mánadagur 30. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 07 Vestur er ósemja um, hvussu málið
skal loysast. Ein meiriluti í nevndini
hevur avgjørt at uppsiga sáttmálan við
Thiago Pinto Borges, meðan ein minniluti
er ímóti. Jim Sonni Guttesen, formaður í
07 Vestur, ásannar at felagið skuldi havt
gjørt eitt betri forarbeiði, tí tað eru søgur
nar úr Íslandi, ið ger at sáttmálin er upp
sagdur.
- Vit hava í hesum førinum valt at taka
felagið framum spælaran. Vit vistu ikki
um hendingina í Íslandi áðrenn, men tað
gera vit nú, og hava valt at uppsiga sátt
málan, sigur Jim Sonni Guttesen.
- Tað er altíð nemt at verða bakklókur
og siga, at vit kundu havt gjørt forarbeiðið
betri. Tað hava vit gjørt nú og halda tað er
rætt at uppsiga sáttmálan. Vit fara ikki at
gera meiri við málið, og hann hevur frítt at
fara, sigur Jim Sonni Guttesen.
Hann leggur tó dent á, at tey í 07 Vestur
einki ilt hava at bera manninum ta tíðina,
hann hevur verið í felagnum.
- Vit hava einki ilt at bera manninum,
meðan hann hevur verið her, og ynskja
honum alt tað besta í framtíðini. Hetta var
ikki ein løtt avgerð fyri okkum, tí málið
er so fløkjasligt og uttan prógv. Vit hava
bara valt sum nevnd at verja felagið móti
møguligum mótgangi, sigur Jim Sonni
Guttesen.
Avgerðin hevur gjørt, at ítróttarstjórin
í felagnum, Jóhan á Mýrini, hevur trekt
seg aftur úr nevndararbeiðinum. Hann
er ein av tveimum í nevndini, sum eru
ósamdir í avgerðini.
Leita eftir avloysara
07 Vestur hevur ein dreym um, at felagið
skal fáa fótin fyri seg í bestu deildini.
Gongd er komin á ungdómsarbeiðið,
vøllurin verður skiftur og umstøðurnar
verða betraðar. Sostatt verða umstøður
nar til fótbólt í Sørvági væl betri komandi
kappingarár.
Málið er at yvirliva og byggja víðari.
Tí hevur felagið eisini heintað spælara
sum Ken Fagerberg og Petter Bjørlund.
Nú sáttmálin við Thiago Pinto Borges
er uppsagdur, so kemur væntandi annar
styrkur inn.
- Vit fáa Søren Nielsen aftur til felagið
í vikuni. Hann kemur at venja við, við tí
endamáli at gera sáttmála. Vit vænta
eisini at fáa Gunnleiv Olsen til lands aftur,
eftir at hann fór at sigla, sigur Jim Sonni
Guttesen.
Líkt er eisini til, at ein gamal kenningur
á miðvøllinum verður at síggja aftur í ár.
Talan er um serbiska Jovan Radinovic-
Panic, sum hevur spælt við 07 Vestur øll
árini síðani felagið sá dagsins ljós.
- Hann hevði trupulleikar við sjúku í
fjør, men hann er nú komin fyri seg. Hann
verður eisini at síggja kring hópin, sigur
Jim Sonni Guttesen.
At enda leggur hann afturat, tað fram
vegis er pláss fyri einum profili í hópinum.
- Vit leita eisini eftir einum profili
afturat, men tað verður nokk ikki fyrr enn
í evstu løtu, um tað verður til nakað, sigur
Jim Sonni Guttesen, ið vónar at fólk fara
at stuðla felagnum væl í ár.
trondur@sosialurin.fo
- Vit velja at
verja felagið
Atburðurin var orsøkin
til uppsøgn í Íslandi
Jim Sonni Guttesen:
Ótthar S. Edvardsson:
Ótthar S. Edvardsson er for
maður í Thrótti, ið er fyrr
verandi felagið hjá Thiago
Pinto Borges. Í oktober sendi
felagið Thiago Pinto Borges
heim, hóast hann hevði sátt
mála við felagið fyri 2017
eisini.
- Eg veit ikki hvat er
hent við honum og 07 vest
ur, men her valdu vit at
ógylda sáttmálan orsaka av
óhøviskum atburði. Hann
skrivaði undir at slíta sátt
málan, so vit hava ikki meiri
at siga um tað, sigur Ótthar
S. Edvardsson.
Thiago Pinto Borges hev
ur víst á, at hann umhugsar
at koyra eina sak móti
Thrótti, tí søgan um hann
nú er so skaðandi. Tað heldur
Ótthar S. Edvardsson lítið
um.
- Vit hava einki móti
Thiago Pinto Borges og
ynskja honum alt tað besta í
framtíðini, men eg dugi ikki
at síggja hvat hann skal við
eini sak móti okkum. Hann
skrivaði undir at bróta sátt
málan við okkum, og tað
haldi eg sigur nokk. Vit hava
okkara upp á pláss og kemur
tað til eina sak, so hava
vit gjørt okkara forarbeiði
gjølla,
sigur
Ótthar
S.
