mánadagur 30. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tú ert júst byrjaður í starvi
sum fótbóltsmennari
hjá FSF. Hvat dámar
tær avbjóðingina?
– Dámar mær øgiliga væl. Tað
at fáa møguleika at hjálpa og
arbeiða saman við feløgum kring
landið er ein stór og spennandi
avbjóðing.
Hvat kunnu fótbólts
mennararnir gera fyri
føroyskan fótbólt?
– Saman við fólki í feløgunum seta
fokus á at hækka støðið í dagligu
venjingini úti í feløgunum.
Tú stendur nú einsamallur
á odda fyri U21-
landsliðnum. Hvussu
kennist tann ábyrgdin?
– Hon kennist ordiliga væl. Eg
eri fullkomiliga klárur at standa
við tí ábyrgd. Toymið er tó ikki
endaliga mannað enn.
Tit eru komnir í bólk
saman við Danmark,
Finnland, Póland, Georgia
og Litava? Hvussu ert tú
nøgdur við lutakastið?
– Eg eri ordiliga væl nøgdur við
lutakastið. Uppgávan er tvey-
býtt. Vit skulu royna við hvørt
at gera tað ómøguliga møguligt,
og sum nummar tvey at fyrireika
ungar spælarar til næsta stig.
Hvat verður málsetn
ingurin hjá liðnum
fyri bólkaspælið?
– Persónliga kann eg hava onk
ran málsetning. Tað er týdning
armikið, at leikarar, venjarar og
onnur kring liðið skapa sín egna
felags málsetning.
Vikan ið fór
Metmaðurin í føroyskum fótbólti,
Fróði Benjaminsen, skrivar sáttmála
við føroyameistararnar úr Víkingi.
Usain Bolt er nú eina OL-gull
medalju fátækari, eftir at Jamaika
hevur mist gullmedaljuna frá
OL í Peking 2008, tí at ein av
rennarunum er tikin í doping.
Talan er um rennaran Nesta Carter.
454 dopingroyndir frá Peking
vóru kannaðar umaftur í fjør, við
nýggjari tøkni, og hansara roynd
vísti, at hon innihelt ólógliga
evni methylhexaneamine.
Lutakast hevur í dag verið til
EM-endaspælið í 2019 fyri U21
landslið. Føroyska landsliðið kom
í bólk 3 saman við Litava, Georgia,
Finnlandi, Póllandi og Danmark.
B71, sum í fjør flutti úr næstbestu
deildina niður í triðjbestu deildina,
hevur fingið nýggjan venjara.
Talan er um Símin Hansen, sum í
fjør spældi við bæði HB og AB.
Málrevurin er uppvaksin í
B71, men eins og fleiri av
sandoyingunum, so hevur
hann spælt aðrastaðni ein
stóran part av fótbóltstíðini.
Suðuroyarliðið hevur nú sett
venjara og verður tað 35 ára
gamli skotin, Maurice Ross, sum
verður venjari. Og við sær hevur
ein hálendskan hjálparvenjara,
sum eitur Mark de Vries.
Sjey føroyingar hava luttikið
Í judokappingini í Reykjavík
International Games. Tveir av
teimum megnaðu at fáa heiðurs í
kappingini. Dánjal á Krákusteini
úr Havnar Judofelag vann
silvurheiðursmerki í vektbólkinum
-66 kg, og Petur Sigurð
Johannesen úr Sunda Judofelag
vann bronsuheiðursmerki í
vektbólkinum -100 kg.
16 ára gamli Hanus Sørensen
úr HB skrivar sáttmála við
danska felagið FC Midtjylland.
Hann skal í fyrstu atløgu venja
við akademinum hjá felagnum,
har U21-landsliðsleikarin,
Jákup Thomsen, eisini spælir.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Heimsmeistarakappingin í hond
bólti er júst farin aftur um bak, og
ikki óvæntað var tað vertstjóðin
Frakland, sum enn einaferð gjørd
ist heimsmeistari.
Júst
hetta
HM-endaspælið
hevur verið nakað serligt, tí ong
antíð áður hevur man upplivað
so stórar áskoðarafjøldir til HM-
hondbóltsdystir, sum man hevur
til hesa kappingina.
