Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hin fyrra tvíkiljan av tveim­ um, sum skipasmiðjan Mest byggir til Bakkafrost, varð flotað á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin. Tvíkiljan, sum hevur bygginummar 109, kemur at liggja við Vestaru Bryggju, har ymisk smáarbeiði skulu gerast liðug, áðrenn tvíkiljan verður latin eigarunum. Navnið er Miðvík Hjá Mest verður sagt, at maskin-, el-, málinga- og apter­ingsarbeiði í høvuðs­ heitum er liðugt. – Nú skipið er flotað, verð­ ur deksútgerð sum eitt nú krani og spæl sett umborð, eins og allar skipanir skulu royndarkoyrast. Henda fyrra tvíkiljan til Bakkafrost hevur fing­ ið navnið Miðvík, og heim­ staðurin er Klaksvík. Ar­beiðs­økið verður í Norð­ oyggj­um, og har kann ný­ bygningurin byrja sítt virk­ semi um miðjan februar, tá Miðvík verður latin eig­ar­ unum. Alt í Føroyum Hin seinna tvíkiljan, sum Mest byggir til Bakkafrost, er eisini komin væl áleiðis. – Hendan verður vænt­ andi liðug um ein mánaða ella so. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin, siga tey á Mest. MIÐVÍK ARBEIÐA Í NORÐOYGGJUM – Fyrra tvíkiljan verður latin um miðjan februar, og hin seinna verður latin um ein mánaða ella so, siga tey á skipasmiðjuni Mest Sosialurin SKIPASMÍÐ Tað skulu stórir kranar til at sjóseta ein nýbygning sum hendan Miðvík er smíðað í byggihøllini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn Miðvík er heimahoyrandi í Klaksvík og skal arbeiða í Norðoyggjum