mánadagur 30. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYINGAR Í VENJING
Hugvekjandi hvussu
Føroyar og Ísland hava
gjørt so stór framstig
Hann heldur at føroyskur fótbóltur
hevur ment seg nógv síðani hann
var her seinast í 2002 og heldur
sum heild at fótbólturin í teimum
norðastu londunum hevur gjørt
risa framstig seinastu árini.
– Tað er eingin ivi um at støðið á
fótbóltinum í Føroyum alsamt er
blivið betri, og tað sær man týðuliga
við hvussu nógvir føroyskir leik
arar fara uttanlands at spæla. Ein
og hvør sum hevur fylgt við fótbólti
seinastu árini, sær eisini hvussu
stór framstig landsliðið hevur
gjørt, og eg haldi tað vera hug
vekjandi at hugsa, hvussu Føroyar
og Ísland hava gjørt so stór fram
stig seinastu árini fótbóltsliga.
Okkurt hevur í øllum førum verið
gjørt rætt í teimum londunum, tá
Føroyar tildømis er farið framvið
Noregi á styrkislistanum yvir
landslið.
Ætlar at leggja dent
á trý ávís øki
Maurice Ross, sum í dag flytur til
Føroyar, har hann byrjar í venj
arastarvinum í Suðuroy, gleðir seg
serstakliga nógv at sleppa í gongd í
nýggja felagnum.
– Eg eri fullgreiður yvir at talan
er um eitt spildurnýtt felag, so fyrst
av øllum fari at hyggja eftir hvussu
felagið er skipað. Í einum og hvørj
um felagið eru nøkur felags grund
virðir, og um tey ikki áðrenn eru
gjørd, skulu vit finna fram til
nakað, sum hetta felagið altíð fer at
kunna standa inn fyri.
– Síðani fara vit at hugsa um at
finna ein spælistíl sum fer at hóska
til allar leikararnar. Har sum eg
havi verið venjari áður, havi eg
passa mín spælistíl til teir leik
ararnar sum eg havi havt, so eg
kann ikki siga beinavegin hvussu
spælistílurin fer at vera.
Hóast tað er tíðliga at tosa
spælistíl, eru tað allíkavæl trý
serstøk øki, ið hann fer at leggja
serstakliga stóran dent á sum
venjari í nýggja felagnum. Tað eru
tey trý skotsku økinini, football
understanding, fitness og fighting.
– Eg havi serliga trý ting, ið eg
meti vera serstakliga umráðandi
fyri meg sum venjara. Tey eru tey
trý f’ini á skotskum, football under
standing, fitness and fighting. Tað
er serstakliga umráðandi at fáa tey
inn í felagið. At leikararnir hjá mær
koma at skilja tann mátan sum vit
vilja sleppa at spæla fótbólt uppá,
og at teir alla tíðina koma at
stremba eftir at blíva betur og
betur fyri. Eg havi sæð teir komandi
leikararnar hjá mær, og havi sæð at
tað er nakað at arbeiða við hjá
summum leikarum, tá man hugsar
orkumessiga. Tí komi eg at leggja
stóran dent á orkuna hjá leik
arunum, soleiðis at vit alla tíðina
koma at vera førir fyri at kunna
berjast fyri at geva einum og
hvørjum liðið harða mótstøðu í
Effo-deildini.
Leikararnir skulu
arbeiða fyri sakini
Maurice Ross sigur at hann er ein
venjari, ið hevur eitt opið og erligt
samskifti við leikararnar hjá sær.
Hann sigur at hann ongantíð fer at
kritisera ein leikara um hann ger
eina skeiva avlevering ella skjýtur
við síðuna, men at hann kann øsa
seg, um ein leikari ikki arbeiðir fyri
sakini.
– Sum venjari góðtaki eg væl at
mínir leikarar gera feilir tá teir
spæla fótbólt. Tað er ein partur av
spælinum, og eg haldi ikki at tað
loysir seg at skelda ein leikara, tá
hann tildømis ger eina skeiva av
levering. Men um ein leikari ikki
ger neyðuga innsatsin fyri liðið,
kann eg veruliga øsa meg. Eg vil
hava at leikararnir alla tíðina hugsa
um at gerast betri, soleiðis at liðið
eisini kann blíva betri, sigur
Maurice Ross.
Professionella tilgongd
til uppgávuna
Maurice Ross, ið hevur drúgvar
royndir á hægsta stigið, har hann
millum annað hevur spælt við
skotska stórfelagnum, Glasgow
Rangers, umframt øðrum kendum
feløgum í Bretlandi, ætlar at brúka
drúgvu royndirnar sum venjari í
Suðuroy. Serliga hevði hann hugsa
sær at gjørt venjingarumvørvi
professionelt.
– Eg veit fullvæl at mínir spæl
arar arbeiða fulla tíð við síðuna av
fótbóltinum, og at man tí ikki fær
gjørt tað líka so professionelt sum
eitt nú í Glasgow Rangers. Men tað
havi eg eisini royndir av sum
venjari í Noregi, har leikararnir
eisini arbeiddu fulla tíð við síðuna
av fótbóltinum. Men eg ætli mær at
hava eina tilgongd til leikararnar
hjá mær sum er líka so professionelt
sum tá eg sjálvur spældi í eitt nú
Glasgow Rangers.
Serliga eru tað royndirnar frá
fyrrverandi topp venjarum, ið
Maurice Ross, metir seg fáa brúkt
sum komandi venjari hjá nýggja
Suðuroyarfelagnum.
– Eg havi verið so mikið heppin
sum spælari, at eg havi spælt undir
fimm topp klassa venjarum, ið allir
hava givið mær nógv innanfyri
fótbóltin. Eg vil hava spælararnar
hjá mær at hugsa professionelt.
Bæði innan kost, innan styrki
venjing og fyri at fyrireika seg til
dyst. Tað hevur ógvuligan stóran
týdning sum fótbóltspælari og fyri
endaliga úrslitið, sigur Maurice
Ross at enda.
Byrja heima móti ÍF
Eisini hjálparvenjarin hjá Maurice
Ross í nýggja samanlagda felag
num í Suðuroy fer at vera út
lendingur. Tað verður niðurlendski
Mark De Vries, sum eisini hevur
eina fortíð sum fulltíðar pro
fessionellur fótbóltsspælari. Higar
til hevur Suðuroyarliðið einans
fingið tilgongd av Jón Krosslá
Poulsen, sum er komi til úr Víkingi,
meðan allir útlendingarnir hjá
bæði TB og FC Suðuroy, eru farnir
til onnur feløg.
Fyrsti dysturin hjá nýggja sam
anlagda Suðuroyarliðnum og hjá
Maurice Ross, verður við Stórá
tann 12. Marts, tá ÍF kemur á vitjan.
andre@sosialurin.fo
Faktaboks:
Navn: Maurice Alexander Ross
Føðidato: 03-02-1981
Aldur: 35
Landsdystir fyri Skotland sum leikari: 13
Feløg umboðað: Glasgow Rangers, Sheffield Wednesday, Wolves, Millwall,
Viking, Kocaelispor, Aberdeen, Beijing Guoan, Motherwell, Livingston, FK Vidar
Feløg umboðað sum venjari: Sola FK, Egersunds IK
Maurice Ross hevur sum leikari
vunnið skotsku steypakappingina
fyri Motherwell.
Maurice Ross hevur júst skotið
mál fyri skotska stórfelagið
Glasgow Rangers.
Maurice Ross í dysti fyri skotska landsliðið, har hann er í
hornatøkum við portugisisku heimsstjørnuna, Luis Figo.
SAMRØÐA