Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lægri skrásetingargjald færir til hægri mvg-inntøku Eirikur Lindenskov Sviar fáa bæði pengar í stats­ kass­an og størri bilar. Hóast einki skrásetingargjald er á bilar í Svøríki. – Sviar fylla statskassan, með­an danir koyra í smáum bil­um. Tað er greiða úrslitið av marghátligu donsku bil­av­gjøld­ un­um í mun til svensku. Tað skrivaði Berlingske Busi­ ness í eini greining í 2014. Har varð víst á, at um vit taka teir 10 best dámdu bilarnar í Danmark í mun til í Svøríki, gjalda danir stórt sæð tað sama í meir­virðisgjaldi og avgjøldum til statin í teimum báðum lond­ unum. Tað er hóast tað, at sviar ein­ki skrásetingargjald hava. Men sviar keypa nógv dýrari bil­ar, enn danir, og tí rinda teir næstan tríggj­ar ferðir so nógv í meir­virð­is­gjaldi, sum danir. Meirvirðis­gjald­ið í Svøríki gevur sostatt meira enn meirvirðisgjaldið og skrá­set­ing­ ar­gjaldið í Danmark tilsamans. Fyri at lýsa tað nærri, eru tað ávikavist Volvo V70 og VW Pas­ sat, sum vóru mest seldu bilar í Svø­ríki. Í Danmark vóru tað VW Up! og Toyota Aygo, sum vóru mest seldu bilarnir. Teir báðir bilarnir eru serliga bíligir í Danmark, tí teir hava lægri avgjøld. Felagið hjá donsku bil­eig­ar­un­ um, FDM, sigur, at sviar fáa nógv betri bilar fyri sama prís. – Tað er slett ikki í ordan, at tað koyra so nógvir mikrobilar í Danmark. Vit sakna eina nor­ma­ li­ser­ing av danska bilmarknað­ in­um. Út frá einum rationellum sjón­ar­horni áttu vit ikki at havt skrásetingargjald, men tí­verri er tað ikki lætt at fáa pol­it­iska undirtøku fyri at beina skrá­set­ ing­ar­gjaldið burtur. – Tí hevur tað enn størri týdn­ ing, at tey avgjøld, vit hava, í størri mun taka atlit umhvørvi og trygd, segði stjórin í FDM, Thom­as Møller Thomsen, við Ber­lingske Business. Cepos, liberala hugs­un­ar­ toym­ið, gørdi um hetta mundið eitt roknistykki, sum vísir, at danska skrásetingargjaldið kann set­ast niður til 60 prosent fyri all­ar bilar, uttan at tað merkir, at færri pengar koma í statskassan. Eirikur Lindenskov Talvan vísir prísmunin á fýra yms­ um bilum í Føroyum, Svøríki og í Dan­mark. Tann bíligasti bilurin á listanum, Fita Panda, er sera bíligur bæði Svø­ ríki og í Danmark. Tað er partvís tí, at í Danmark eru so nógvir frádráttir á bíligastu bil­ar­nar, at teir verða nógv bíligari í Dan­mark enn í Føroyum. Í Svøríki er tað tí, at einki skrá­ set­ing­argjald er. Av tí at so fáir bilar verða seldir í Før­oyum í mun til í Danmark og í Svø­ríki, so fáa føroysku bila­søl­ur­ nar ikki givið so nógvan avsláttur, sum tá 100 ferðir so nógvir bilar verða seldir. Hinir tríggir bilarnir høvdu all­ir kunna verið bíligari í Føroym enn sjálvt í Svøríki, um einki skrá­set­ing­ ar­gjald var. Hóast vit ikki fáa upplýst, hvør inn­keyps­prísurin er av ymsum bil­unum í ymsu londunum, so er ym­iskt, sum bendir á, at til dømis Svø­ríki og Danmark hava ymsar inn­keypsprísir. Hetta skal vera fyri at javna prísmunin nakað. At bil­ ar­nir, sum til dømis BMW selur til Dan­markar verða seldir fyri lægri fakt­ura­prís enn teir, sum fara til Svø­rík­is ella Onglands, sum ikki hava skrásetingargjald. Bilarnir til Føroya koma í flestu før­um úr Danmark. Tí kundu bilar, sum vóru seldir í Føroyum uttan skrá­set­ing­argjald verið bíligari enn í Svø­ríki. Bilarnir kundu verið bíligari enn í Svøríki Við avgjøldum og mvg Kundi verið uttan avgj. Prísir á nýggju bilum: Føroyar Svøríki Danmark men v/mvg Panda S10.9 60 Ciau 139.900 79.900 79.900 104.900 BMW 218i Coupé 299.900 266.000 339.390 239.900 BMW 318i Sedan 395.900 292.600 437.690 315.900 BMW 530 xDrive Sedan 649.900 511.000 849.500 484.900 Aut. Gear. BILAR Svøríki vinnur pengar upp á lág bilavgjøld 64,0% 42,8% 20,0% 19,0% 17,5% 0,0% 10,0% 20,0% 30,0% 40,0% 50,0% 60,0% 70,0% Danmark Føroyar Svøriki Týskland Ongland Avgjøld í mun til søluprís BMW 530d 59,7% 40,7% 20,0% 19,0% 17,5% 0,0% 10,0% 20,0% 30,0% 40,0% 50,0% 60,0% 70,0% Danmark Føroyar Svøriki Týskland Ongland Avgjøld í mun til søluprís BMW 318i 56,2% 41,4% 20,0% 19,0% 17,5% 0,0% 10,0% 20,0% 30,0% 40,0% 50,0% 60,0% 70,0% Danmark Føroyar Svøriki Týskland Ongland Avgjøld í mun til søluprís BMW 218i