Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 134 - 15. juli 2000 Nr. 134 - 15. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Eitt starv sum málsviðgeri á økisdeildini á Almannastovuni í Tórshavn er leyst at søkja til setan 1.9.2000. Um deildina Arbeiðsøkið hjá økisdeildini er ráðgeving og vegleiðing í persónligum og forsorgar- ligum spurningum, og støðutakan til og fyri- skipan og avgreiðsla av veitingum og tiltøk- um sambært forsorgar- og barnaforsorg- arlógunum. Á deildini arbeiða 13 fólk. Arbeiðsuppgávur • málsviðgerð • innheintan av skjalaprógvum og upplýs- ingum í sambandi við umsóknir um for- sorgarhjálp • útrokning, umsiting og útgjald av veiting- um til undirhalds • fyrisitingarligt arbeiði • vanligt skrivstovuarbeiði Útbúgvingarkrøv og royndir • skrivstovuútbúgving ella onnur hóskandi faklig útbúgving • royndir innan almenna fyrisiting • góðan kunnleika til EDV á brúkarastøði • góðan málburð í føroyskum bæði munn- liga og skrivliga Lønir- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafel- agið og lønt í lønarflokki 9, 12 og 15. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Christiansen, skrivstovufulltrúa á tlf. 315480. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møgulig- um viðmælum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 3. august 2000 kl. 14.00 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Talan er um eitt starv á 3/4 tíð Málsviðgeri Rætting til lýsing sum Undirvísingar- og mentamálstýrið Stuðulsstovnurin Starvið Á Stuðulsstovninum er eitt áhugavert starv sum málsviðgeri, skrivari, journalleiðari v.m. leyst at søkja. Høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • Málsviðgerð • Skrivari hjá leiðara • Upprættan og røkt av nýggjari journalskipan • Røkt av heimasíðu • Kæruumsiting • Vanligar skrivstovuuppgávur Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava • Skrivstovuútbúgving og HH/student ella líknandi • Royndir innan økini, ið verða nevnd undir høvuðsuppgávunum • Góðan kunnleika í nýtslu av edv • Góðan kunnleika til føroyskt • Fyrikomandi og góð samstarvsevni • Førleika til at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: • Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv í einum stovni í menning Málsviðgeri/skrivari Stuðulsstovnurin er ein stovnur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, ið hevur til uppgávu at veita fíggjarligan stuðul til lesandi føroyingar. Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk. Stovnurin rindar mánaðarligan lestrarstuðul til umleið 2.000 lesandi í Føroyum og árligan ferðastuðul til umleið 1.300 lesandi uttanlands, umframt at veita lestrarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond (ÚSUN). Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán frá umleið 4.000 persónum. Stuðulsstovurin hevur í 2000 eina útreiðslujáttan uppá 1,9 mió. kr., og veitt uml. 54,2 mió. kr. í lestrarstuðli. • Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið í 15. lønarflokki. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalstýrið og deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til: Stuðulsstovnin Stílað: Terja á Lakjuni Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. juli 2000 kl. 15.00. Starvið verður at seta skjótast tilber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Terja á Lakjuni, leiðara á Stuðulstovninum, á telefon 31 96 80 ella 44 47 39. Ellis- & Avlamisheimið í Vágum • 370 Miðvágur Tlf. 332600 Fax 333604 Sjúkrasystir Lýst verður eftir sjúkrasystir 0,46 tíð at byrja 15. oktober ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er at fáa meiri arbeiði í komandi ári. Umsóknarfreistin er 1. september, og verð- ur at senda til: Stýrið fyri Ellis- og Avlamisheimið í Vágum 370 Miðvági Ellis- & Avlamisheimið í Vágum • 370 Miðvágur Tlf. 332600 Fax 333604 Starvsfólk Lýst verður eftir starvsfólki til reingerð á heiminum at byrja 15. september 2000. Arbeiðstíðin er 139 tímar yvir 4 vikur. Freistin at senda umsókn inn er 1. septem- ber 2000. Umsóknir við møguligum prógvum og ar- beiðsroyndum verður at senda til: Stýrið fyri Ellis- og Avlamisheimið í Vágum 370 Miðvági Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá mánadegnum 17. juli til mánadagin 7. august. STARVSMANNAFELAGIÐ TK-STOVAN Niels Finsensgøta 37 • 100 Tórshavn Tel. 31 73 66 • Fax 31 93 63 Fá ókeypis ráðgeving áðrenn tú byrjar nýtt virki Hugsar tú um at byrja við egnum virki? So kannst tú fáa serkøna ráðgeving áðrenn tú byrjar. Við skipa- nini "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av fyritøku" kannst tú fáa ráðgeving fyri kr. 7.000,- hjá Virkisráð- geving Sp/f sum hjálpir tær í gongd. • Ráðgevin verður tín samstarvsfelagi, tá ið tú av- gerð at byrja við egnari fyritøku • Tú fær hjálp til at gera eina virkisætlan, ið lýsir