Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYSKT SKIPA­SMÍÐ Í GONGD AFTUR Á MEST Nýggja føroyska havrannsóknarskipið skal byggjast á føroyskari skipasmiðju Árni Gregersen Upprunaliga sá tað ikki út til tað, men nú bendir alt á, at nýggja føroyska hav­rann­ sóknarskipið verður bygt í Før­oyum. Ein norsk skipasmiðja, Simekt, hevði lægsta tilboð uppá 212 milljónir krónur og nógv bendi á, at hon fór at fáa arbeiðið, men tað vísti seg, tá ið tilboðini vóru eftir­ kannað, at Simek ikki hevði yvirhildið allar treyt­irnar, sum vóru í útboðs­tilfarinum. Hetta fekk fiskimálaráðið at venda sær til tað skipa­ smiðj­una, sum hevði næst­ lægsta tilboðið og tað er MEST. MEST bjóð­aði sær at byggja nýtt hav­rann­sóknar­ skip fyri Magnus Heinason fyri 264 milljónir krónur. Upprunaliga eru bert 215 milljónir krónur settar av til at byggja nýtt havrann­ sóknarskip, men landsstýrið hevur havt málið fyri á fundi og er samt um at hækka játt­ anina við tí, sum skal til fyri at byggja skipið í Før­oyum. Skrokkurin verður bygd­ ur uttanlands og fluttur til Før­oyar, har so restin av ar­ beiðnum verður gjørt. MEST hevur longu framm­anundan verið við í fyri­reikingararbeiðnum av bygg­ingini. Nýggja føroyska hav­rann­ sóknarskipið verður ikki so stórt, men tað fer at kunna loysa allar uppgávur, sum størri skip í grannalondum okkara megna at loysa. Harafturat verður skipið – hóast tað hevur størri maskinu – ikki dýrari at reka enn Magnus Heinason. HAVRANNSÓKNARSKIPIÐ Stórur ordri hjá MEST Føroyska skipasmiðjan MEST, fær sín størsta odra nakrantíð, tá ið sáttmálin verður gjørdur um at byggja nýtt havrannsóknarskip Árni Gregersen Gleðin var stór á MEST, tá ið tað frættist, at Fiski­mála­ ráðið hevur avgjørt at fara í samráðingar við skipa­smiðj­ una um at byggja nýggja hav­rannsóknarskipið í Føroyum. – Hetta er størsti ordrin, sum MEST nakrantíð hevur gjørt, sigur Mourits Mohr, stjóri. Upprunaliga hevði MEST ikki lægsta boðið, men ein norsk skipasmiðja. Tað vísti seg kortini, at tá ið tilboðini vóru kannað, so hevði norska skipasmiðjan ikki uppfylt øll krøv í útboðnum. Stjórin á Mest fegnast um, at hetta nú lagar seg so­ leiðis, at skipið verður bygt í Føroyum. – Tað er gott fyri skipa­ smiðj­una og tað er gott fyri starvsfólkini. Hetta ger, at vit varðveita okkara vitan um at byggja skip umframt at vit fáa nýggja vitan, sigur Mourits Mohr. Hann vísir á at tað eru gingin nøkur ár síðan skipa­ smiðjan hevur bygt nýggj skip, so tað kemur væl við. – Tað at vit nú sleppa at fara í holt við hetta kann eis­ini gerast ein lopfjøl til okkurt annað aftaná, sigur stjórin á MEST. Avleiddar vinnur Semja er um, at skipabygging ikki bert er gott fyri skipa­ smiðjuna, men eisini fyri hóp av undirveitarum. Hetta skapar eisini ar­ beiðspláss og møguliga koma fleiri lærlingar framat, tá ið eitt so stórt arbeiði skal gerast. Mourits Mohr sigur, at enn er ikki endaliga støða tikin til. Hvar arbeiðið verður gjørt – á Skála ella í Havn. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoy­dal, fegnast sjálvandi um, at skipið skal byggjast í Føtoyum. Bæði tí tað gevur arbeiði, men eisini tí vitanin um at byggja skip verður varð­veitt. – Hetta verður eitt sindur dýrari, men eg havi fingið undirtøku í landsstýrinum fyri at vit fara at biðja lands­ stýrið um nakað av pengum afturat til verkætlanina, sig­ ur hann. Upprunaliga eru 215 milljónir krónur setta av, men boðið frá mest er um 260 milljónir krónur. Mourtis Mohr, stjóri á MEST, fegnast um at tey sleppa at byggja nýggja havrannsóknarskipið. Nakað soleiðis fer nýggja havrannsóknarskipið av síggja út.