Edvardsson.
Hann sigur fleiri ferðir,
at talan er um óhøviskan
atburð, men vil ikki koma
nærri inn á júst hvat er hent,
men tykist ikki avsanna, at
talan er um hendingina við
gentuni. Hann vil tó illa gera
viðmerkingar til málið, tí
partarnir nú eru farnir hvør
til sítt. Hann avsannar eisini,
at niðurflytingin hevur nak
að við uppsøgnina at gera.
- Tað passar ikki, sigur
Ótthar S. Edvardsson.
trondur@sosialurin.fo
sæð beinwleiðis prógvini fyri,
at nakað er farið fram. Flestu
miðlarnir í Íslandi skriva um
hendingina. Tó ikki íslendska
kringvarpið.
Søgan
endar
eisini á eitt nú Tipsblaðnum
í Danmark. Tó vísa allar
greinarnar aftur til uppruna
ligu greinina á 433.is.
Greinin ger tað torført hjá
Thiago Pinto Borges at halda
fram í felagnum.
- Eg ætlaði mær ongantíð
at spæla í næst bestu deildini
í Íslandi, og treivst heldur
ikki í felagnum. Tí valdi eg
eftir trýsti frá felagnum
at ógylda sáttmálan, sigur
Thiago Pinto Borges.
07 Vestur kemur
á banan
Undan ársskiftinum kunn
ger 07 Vestur, at felagið
hevur gjørt sáttmála við
Thiago Pinto Borges. Før
oyskir miðlar verða gjørdir
varugir við greinina á 433.
is, men tað fylgja ongi prógv
við. Í leiðsluni hjá 07 Vestur
er formaðurin, Jim Sonni
Guttesen, ikki greiðir yvir
hendingina í Thrótti.
- Í hesum førinum skuldu
vit havt gjørt okkara for
arbeiði betri, ásannar Jim
Sonni Guttesen, formaður í
07 Vestur.
Longu aftaná tjúgu dagar
í felagnum verður sáttmálin
við Thiago Pinto Borges upp
sagdur. Í 07 Vestur hava tey
ongi prógv fyri, at Thiago
Pinto Borges skal hava gjørt
nakað ólógligt, og vísa á at
ongir trupulleikar hava verið
av honum í Føroyum, men
felagið ynskir ikki at taka
kjansin.
- Vit hava onga ákæru
ella prógv sæð, men vit hava
gjørt okkara forarbeiði í hes
um førinum og hava valt at
verja felagið móti slíkum søg
um. Vit kunnu ikki siga hvat
er hent áðrenn, men eftir at
hava tosað við millum annað
gamla felagið, so velja vit at
taka hetta stigi, so einki er at
koma eftir hjá okkum, sigur
Jim Sonni Guttesen, men
leggur afturat:
- Vit hava einki ilt at bera
manninum ta tíðina hann
hevur verið her, og ynskja
honum alt tað besta í fram
tíðini. Hetta var ikkki ein løtt
avgerð fyri okkum, tí málið
er so fløkjasligt og uttan
prógv. Vit hava bara valt sum
nevnd at verja felagið móti
møguligum mótgangi, sigur
Jim Sonni Guttesen.
Sostatt er tað grundað á
hendingina fyrr í yrkisleiðini
hjá Thiago Pinto Borges, at 07
Vestur uppsigur sáttmálan.
Thiago umhugsar sak
Fyri Thiago Pinto Borges var
sakin úti av verðini, tá hann
fór úr Íslandi. Hann væntaði
ikki at hoyra um málið aftur,
men tá sáttmálin nú er upp
sagdur við 07 Vestur, so um
hugsar hann at leggja sak í
Íslandi.
- Um hetta málið fylgir
mær, so ætli eg mær at leggja
sak, tí eg veit at her eru ongi
prógv. Eg havi spælt yrkis
fótbólt síðani eg var 15 ára
gamal, og ongantíð hevur
nakað líkandi verið at hoyrt
um meg, Hví skal eg brádliga
blíva eitt “monstur” í Íslandi?
Eg vil bara spæla fótbólt,
sigur Thiago Pinto Borges,
sum ikki hevur nakað ilt at
bera 07 Vestur og Jim Sonna
Guttesen.
Hann venur í løtuni við
HB, sum hyggur nærri at
spælaranum – bæði á og
uttanfyri vøllin.
Navn: Thiago Pinto Borges
Føddur: 22. oktober 1988
Tjóðskapur: Brasil (Sao Paulo)
Ítróttur: Fótbóltur
Yrkisleið:
2006–2009 Esbjerg fB
2010 Mosor
2011–2012 Trelleborgs FF
2013–2016 FC Vestsjælland
2015 AB (leiga)
2015–2016 Skive IK (leiga)
2016–2016 Þróttur
2017 07 Vestur
Ótthar S. Edvardsson saman við Thiago