fullt út títt hugskot • Tú fær eisini at vita um so er, at ætlanin ikki tykist burðardygg • Virkisráðgevin kann eisini vísa til aðrar ráðgevarar, um tað gerst neyðugt Ynskir tú at vita meira um "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av egnari fyritøku" so ring til TK-stovuna. Sosialurin - 311820 Summarfrí Vegna summarfrí er Sjúkrakassin stongdur frá 17. juli 2000 til 6. august 2000. Pedagogur Undir Almanna- og Heilsumálastýrinum við fyribils tænastu á bústovninum Eirargarði 16A/16BN eru tvey pedagog størv leys frá 1. sept. 2000. Á bústovninum búgva 15 menningartarnað fólk, harav fleiri umframt hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir eru likamliga væl fyri og eru áhugaðir at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og eru opnir fyri nýhugsan. Harafturat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera før fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisar- beiði. Størvini eru tænastumannastørv sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri, lønt í lønarflokki 11-17 + viðbót. Nærri fæst at vita um størvini frá fyristøðu- fólkinum á stovninum Aivi í Pætursastovu á tlf. 315422/315423 Umsóknarfreistin er 31. juli 2000 og skulu umsóknir sendast til: Bústovnurin, Eirargarður 16A/16BN Att. Bjørg Mohr Eirargarður 14-16 FO-100 Tórshavn Leiðari søkist til Barnagarðin á Teiginum Av tí at ov fáar umsóknir komu inn fyrru ferð søkt var, verður hervið søkt av nýggjum eftir leiðara til Barnagarðin á Teiginum á Sandi at byrja 15.08.2000 ella skjótast tilber eftir hendan dag. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit sóknast eftir leiðara: • Sum hevur útbúgving sum pedagog ella líknandi, um eingin við pedagog útbúgving søkir verður annar umsøkjari settur • Hevur leiðaraevni • Hevur hug at vera við at seta dám á endamálsorðingina fyri stovnin • Sum er opin fyri nýhugsan • Í samstarvi við nevndina og foreldur gera teir fysisku karmarnar klárar Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til bygdar- ráðsskrivstovuna tlf. 361034. Umsóknir saman við viðmæli og upplýsing um útbúgving, skulu í seinasta lagi 25. juli 2000 sendast til Sands Bygdarráð, 210 Sandi. Sands Bygdarráð Vegna summarfrí hevur Føroya Gjald- stova afturlatið frá 17. juli til 30. juli. Opið verður aftur tann 31. juli 2000. Føroya Gjaldastova Summarfrí Málsviðgeri Undirvísingar- og Mentamálastýrið Starvið Í sambandi við at eitt av starvsfólkum okkara er farið í annað starv, er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum málsviðgeri leyst at søkja á próvstovuni. Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at: • Málsviðgera • Samskipa og fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur á próvstovuni (innstilling til próvtøku, skema- legging, tekstuppgeving o.a.) • Saman við uppgávunevndum o.ø., gera próvtøku- uppgávur klárar til prentingar (skriva tekstir, gera uppseting (lay-out) o.a.) • Prenta, pakka og senda próvtøkuuppgávur til allar skúlar í skúlaverkinum • Umsita virkisøki, sum verða løgd til próvstovuna (t.d. samskifti við próvdómarar o.o.) • Avgreiða samsýning fyri próvdøming Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at umsøkjari hevur: • Útbúgving og/ella royndir í skrivstovuyrkinum ella øðrum, ið kann javnmetast við hetta • Góðan kunnleika í nýtslu av edv (Windows, Word, Acces, Excel, PowerPoint, PageMaker og PhotoShop) • Góðan kunnleika til føroyskt • Góð samstarvsevni • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Skal kunna arbeiða undir tíðartrýsti Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í aðalstýrinum eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin er býtt í 3 deildir – fólkaskúladeild, vinnu-/miðnámsskúladeild og mentamáladeild – sum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til, umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin. Próvstovan, sum er í fyrisitingarpartinum av stápinum, hevur til uppgávu at umsita tey praktisku viðurskiftini próvtøkuni viðvíkjandi so sum gerð og prenting av próvtøkuuppgávum og annars at samskifta við uppgávunevndir, próvdómarar og skúlar. Vit bjóða Starvið er spennandi við nógvum skiftandi upp- gávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði per- sónligari og fakligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan undirvísing og ment- an. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Starvsmannafelagið í 12. lønar- flokki. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðal- stýrið og allar deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. august 2000 kl. 15.00. Starvið verður at seta skjótast til ber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Bjarna Wilhelm, fíggjarfulltrúa í Undirvísingar- og Mentamálstýrinum, tlf. 355050 Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta