Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Hilmar Jan sigur sína hugsan... Terji Nielsen Ikki síðani í 1997 hevur ein finala í kvinnukappingini í flogbólti á Oyggjaleikunum verið uttan føroyska luttøku, men nú 20 ár seinni sær út til, at Føroyar missa eitt annars trygt heiðursmerki. Á seinastu níggju oyggja­ leikunum hava føroysku kvinnurnar verið í finaluni, og umleið helvt um helvt hevur úrtøkan verið gull­ heiðursmerki og silvurheið­ ursmerki. Tað er heldur einki dulsmál, at júst flogbólts­ kvinnurnar í nógvum førum hava verið eitt lið, sum hevur savnað føroyska oyggjaleika­ hópin, og hallirnar hava mangan verið fullsettar av føroyskum ítróttarfólki, sum hava stuðlað flogbólts­kvinn­ unum. Fíggjarligar avbjóðingar Tað eru fíggjarligu av­bjóð­ ingarnar hjá Flogbólts­ sam­bandi Føroya, sum hava elvt til, at nevndin í Flogbóltssambandið hevur verið noydd til at gera av ikki at senda kvinnulandsliðið til Oyggjaleikirnar. Í fjør skipaði Flogbólts­ sambandið fyri HM/EM kapping í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at føroyska kvinnulandsliðið vann sær rætt at spæla við í endaumfarinum fyri smá­ tjóðir, sum verður spælt í Luxembourg í ár. Til kapp­ ingina í Føroyum endaðu Føroyar nummar tvey aftan fyri Kypros, men framman fyri Írland og Liktinstein. Tað eru fíggjarligu av­ bjóðingarnar í sambandi við endaumfarið í Luxembourg, sum hava við sær, at fíggj­ arlig orka ikki er til at senda kvinnurnar til oyggjaleik­ irnar eisini. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina við­ merking frá formanninum í Flogbóltssambandi Føroya, men hann var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prent­ ingar. Síðstu tíðina hevur kappingin um heims­ meistara­heitið í manshondbólti fylt nógv hjá teimum ítróttaráhugaðu, og tað gekk væl eisini, sum roknast kundi við, at Frakland á heimavølli fór allan vegin í finaluna og vann hana. Norðurlendsku grannar okkara – Norra, Svøríki, Danmark og Ísland – vóru við í kappingini, har fyrst og fremst norðmenn við finaluplássinum gjørdu tað gott, men eisini svenskarar komu í hálvfinaluna. Danskararnir ruku heldur óvæntað úr kappingini í áttandapartsfinaluni, og íslendingar vóru hesaferð ein skuggi av sær sjálvum. Hetta var tann fyrsta HM-finalan nakrantíð hjá norðmonnum, og meginpartin av fyrra hálvleiki sá tað eisini bara gott út, men so settu fraklendingar ferð á eftir steðgin og vóru ikki til at taka. Stuttligt er tó, at Norra eigur tríggjar mans á All Star-liðnum, tí bæði Sander Sagosen, Kristian Bjørnen og Bjarte Myrhol sluppu millum teir frægastu, eins og svenski Jerry Tollbring. Kroatia fekk ein mann á All Star-liðið og Frakland tveir, og hartil bleiv Nikola Karabatic kosin mest týðandi spælari í kappingini. Vit her á klettunum kundu eisini merkja eitt sindur av søgunnar veingjasúsi, tá tað júst vóru Frakland og Norra, ið spældu HM- finaluna hesaferð, tí tá Føroyar í 1980 vóru vertir fyri C-HM, var finalan millum júst norðmenn og fraklendingar, og ta ferðina vunnu so norðmenn, ið nú heldur óvæntað komu heilt í finaluna. Hinvegin hevur Frakland síðstu tíggju árini átt heimsins sterkasta landslið í manshondbólti, og nú kappingin er av, eru tey ikki so fá, ið spáa, at Frakland eisini fer at mynda altjóða toppin tey næstu tíggju árini við. P.S. Ein av norsku viðmerkjarunum staðfesti eftir HM-finaluna, at nú norska fótbóltslandsliðið er verri enn tað føroyska, var HM-finalan hjá hondbóltslandsliðnum akkurát tað, Norra trongdi til júst nú! Heimsins bestu Eitt tað tryggasta heiðursmerki hjá Føroyum í oyggjaleikahøpi hevur verið kvinnulandsliðið í flogbólti. Men í summar verða flogbóltskvinnurnar ikki við til oyggjaleikirnar á Gotlandi Eitt tað tryggasta heiðursmerki hjá Føroyum í oyggjaleikahøpi hevur verið kvinnulandsliðið í flogbólti. Men í summar verða flogbóltskvinnurnar ikki við til oyggjaleikirnar á Gotlandi savnsmynd ONGAR FLOGBÓLTS­ KVINNUR TIL GOTLANDS