týsdagur 31. januar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Helgi Abrahamsen
Stutt eftir at eg
kom á ting í 2008,
varð eg valdur at
sita í tveimum ser
ligum
nevndum.
Onnur var stjórn
arskipanarnevnd
in og hin var pensjónsbólkurin.
Bæði hesi arbeiðini høvdu tá
longu verið á breddanum í nógv ár.
Stjórnarskipanararbeiðið byrjaði í
1999 og pensjónsarbeiðið byrjaði so
smátt í valskeiðinum frá 1994 til 98.
Bæði arbeiðini komu næstan á mál í
2011 -2012. Stjórnarskipanararbeiðið
varð beint aftur í nevnd sama dag
sum løgtingið skuldi atkvøða um
tað, og uppskotini um nýggja pen
sjónsskipan (tey vóru fleiri í tali)
fingu fyrstu viðgerð og vórðu beind
í ymiskar løgtingsnevndir, men
komu ongantíð úr aftur nevndun
um.
Eitt annað arbeiði sum eg ikki
sjálvur var við í, men sum nógv
varð arbeitt við øll árini, var fiski
vinnunýskipanin.
Tað
arbeiðið
byrjaði í 2007, tá øll loyvi vórðu
søgd at fara úr gildi í 2018.
Umframt hesi málini var okkurt
sjúkrahúsálit skrivað, fyri at fáa
staðfest, hvussu sjúkrahúsverkið
skuldi skipast í framtíðini, og ar
beitt var eisini við at finna grønar
orkuskipanir.
2017 og vit hava ikki
flutt okkum ein tumma
Nú skriva vit 2017, og løgtingið
viðger so fá mál og hevur so fáar
fundir, sum vit neyvan hava sæð
áður. Síðani løgtingið fór í jólafrí
tann 19. desember hava bara tveir
fundir verið, og eingin fundur verð
ur aftur fyrr enn 7. februar. – Hví?
Tí arbeitt verður við at fyrireika
”tey stóru málini”, verður sagt. – Og
hvørji eru so tey? – Jú somu mál,
sum vit meira ella minni arvaðu og
løgdu seinastu hond á í valskeið
inum 2008 til 2012. Vit hoyra um
pensjónsskipan,
stjórnarskipan
og fiskivinnunýskipan. Enn eitt
sjúkrahúsálit er skrivað, og arbeitt
verður eisini við grønum orku
loysnum. Og vit hoyra, at langt er
millum partarnar – longri enn tað
var fyri 8 árum síðani.
Landsstýrið, sum nú situr, kom
til valdið, tí Føroyar høvdu brúk
fyri nýskipanum – sum framvegis
eru líka langt burtur sum tær vóru
fyri 8 árum síðani.
Nú má politiska skipanin finna
útav, um hon ætlar sær at koma
víðari ella ikki.
Nú má onkur vakna
KJAK
Virgar T. Dalsgaard
Beint
nú
er
Trumpur farin at
hótta við einum
ónossligum
múri
millum
Mexiko
og USA. Tað er
sjálvandi ein gro
tesk ætlan, og man
forstendur væl tað forargilsið, sum
múrurin skapar.
Men fólk eru ofta stuttmint.
Tað er ikki meira enn ein knappur
mansaldur síðani, at risabýurin
BERLIN var sundurbýttur av ein
um andskræmiligum múri, sum
kommunistar bygdu, tí teir ikki
kláraðu fríhandil, kapping og opnar
grensur.
Nógv av teimum fólkum, sum í
dag sita væl í Føroyum, vóru ógvu
liga forlipt uppi í tí fúla politiska
múrinum hjá Walther Ulbricht,
og eg havi ofta hoyrt tey rósa tí
ómenniskjansliga tiltakinum, líka
til 1989, tá ið múrurin endiliga fall.
Fyri heilt fáum døgum síðani
sá eg ein av teimum mest rabiatu
føroysku
salonkommunistunum
í 1970/80´unum beklaga múrin
hjá Trumpi á fjesbók, men HVAT
er tann principielli munurin á
Trumpa-múri og Berlin-múrinum?
Bara tann, at Trumpur sperrar
fólk úti, meðan Berlin-múrurin
sperraði fólk inni.
Hesin
eftirrationaliserandi
føroyingur var avgjørt aldrin at
síggja millum tey, sum fýltust á
»Múrin« um tað mundið, tá ið vit
socialdemokratar demonstreraðu
ímóti ella kritiseraðu tann and
skræmiliga BERLIN-múrin, – nei,
tvørturímóti; – hann saman við
nógvum øðrum vælkendum føroy
ingum fagnaði múrinum.
Allir múrar millum fólk ella
lond eru vanvirðisligir, antin man
er konservativur ultraliberalistur
ella stovukommunistur.
Tað er sjálvandi hugfarsligt,
at vit NÚ síggja teir fyrrverandi
Berlin-múra-elskararnar
fylkjast
við okkum, sum altíð hava verið
ímóti ØLLUM politiskum múrum.
Men tað er nakað seint í lívinum,
at hesir menn, sum í dag viðhvørt
royna seg sum ábyrgdarleysir
ultraliberalistar, hava vant seg av
við sítt múra-forelskilsi.
Eitt slíkt hamskifti hevði klætt
betong-elskarunum nógvar ferðir
betur í 1970´unum, áðrenn Berlin-
múrurin datt.
Hví fortelja og viðganga hesir
søgu-skeiklarar ongantíð alment,
at teir dummaðu seg í staðin fyri
at eftirrationalisera síni infantilu
og óreflekteraðu politisku mistøk?
Um MÚRAR
Vit hoyra um pensjónsskipan, stjórnarskipan og fiski
vinnunýskipan. Enn eitt sjúkrahúsálit er skrivað, og
arbeitt verður eisini við grønum orkuloysnum. Og vit
hoyra, at langt er millum partarnar – longri enn tað var
fyri 8 árum síðani
Helgi Abrahamsen