Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HM HONDBÓLTUR – Tað er eingin ivi um, at norska landsliðið í framtíðini verður heilt ótrúliga gott, heldur norskur hondbóltsvenjari í Føroyum, nú eitt ungt norskt landslið skrivaði søgu og púra óvæntað vann HM-silvur. NOREG SKRIVA Pætur Albinus Norska manslandsliðið í hond­bólti skrivaði søgu í gjár, tá ið teir á fyrsta sinni vunnu eitt heiðursmerki í ein­um endaspæli. Teir høvdu ikki so frægt sum spælt seg í enda­spælið, men fingu eitt wild-card og smoygdu sær við tann vegin. Besta úrslit framm­anundan var eitt 6. pláss heilt afturi í 1958, so tað var lítið at siga til, at spenn­ing­urin var ovurstórur ímillum nor­ðmenn, nú landið púr­asta óvæntað hevði spælt seg í HM-finaluna. Í hálvfinaluni stóð annars á gomlum nøglum, tá ið Kroa­ tia við einum brotskasti í evstu løtu kundi tryggja sær finalupláss. Norski mál­verj­in var í vegin, og í longdu leik­ tíð­ini eydnaðist tað Noregi at vinna 28-25. Finalan varð spæld seinna­partin í gjár framm­an­ fyri góðum 20.000 áskoð­ar­ um í risa stóru AccorHotels Arena miðskeiðis í París. Á hin­ari hálvuni stóðu verandi heims­meistararnir og eitt nær­um altvinnandi franskt landslið, sum nú eisini hevði fyrimunin av at vera á heima­vølli. Tað unga norska lands­ lið­ið legði tó líka í og við kvik­um og óttaleysum spæli var Noreg á odda at kalla all­an fyrra hálvleik. Tað kom tó sum vátur vøttur, at Frakland í allarseinasta sek­undi av fyrra hálvleiki legði seg á odda 18-17. Hetta var ein leiðsla, sum Noreg ong­antíð kom seg eftir, og í seinna hálvleiki var gott lív í fronsku stórfavorittunum, sum vunnu finaluna greitt 33-26. Sløsaðu Ein, sum var ógvuliga spent­ ur til finaluna, var 28 ára gamli norðmaðurin, Fred­rik Wollan, ið starvast sum ung­ dóms­venjari hjá VÍF. Hann hevði álit á lands­monn­unum und­an finaluni og helt, at tað kundi lata seg gera at vinna. – Altíð. Men tað kravdi, at Noreg spældi 100% og sín besta landsdyst nakrantíð, sam­stundis sum Frakland ikki heilt skuldi raka dagin, sig­ur Fredrik, sum sá Noreg held­ur óvæntað fara til stroks fyrstu løtuna. – Vit spældu teir út við høgu leikferðini. Fransmenn eru meira til tað kropsliga spæl­ið, heldur ungi nor­mað­ ur­in. – Vit hava tó fyrr í enda­ spælinum, eitt nú hálv­fin­al­ uni, sløsað ímóti endanum av fyrra hálvleiki, og soleiðis var aftur hesaferð. Tá ið Frak­land kemur upp í ferð, so eru teir ringir at steðga, sigur Fred­rik og leggur afturat, at norska liðið má læra at lofta sær sjálvum, tá ið tað gongur illa, men at hetta nokk skal koma so hvørt unga liðið fær fleiri royndir. Ótrúligt lið Tað er nakað sermerkt yvir norska landsliðnum, sum – hóast teir vanliga ikki verða nevndir ímillum favor­itt­ar­ nar – nú hevur vunnið sær HM-silvur. – Liðið er ungt, evnaríkt, hev­ur gott spælskip og eina ótrúliga svongd. Liðið hevur ein góðan venjara, sum hevur skapt hesa menningina hjá lið­num og samstundis skapt ein vinnnarahugburð, har lið­ið ikki óttast at tapa. Teir hava eina trúgv upp á, at teir kunnu vinna hvørjaferð, sig­ ur Frederik Wollan og gevur venj­aranum, Christian Berge, tað mesta av æruni saman við hjálparvenjaranum, Børge Lund, ið burturav tek­ ur sær av verjupartinum. Christian Berge verður í løt­uni settur í samband við venj­ara­starv­ið hjá Flens­ burg-Hande­witt í týsku Bund­es­liguni. Hann hevur ikki havt við­merk­ing­ar um søg­urnar meðan HM-kapp­ ing­in hevur verið í gongd, men í Noregi eru tey nú bang­in fyri, at hann fer at taka av tí lokkandi tilboð­ num og gevast sum norskur lands­liðsvenjari. – Tann leikarin, sum hev­ ur ment seg mest ígjøgn­ um kappingina, má vera Torbjørn Bergerud (mál­ verjin, red.). Annars hava fleiri verið góðir, eitt nú Sander Sagosen, Kent Robin Tønne­sen og Eivind Tangen. Bjarte Myrhol hevur eisini ver­ið sum ein klettur, heldur Fred­rik. Norska liðið er ungt, og ein av profilunum, 21 ára gamla risa talentið, Sander Sago­sen, skiftir í summar til PSG, har hann gerst liðfelagi hjá eitt nú Nikola Karabatic og Mikkel Hansen. – Tað er eingin ivi um, at norska landsliðið í framtíðini verð­ur heilt ótrúliga gott, met­ir Fredrik. Trívist væl Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Fredrik Wollan í før­oysk­ um hondbólti. Hann býr í Vestmanna, har hann brúk­ ar nógvar tímar í høll­ini sum ungdómsvenjari og hjál­par­ venj­ari hjá Geir Wardum á besta kvinnu­lið­num. Fredrik kemur úr Narvik har norðuri í Noregi, og hann sigur seg trívast væl í Før­oy­ um. – Her er super. Tað er ein spennandi tilgongd í fe­lag­ num. Vit eru komin langt, men vit hava eisini langt eftir, so eg gleði meg til restina av árinum og næsta kappingarár við, sigur Fred­ rik, sum í frítíðini dámar væl at fiska, tó at hann ikki enn ikki hevur roynt tað her í Før­oyum. – Men eg havi verið í grind í Kvívík, har eg var við í ein­um báti. Tað var sum at fiska, bara við risa stórum fisk­um, sigur Fredrik, sum ikki helt upplivingina vera so ógvusliga, sum nógvir út­ lend­ingar gera hana til. – Men eg má viðganga, at eg ikki ætli mær at vera á sandinum og luttaka í slakt­ in­um, sigur Fredrik Wollan at enda. albinus@sosialurin.fo Nikola Karabatic varð kosin besti spælari í HM