Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Eftir tjúgu dagar sum 07 Vestur spælari, er sáttmálin við 28 ára gamla Thiago Pinto Borges úr Brasil uppsagdur. Or­søkin er, at felagið hevur fingið upplýsningar um eina hending í Íslandi, sum leiðsl­ an í 07 Vestur metir kann skaða felagið. Alt stavar frá í fjør, tá fram­rættaði miðvallarin spældi við Thrótti í bestu deild­ini í Íslandi. Tá sátt­ málin bleiv uppsagdur boð­ aði formaðurin í Thrótti, Ótthar S. Edvardsson frá, verandi sáttmálin er ógyldaður av báðum pøtr­um. Hann váttar fyri ítróttar­ Sosiali­num, at tað er orsaka av óhøviskum atburði. Talan er um at fótbólts­ spæl­arin skal samskift við eina gentu, sum er yngri enn 18. Higartil er tað bara for­ maðurin í Thrótti, sum sig­ ur seg hava prógv, meðan Thiago Pinto Borges vísir á, at talan var um eina gentu, ið gav seg út fyri at verða 18 ár og at hann steðgaði, tá hann bleiv gjørdur varugur við støðu­na. Nógv er skrivað og sagt í málinum, men tað er ong­ in politisak, einki prógv er komið á borðið, men høvðus­persónurin verður nú forfylgdur av grein á íslendskari heimasíðu. Støð­ an er so álvarsom, at Thiago Pinto Borges umhugsar at royna sakarmál móti Thrótti. Alt byrjar á Tinder Í fjør verður Thiago Pinto Borges heintaður til Thrótt úr Íslandi. Tað er fyrrverandi ítróttarstjórin í Brøndby, Per Ruud, sum er við til at fáa brasilska fótbóltsspælaran, ið hevur hvat sáttmála við FC Vestsjælland seinastu trý árini, til Íslands. Thiago Pinto Borges er eins og áleið 50 milliónir fólk kring heimin á Tinder. Ný­ komin til Íslands byrjar hann at tosa við eina íslendska gentu á Tinder. Tey enda við at deila myndir sína millum. Tá liðið kemur aftur av venjingarlegu í mars mánaði vil leiðslan í Thrótti hava orðið á Thiago Pinto Borges. - Teir siga við meg, at talan er um ein gentu, sum er 16 ár og spælir við gentuliðnum í felag­num. Tí skal eg halda mær vekk frá henni. Tað visti eg ikki av og skrivaði aldrin til hana aftur, sigur Thiago Pinto Borges. Hann vísir samstundis á, at tú skal vera 18 ár, fyri hava lov at brúka Tinder. Tað stendur longu í punkt tvey í reglugerðini hjá Tinder, sum er ein sokalla “dating app”. Uppsagdur við kappingarenda Thróttur flytur niður úr bestu deildini, tá kapp­ ingar­árið er liðugt. Undan seinasta dystinum í landskappingini verður Thiago Pinto Borges innkallur til fund og boðað verður frá, at sáttmálin er uppsagdur og at hann ikki skal vísa seg í felagnum. Sostatt sat felagið á sakini í eitt heilt kappingarár, áðr­ enn Thiago Pinto Borges bleiv uppsagdur. - Teir tóku meg inn og søgdu at sáttmálin var upp­ sagdur. Eg spurdi hví teir ikki gjørdu tað beinanvegin, um eg nú hevði gjørt nakað. Tá var svarið, at formaðurin í felag­num hevði júst hoyrt um hendingina og forlangaði at eg skuldi út, greiðir Thiago Pinto Borges frá. Hann vil ikki ganga upp­ søgnini á møti. Greinin sum forfylgir Thiago Fyrst í oktober skrivar heima­síðan 433.is, at Thiago Pinto Borges er uppsagdur í felagnum. Formaðurin, Ótthar S. Edvardsson, váttar fyri síðuni at sáttmálin er upp­sagdur, men vil ikki siga meiri um orsøkirnar. Restin eru orðini hjá skrivaranum hjá 433.is. Hörður Snævar Jónsson sigur við ÍtróttarSosialin, at tíð­indini kom frá felagnum, men at heimasíðan ikki hev­ur - EG VIL BARA SPÆLA FÓTBÓLT Tað sigur Thiago Pinto Borges, sum í farnu viku bleiv uppsagdur eftir 20 dagar í felagnum. Tað er ein hending í farna kappingarári, tá hann spældi við íslandska felagnum Thrótti, sum fellir brasilska fótbóltsspælaran. Nú fortelur Thiago sína síðu av søguni Tað er í løtuni fleiri søgur í fleiri útga´vum, sum ganga um Thiago Pinto Borges. Ein er at hann hevur verið saman við hesi gentuni, og ein onnur er at hann hevur verið partur av avtalaðum spælið í FC Vest­sjælland í 2015. - Eg havi ongantíð verið sam­an við hesi gentuni og tað pínir meg, at fólk halda tað. Eg hoyri nógvar søgur, men tað passar ikki, sigur Thiago Pinto Bor­ges, sum er argur um søgurnar. Hann heldur eisini, at tað er løgið, at hendingin fyrst er ein trupul­leiki, tá felagið er flutt niður. Nú gongur eisini, at hann skal hava verið partur av einum máli um avtalað spæl í FC Vestsjælland í 2015. Søgurnar um avtalað spæl blivu váttaðar av bakmonnunum, men tað hevur einki við Thiago Pinto Borges at gera. Alíka­væl er hann innkallaður til løg­reglu­ støðina á flogvøllinum í Vágum. - Eg veit ikki hvat teir hildu, men tú kanst bara hyggja eftir hvar er spældi tá. Eg hevði gott nokk sáttmála við FC Vestsjælland, men var útleigaður alt árið. Fyrst til AB og síðani Skive, sigur Thiago Pinto Borges. Sum skilst, so eru allir spælar­arnir, sum høvdu sáttmála við FC Vestsjælland í 2105 innkallaðir sum vitni. trondur@sosialurin.fo Søgurnar pína Thiago Jóhan á Mýrini, tók ímóti Thiago, tá hann kom til 07 Vestur FÓTBÓLTUR