvísingin, ið setur sín dám á dystarendan, vilja hoy­ víkingar tó ikki góðtaka. Eftir forskriftunum hava dómararnir ábyrgd av at telja upp, hvussu nógvir leikarar eiga at vera á vøllinum, tá ið time-out hevur verið. Undir vanligum umstøðum er rætt, at eitt lið fær eina út­vísing fyri at hava ov nógv­ar leikarar á vøllinum, men í hesum førinum meta teir hjá H71 2, at dómararnir eiga ábyrgdina, tá ið steðgur hevur verið og spælið verður sett í gongd aftur. Tískil hevur H71 sent hondbóltssambandinum eitt mótmæli, ið Aganevndin hjá HSF plagar at taka sær av. - Vit hava ikki mótmælt fyri at gera okkum inn á Neistan, men tí at vit meta, at dómararnir ikki vóru góðir leiðarar fyri spæli­num í hasari støðuni. Um til dømis ein áskoðari renn­ur inn á vøllin steðga dómararnir líka spælinum, áðrenn byrjað verður aftur. Áðr­enn spælið verður sett í gongd aftur eiga dómararnir at tryggja sær, at rætta talið av fólki er á vøllinum, sigur Sonni Larsen, venjari hjá H71 2. Sonni Larsen er venjari hjá báðum mansliðunum hjá H71, ið eru í bólki saman, og harafturat er hann eisini venjari hjá kvinnuliðnum hjá hoyvíkingum. Øll hesi liðini hava verið í dysti í viku­skifti­ num, og tískil hevur danski venjarin havt nokk um hendi hetta vikuskiftið. Tað besta, sum hoy­vík­ ingar kunnu fáa burtur­úr mót­mælinum, er ein um­ dystur. Óvist er, nær avgerð verður tikin í málinum. Gekk nógv betur enn væntað Undir øllum umstøðum er hugvekjandi, at eitt eykalið úr 1. deild kann vera so ómeta­liga nær við at taka stig og enntá vinna ímóti einum liði úr FTZ-deildini. H71 2 fór til hálvleiks á odda 11-9, og í seinna hálvleiki vóru hoy­víkingar eisini á odda bæði 15-13 og 17-15, áðrenn tað byrjaði at ganga skeiva vegin ímóti dystarenda. Sonni Larsen vísir eisini á, at útiliðið saktans hevði kunnað farið avstað við sigri­ num. - Vit høvdu sjálvir kunnað avgjørt dystin, men eini fýra- fimm ferðir missa vit bóltin ov lættliga. Eisini brenna vit nakr­ar góðar møguleikar, men samanumtikið var hetta ein góður dystur hjá okkum. Danski H71-venjarin er sum heild ovfarin av, at ungu menninir á næstbesta lið­num kundu veita so dygga mót­støðu til eitt lið í FTZ- deild­ini. - Okkara menn spældu upp til sítt allar besta. Tó gjørdu neistamenn eisini fitt av tekniskum vill­um, ið gjørdu dystin spennandi. Har eigur at vera støðismunur á einum liði úr FTZ-deildini og einum úr 1. deild, men tað var tað ikki í dag. At vit kláraðu at vera so væl við í ein heilan dyst var nógv meira, enn vit høvdu væntað, sigur Sonni Larsen. H71 víðari Leygarkvøldið var tað FTZ-liðið hjá H71, ið var partur av sera spennandi dysti. Í Hoyvíkshøllini tóku hoyvíkingar ímóti KÍF, sum møtti til dyst við sigri í fyrsta dystinum ímóti H71 2 í skjáttuni. Eina løtu líktist tað einum sigri til kollfirðingar, sum vóru á odda 23-21, tá ið bert fýra minuttir vóru eftir. Men síðstu løtuna átti H71, tí fyrst eydnaðist tað heimaliðnum at javna til 23- 23, og í seinasta minuttinum skoraði Dánjal Tórgarð til 24-23 upp á brots­kast. Men seinasta álopið átti útiliðið. Her skeyt Andrias Nielsen á stongina, áðr­enn retururin endaði hjá Rúna Joensen, sum í sein­astu sekundunum fekk sein­asta møguleikan hjá koll­firðingum at vinna eitt stig burturúr stríðnum. Ári Egason Dam í H71-málinum stór­bjargaði tó síðstu KÍF- roynd­ini, og harvið gjørdist málverjin heilt stóra hetjan í Hoyvíkshøllini. H71 vann 24-23. Um úrslitið ímillum Neist­an og H71 2 stendur við, so hevur H71 tryggjað sær víðari luttøku úr bólki 1, með­an KÍF og Neistin hittast til eina sanna finalu um hitt hálv­finalu­plássið í Kollafirði miku­kvøldið. Kyndilsmenn á talvuna Í bólki 2 varð allur spenningur burturbeindur í miðvikuni, tá ið StÍF vann ímóti Team Klaksvík, meðan VÍF vant burturúr Kyndli í høllini á Hálsi mikukvøldið. Hesi úrslitini førdu við sær, at tað longu í miðvikuni gjørdist greitt, at tað verða vestmenningar og strand­ ingar, sum spæla seg til hálv­ finalurnar úr bólki 2. Tískil høvdu Team Klaksvík og Kyndil onki ann­að enn heiður og æru at spæla fyri, tá ið liðini hittust í Klaksvík leygarkvøldið. Dysturin endaði við sigri til kyndils­menn, sum vunnu 29- 23. Sostatt verður tað Team Klaksvík, ið endar stigaleyst og aftast í bólki 2. VÍF og StÍF spæla síðsta bólkaspælsdystin í Vestmanna mikukvøldið. H71 MÓTMÆLIR EFTIR TEPURT TAP Trý lið hava tryggjað sær pláss til hálvfinalurnar hjá monnunum, men ivi verður nú sáddur um eitt úrslit orsakað av mótmæli frá næstbesta liðnum hjá H71, ið gav Neistanum skarpan gang H71-KÍF 24-23 (13-10) H71: Jónas Djurhuus 7, Pætur Thomsen 4, Hilmar Leon Jacobsen 4, Dánjal Tórgarð 4, Peter Krogh 3, Helgi Hoydal 1 og Ári Egason Dam 1. KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 4, Frederik Sørensen 4, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 2, Rógvi Weyhe 2, Ási Dam 2 og Tony Weyhe 1. Team Klaksvík-Kyndil 23-29 (11-18) Team Klaksvík: Finnur Hansson 5, Andrias Ellingsgaard 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Birgir Poulsen 3, Jens Pauli Mohr 2 og Hans Arni B. Thomsen 1. Kyndil: David Edvardsen 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Tróndur Wardum 2, Bjarni Sørensen 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2 og Magnus Durhuus 1. Neistin-H71 2 22-21 (9-11) Neistin: Rói Berg Hansen 6, Teis Horn Rasmussen 6, Christopher L. Moe 5, Herbjørn Lava 4 og Jónsvein Dulavík 1. H71 2: Vilhelm Poulsen 5, Leivur Mortensen 5, Rani Højgaard 4, Poul Símun Niclasen 2, Bergur Ákason 2, Boas Heinesen 1, Hjalte Bachmann 1 og Niklas Hanusarson 1. Neistin vann 22-21, men stendur tað til hoyvíkingar verður hetta úrslitið ikki standandi HONDBÓLTUR