týsdagur 31. januar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
leygardagin 7. desember
Johan Rygshamar,
praktikantur
Hann spælir bæði við u16
og u19 liðunum hjá Valur og
umboðar eisini føroyska u17
landsliðið.
Fótbóltsfelagið Valur hev
ur heimavøll í eystara parti
av Reykjavík.
Gundur flutti til Íslands,
tí at hann vildi royna okk
urt nýtt innan fótbóltin,
men tann størra orsøkin er
ivaleyst at pápin, Petur Pet
ersen, fekk arbeiði sum før
oyskur sendimaður í Íslandi.
Í byrjanini tá ið hann
flutti, var tað eitt sindur ringt
at læra málið og at koma inn
í tað heila, men hann hev
ur verið væl móttikin, tí at
íslendingar dáma so væl
føroyingar, sigur hann.
Umstøðurnar í Íslandi at
spæla fótbólt, eru nógv betri
enn tær eru í Føroyum. Teir
venja so at siga alt árið, og
hóast Valur ikki eigur nakra
fótbóltshøll, eru fleiri hallir
í økinum, sum teir leiga seg
inn í. Tó eru teir í gongd
við at byggja eina nýggja
fótbóltshøll. Teir hava eisini
fitnessrúm og fleiri vallir at
brúka.
Venjingarnar eru eisini
nógvar. Vant verður fýra
ferðir um vikuna, og ein
venjing er um vikuskiftið.
Harafturat verður tað eisini
javnan spælt dystir.
Um veturin verður spælt
í
vinarkappingum
móti
hinum liðunum úr Reykjavík,
og tá ið líður út á várið byrjar
sjálvt
kappingarárið.
Tá
verður spælt ímóti liðum úr
øllum pørtum av landinum,
og nógv tíð verður brúkt upp
á at ferðast.
Gundur er sum oftast
heima í feriunum og plagar
at venja við ÍF, tá hann er
heima. Ætlanin er ikki at
koma heimaftur beinanvegin
at búgva. Hann ætlar sær at
blíva professionellur fót
bóltsspælari, og er hann
komin eitt stórt fet nærri
hesum máli. Hann er biðin
at koma at venja við besta
liði hjá Valur men hevur ikki
verið við, orsaka av skaða.
Áhugin hjá honum fyri
íslendskum fótbólti er ikki
eins stórur sum í Føroyum,
men hann hevur tó verið og
hugt eftir onkrum dysti hjá
besta liðinum hjá Valur.
Hann sigur eisini, at tað
kann
avgjørt
viðmælast
at fara til Íslands at spæla
fótbólt, tí at støðið er hægri,
og nógv íslendsk feløg hava
tætt samband við útlendsk
feløg.
Ungir íslendskir spælarar
vera javnan bidnir at koma til
royndarvenjing hjá ymsum
útlendskum feløgum.
Og annars eru íslendingar
ógvuliga glaðir fyri føroying
ar og eru blíðir ímóti teimum.
Jón Tyril: Úr at gera við
at fyriskipa Hoyma
Johan Rygshamar,
praktikantur
Jón Tyril hevur verið ein
av
fyriskiparunum
av
G-festivalinum
síðani
festivalurin byrjaði í 2002.
Hann hevur somuleiðis
verið virkin innan fyri
onnur tónleikatiltøk, sum
t.d. HOYMA og tónleika
samtakið Grót.
Hann tók tó ein steðg
frá G-festivalinum í 2014.
Orsøkina til hetta sigur
hann vera, at hann var
móður og føldi, at hann
hevði ikki meira at geva
tiltakinum.
Í løtuni arbeiðir Jón við
sínum egna felag, har hann
fæst við ymiskar smærri
uppgávur innan samskifti
og marknaðarføring. Hann
hevur tó ikki heilt slept
G-festivalinum, tí ígjøgn
um felagið hjá sær hjálpir
hann teimum við ymiskum
innan marknaðarføring í
ár.
Spurdur um hann ætlar
sær aftur at vera fyriskip
ari av G-festivalinum, svar
ar hann:
– Eg havi ikki gjørt mær
tankar um tað, men hin
vegin so hugsi eg heldur
ikki, at eg ongantíð aftur
skal vera tað. Eg havi ríki
ligt at gera í løtuni m.a.
við at vera fyriskipari av
HOYMA og av mínum egna
virki og taki ein dag í senn.
Gundur ætlar at gerast professionellur
fótbóltsspælari í Íslandi
15 ára gamli Gundur Ellingsgaard Petersen úr Fuglafirði býr í
Reykjavík í Íslandi og spælir við ungdómsliðunum hjá Valur
Johan Rygshamar,
praktikantur
Eyðun Nolsøe kemur út við
nýggjari fløgu í næstum.
Hon er komin langt, og er
tað bara tað seinasta, sum
manglar. Fløgan verður
hon væntandi givin út
einaferð í summar.
Á fløguni eru 14 løg.
Eyðun hevur sjálvur skriva
tey mestu av teimum, og
hann hevur eisini sett løg
til. Um innihaldið á fløguni
sigur hann, at løgini vera
eitt sindur ymisk. Tað vera
bæði stillir sangir og so
onkrir eitt sindur villari.
Annars líkjast tey eitt
sindur tí, sum hann fyrr
hevur útgivið.
Hetta
verður
triðja
soloútgáva
hansara
og
fyrsta útgávan hjá honum
síðani
2007.
Umframt
sínar soloútgávur hevur
hann útgivið nógv við
Frændum og saman við
Terja Rasmussen.
Løgini
eru
upptikin
á
ymiskum
støðum
í
Danmark, í studio hjá
Hans Poulsen á Toftum og
heima við hús.
Hans Poulsen hevur
producerað fløguna.
Sjálvur
er
Eyðun
ógvuliga spentur upp á
fløguna, sum hann hevur
arbeitt við í fleiri ár.
Eyðun Nolsøe við nýggjari fløgu