Til dystin millum Frakland
og Ísland í Lille vóru ikki færri
enn umleið 28.000 áskoðarar,
og tað er tað mesta nakrantíð
til ein landsdyst í hondbólti. Til
fleiri av hinum dystunum hevur
áskoðaratalið ligið væl oman fyri
15.000 áskoðarar.
Hetta er tó ikki heimsmet
fyri ein hondbóltsdyst. Tað met
ið eigur týska felagið Rhein
Neckar Löwen, sum til eina
heimadyst móti HSV Hamburg í
2014 hevði heili 44.189 áskoðarar á
Commerzbank Arena í Frankfurt.
Tað er tó einki at taka seg aftur
í, at við so stórum áskoðarafjøld
um hevur man fingið skapt ein
dám kring vøllin, sum hevur givið
nakað heilt serligt, og sum man
eisini hevur merkt framman fyri
sjónvarpsskíggjanum,
og
tað
hevur verið ein jalig uppliving.
Nógv drama
Einki HM-endaspæl uttan dra
matik, og soleiðis var eisini
hesaferð. Nógvir dystir hava
verið
ómetaliga
spennandi.
Kanska mest spennandi dysturin
var hálvfinalan millum Norra og
Kroatia, sum var ógvuliga jøvn
og tøtt. Tað stóð á jøvnum, tá ið
tíðin var farin, men tá høvdu
kroatar júst fingið brotskast.
Men norski málverjin bjargaði, og
tí var neyðugt við umdysti, sum
norrmenn vunnu.
Eisini upplivdu vit, at dómarar
brúktu sjónvarpsmyndir til at
meta støður, áðrenn teir tóku
endaliga avgerð. Hetta er nakað
nýtt innan hondbóltin, og vit
sóu tað eitt nú í dystinum hjá
Danmark móti Bahrain. Tá fekk
Mikkel Hansen beinleiðis reytt
kort og so fóru dómararnir til
sjónvarpsskíggjan at hyggja eftir
myndunum fyri at meta um, hvørt
Mikkel Hansen eisini skuldi hava
blátt kort. Tað fekk hann so ikki.
So hondbólturin fekk nakrar
nýggjar dimensiónir til HM-
endaspælið
hesaferð,
og
tað
gjørdi tað ikki verri!
★★★★★★
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Eli Hentze
Aldur: 47 ár
Starv: Fótbóltsmennari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
1. HM í hondbólti er júst liðugt, og Frakland vann enn
einaferð gull. Men hvør tryggjaði sær bronsuna?
2 Norra fekk sítt besta úrslit nakrantíð. Hvussu eitur
norski venjarin, sum tvær ferðir hevur vunnið á
krabbameinssjúku?
3 Fronsku heimsmeistararnir hava ein legendariskan
málverja. Hvussu eitur 40 ára gamli málverjin, sum eisini
er liðskipari hjá Fraklandi?
4 HB hevur sett gamlan frísparkssnilling sum
hjálparvenjara hjá Effoliðnum – hvør er hesin?
5 Ein enskur fótbóltsspælari fær skallabrot í dysti móti
Chelsea – hvør er leikarin, sum er skrásettur fyri ein dyst
á enska A-landsliðnum?
6 Venjarin hjá VíF-kvinnunum trýr uppá, at hansara lið
kann koppa Kyndli í hálvfinaluni í steypakappingini –
hvør er venjarin?
7 Liverpool rýkur ógvúliga óvæntað út úr FA-Cup
kappingini, tá liðið tapir 1-2 fyri einum liði úr næstbestu
deildini á heimavølli. Hvat er mótstøðuliðið?
8 Hvør er liðskipari hjá Liverpool?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Slovenia
2. Christer Berge
3. Thierry Omeyer
4. Rasmus Nolsøe
5. Ryan Mason
6. Geir Wardum
7. Wolverhampton
Wanderers
8. Jordan Henderson
UMMÆLI
Filmur:
Fraklendingar lyftu hondbóltin