týsdagur 31. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Tað er ikki »snúsfornuftugt«
Vilmund Jacobsen
Fyri umleið tveimum árum síðan
vístu danskar kanningar, at trý
prosent av dønum hava roynt
snús, men minni enn eitt
hálvt prosent brúka
tað.
Nýtslan
av
snúsi í Danmark
hevur verið so
lítil, at danska
krabbameinsfe
lagið hevur ikki
hildið, at snús er ein
veruligur trupulleiki.
– Nýtslan av snúsi
er lítil, og tað er mest í
ávísum bólkum, at snúsað
verður,
eitt
nú
innan
ishockey ella ísbóltleik.
Tað hevur Niels Them
Kjær, verkætlanarleiðari hjá
danska
krabbameinsfelagnum,
sagt.
Hann heldur, at danir í ávísan
mun fáa íblástur frá svium og finn
um, sum gera nógv burtur úr snúsi
og ísbóltleiki.
Ein rímiliga nýggj norsk kann
ing vísir, at heili 19 prosent av teim
um ungu (16-24 ár) snúsa hvønn
dag.
Men, snús bjargar tær ikki frá at
fáa krabbamein, tí snús kann eitt
nú føra til krabbamein í brisinum
ella búkspýttkertlinum, sum er
meira deyðiligt enn lungnakrabbi.
Umleið 1000 danir fáa krabba
mein í brisið á hvørjum ári, og her
liva bara fýra prosent av kvinn
unum og fimm prosent av monn
unum eftir fimm árum.
Veksandi í Danmark
Bæði ungir og eldri sviar hava snús
að í nógv ár, og snús liggur í øllum
ICA-matvøruhandlum í Svøríki.
At snús nú eisini er blivið eitt
»trend« í Danmark er rættiliga nýtt,
og tað eru serliga tey ungu, sum
keypa og brúka snús.
Sambært árligu roykikanningini
hjá danska Heilsustýrinum var tað
bert ein lítil partur av unga fólk
inum yvir 15 ár, sum dagliga snús
aðu í 2015. Tá varð sagt, at talan
var um 0,4 prosent sum snúsaðu.
Men, nógv bendir á, at hetta tal er
vaksið seinasta árið. Ábendingar
eru nevniliga um, at snús er í stór
um vøkstri millum tey ungu í Dan
mark.
Ein frágreiðing um, hví snús
vindur upp á seg, kann vera, at
tað er vorðið so trupult at vera
roykjari, tí tað er so nógvastaðni,
har fólk ikki sleppa at roykja.
Tað er ikki loyvt at selja snús
í Danmark. Kortini kann vøran
keypast nógvastaðni kring um í
kioskunum.
Men,
danir
kunnu
eisini
keypa snús í Svø
ríki ella Noregi.
Bundin at snúsi
Snús er tubbak í einum
lítlum posa, sum verður lagdur
millum
vørrina
og
tenninar.
Ymiskir smakkir kunnu vera, og
hetta fangar ikki minst tey ungu.
Nikotinið í snúsi gevur eina be
hagiliga prikandi kenslu í kropp
inum, og hetta viðførir, at tú gerst
bundin.
Snús kann øsa tannhaldið, og
her kunnu koma hvítir ella reyðir
blettir. Tannhaldið kann tódna so
nógv, at tannrótin kemur undan,
har snúsið verður lagt. Tú fært eina
kuldakenslu í tonnina, og sjálvt
um tú tá gevst við at snúsa, veksur
tannhaldið ikki aftur.
Eins og sigarettir gera tað, ger
snús eisini, at tenninar gerast mis
littar.
Svenskt snús
setir teg hinvegin bert
í ein lítlan ella ongan vanda fyri
krabbameini í munninum.
Snús verður goymt í kulda, og
lukkutíð vísir tað seg, at kølingin
hevur týdning fyri frígeving av
krabbameinselvandi evnunum.
Men, brúkar tú snús, sum kem
ur úr Afrika, Miðeystri, Asiu og
Amerika, er vandin fyri krabba
meini í munninum størri.
Er ikki vandaleyst
Ein norsk kanning frá 2014 bendir
á, at krabbameinselvandi evnið
nitrosamin veksur um vandan fyri
krabbameini í brisinum og vælind
inum.
Tað
eru
eisini
sannførandi
tekin um, at nýtsla av snúsi hjá
kvinnu við barn kann føra til lægri
burðarvekt, trupulleikar við føðing
og deyðføðing.
Ein stór svensk kanning frá 2011
vísir tað sama – at snús ikki er eitt
vandaleyst alternativ til royking.
Snús ger teg bundnan at niko
tininum, og kanska gerst tú
enn
meira
nikotinbundin av
snúsi enn sigarettum.
Enn ein trupulleiki við
snúsi kann vera, at tú – sum ikki
roykjari – líka sum kanst slóða
vegin fyri sigarettini við at snúsa.
Snús inniheldur fleiri enn 2500
kemisk evni, eitt nú nikotin, og heili
31 evni í snúsi verða sett í samband
við krabbamein. Júst, hvussu nógv
nikotin tú fært úr snúsi, veldst um
slagið, og hvussu leingi tú hevur
snúsið í munninum.
Eins og við royking, verður tú
eisini bundin at snúsi.
Keldur: www.helse.dk/ dagens.dk
Snús er eitt vánaligt alternativ til sigarettina, og roykir tú ikki, kann snúsið saktans slóða
vegin fyri sigarettini. Snús er nevniliga minst líka so vanabindandi sum royking
Snús kann øsa tannhaldið,
og her kunnu koma
hvítir ella reyðir blettir.
Tannhaldið kann tódna
so nógv, at tannrótin
kemur undan, har snúsið
verður lagt. Tú fært eina
kuldakenslu í tonnina,
og sjálvt um tú tá gevst
við at snúsa, veksur
tannhaldið ikki aftur.
Eins og sigarettir gera
tað, ger snús eisini, at
tenninar gerast mislittar.
Svenskt snús setir teg
hinvegin bert í ein lítlan
ella ongan vanda fyri
krabbameini í munninum.
Snús verður goymt í
kulda, og lukkutíð vísir
tað seg, at kølingin hevur
týdning fyri frígeving
av krabbameinselvandi
evnunum.
Men, brúkar tú snús,
sum kemur úr Afrika,
Miðeystri, Asiu og Amerika,
er vandin fyri krabba
meini í munninum størri.