Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggi venjarin hjá samanlagda Suðuroyarliðnum, Maurice Ross, fer at leggja stóran dent á, at leikararnir skulu orka væl at spæla, umframt at teir altíð skulu gera ein heilhjartaðan innsats. Hann tolir væl at síggja sínar leikarar gera feilir, men hann tolir ikki tá man ikki arbeiðir fyri sakini NÚ SKULU SUÐURO André Olsen Í seinastu viku var navn sett á tann seinasta av Effo-venjarunum fyri komandi kappingarár, tá nýggja samanlagda felagið úr Suðuroy, TB/ FCS/Royn, setti venjara á fyrsta sinni. Talan gjørdist um 35 ára gamla skotska venjaran, Maurice Ross, sum seinastu árini hevur verið venjari í Noregi, har hann fyrst hevur vant Sola FK og síðani Eger­ sunds IK. Í Noregi hevur skotski venjarin verið væl dámdur, men hann kendi á sær at hann hevði brúk fyri einari størri avbjóðing. – Eg var fyrst venjari hjá Sola FK í Noregi í tvey ár, har vit tvey fylgjandi ár fluttu upp báðar ferðirnar. Síðani tók eg eina nýggja avbjóðing á meg, tá eg fór at venja Egersunds IK, har eg havi verið venjari seinastu tvey árini. Men eg kendi á mær nú, at eg líkasum ikki fekk flutt liðið nógv longur fram, og hevði tørv á einari nýggjari av­ bjóðing. Hægri støðið høvuðsorsøkin Tá so nýggja felagið úr Suðuroy setti seg í samband við skotska venjaran um samstarv fyri kom­ andi kappingarár, var Maurice Ross beinavegin áhugaður í starvinum, og høvuðsorsøkin liggur í støðinum av deildini. – Tá nýggja Suðuroyarfelagið setti seg í samband við meg, hugs­ aði eg beinavegin at tað ljóðaði spenn­andi. Høvuðsorsøkin til at eg komi til Føroyar at vera venjari er orsakað av støðinum av deildini, sum eg meti vera hægri enn har eg havi vant í Noregi. Og tá man sum ítróttarfólk alla tíðina strembar eftir at gerast betri, var tað ikki eitt torført val at siga ja til eitt starv í Effo-deildini. Spældi landsdyst á Svangaskarði í 2002 Hóast Maurice Ross í komandi kappingarárið á fyrsta sinni fer at starvast sum venjari í Føroyum, er hetta ikki fyrsta ferðin at fryntligi skotin er í Føroyum. Hann spældi nevniliga við á skotska landsliðnum í 2002, sum á Svangaskarði spældi 2-2 javnleik móti Føroyum, í einum dysti sum Føroyar vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Nýggi venjarin hjá samanlagda Suðuroyarfelagnum minnist væl dystin, har skotsku leikararnir vóru fullkomiliga skelkaðir í hálv­leiki­ num. – Eg minnist væl dystin, har vit í hálvleikinum fingu ein fullkomnan ”shocker”, sum skotski venjarin málber seg og sipar til óvæntaðu føroysku leiðsluna í hálvleikinum. – Men eg minnist eisini at vit komu afturíaftur í seinna hálvleiki, hóast tað var serstakliga óuppi­ borið, tí tað føroyska liðið spældi væl tann dystin, sigur Maurice Ross. Eisini minnist hann væl aftur á tað føroyska landslagið frá tí túrinum, ið var heldur vakrari enn Maurice Ross hevði væntað fram­ manundan. – Húsini í Føroyum vóru eitt sindur vakrari enn eg hevði ímynd­ að mær áðrenn, og eg minnist landið sum eitt serstakliga vakurt og hugnaligt land at vera í, sigur Maurice Ross. Maurice Ross hevur seinastu árini starvast sum venjari í Noregi, har hann hevur vant Sola FK og Egersunds IK. SAMRØÐA Eg havi spælt undir fimm toppklassa venjarum