Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BILAR Eirikur Lindenskov – Um vit avtaka skrásetingargjaldið upp á bilar, so fara fólk at keypa betri og tryggari bilar. Fólk fara at brúka somu upphæddir at keypa bil­ar fyri, men bil­arnir verða nógv trygg­ari – og landskassin fer at fáa mun­andi meira inn í mvg, sum kanska upp­vigar missin av skrá­set­ ing­ar­gjaldinum. Tað heldur Gordon Rajani, stjóri á bila­søluni Nordcar í Havn. – Føroyingar gjalda alt ov nógv av­gjøld, tá talan er um keyp av nýggj­um bilum, sigur Gordon Rajani og vísir, at til dømis ein BMW 318i sedan, sum í Føroyum kost­ar 395.900 krónur hevði kunna kost­að 315.900 krónur, um einki skrá­set­ing­ar­gjald var. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu lond leggja gjøld á bilar. Dan­mark sigst vera heimsmeistari í av­ gjøldum, og tí eru bilar so nógv dýr­ari í Danmark, enn í flestu øðr­ um londum. Og í Føroyum gera vit sum í Danmark, og tí eru bila­prís­ir­ nir stórt sæð teir somu í Føroyum sum í Danmark. Ein munur er tó, at danir hava lægri gjøld á bíligaru bil­un­um og hægri gjøld á dýruaru bil­un­um, enn vit hava í Føroyum. Men í øðrum londum, eitt nú Svø­ríki, Týsklandi og Onglandi eru hesi viðurskifti munandi øðr­vísi. Tí har hava tey ikki skrá­set­ing­ar­gjald, sum vit hava. Í Svøríki verður bara meir­virð­ is­gjald lagt oman á bilprísin, og tí eru bilar í Svøríki nógv bíligari enn í Danmark og Føroyum. Høvdu vit strikað skrá­set­ing­ ar­gjald­ið í Føroyum, so er stjórin á Nordcar sannførdur um, at tað hevði broytt bilasøluna: – Vit høvdu selt nógv fleiri av teimum dýru, tryggu kval­itets­bil­ur­ in­um, og færri av »blikk­dós­un­um«, sigur hann. – Sjálvt um einki hevði komið inn í skrásetingargjaldi, so hevði mvg-upphæddin verið so nógv størri, at tað í stóran mun hevði upp­vig­að mistu inntøkuna í skrá­ set­ing­ar­gjaldinum, heldur Gordon Rajani. – Skattir og avgjøld á einum nýggj­um bili eru umleið 43 pro­sent av samlaða bilprísinum. Hetta meta vit verða fullkomiliga órími­ligt, tí føroyski brúkarin hevur longu rindað umleið 40 prosent í skatti av teimum pengunum, sum hann keypir bil fyri, sigur hann. – Ein lækking av skrá­set­ing­ ar­gjøld­un­um hevði havt við sær, at allir føroyingar høvdu havt møguleikan at keypa sær kvali­ tets­bilar, sum bæði dálka minni, eru tryggari og geva eitt betri nøgd­ semi. – Hví skulu føroyingar ikki nóta gott av hesum sjálvsagda ágóð­an­ um, sum eitt nú Svøríki, Týsk­land, Ongland og fleiri onnur lond bjóða sínum borgarum? , spyr bila­sølu­ stjór­in. – Hví skal landskassin krevja so nógv, spyr hann. BETRI, TRYGGARI OG BÍLIGARI BILAR Tað hevði verið veruleikin í Føroyum, um vit strikaðu skrásetingargjaldið á bilar, heldur Gordon Rajani, stjóri á bilasøluni Nordcar