týsdagur 31. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Frank Davidsen
Fyrrverandi
løg
maður
og
fyrr
verandi
fíggjar
m á l a r á ð h a r r i n
eru farnir at vaska
sínar
politisku
hendur í málinum
um, hvørt tað fram eftir skal vera
ókeypis ella ikki at koyra ígjøgnum
teir báðar undirsjóvartunlarnar,
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin,
tá lánini eru afturgoldin.
Í oddagrein í Sosialinum 27. jan
uar 2017 stendur millum annað, at
fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm
Johannesen hevur eginleikan fram
um aðrar politikarar at snara runt
sum á einum tallerki – og brádliga
meinar hann júst tað øvugta av tí,
hann hevur sagt frammanundan.
Av tingsins røðarapalli 10. sep
tembur 2013 segði hann sostatt
Løgtinginum og øllum Føroya fólki
frá, at tunnilsfeløgini skuldu rinda
landinum aftur tær 395 milliónir
krónurnar, sum landið hevði sett í
feløgini sum partapening. Fyrr enn
tá kundi tað ikki vera ókeypis ar
koyra í gjøgnum tunlarnar.
Fyri at skera tað út í papp, so
legði fyrrverandi løgmaður dent
á, at táverandi samgongan hvørki
hevði ætlanir um at at avtaka lóg
irnar í næstum ella at broyta tær.
Samstundis situr fyrrverandi
fíggjarmálaráðharri Jørgin Nicla
sen og lýður á, meðan samgongu
leiðari hansara slepti hesi politisku
bumbuni, uttan at reagera. Hann
visti sjálvandi eisini, at hann ikki
fekk meiriluta í samgonguni fyri
aðrari meining um málið enn løg
maður.
Eivin Jacobsen táverandi løg
tingsumboð fyri Sambandsflokkin
í Vágum var tó skjótur at lofta hesi
hondgranatini, ið løgmaður hans
ara hevði tveitt lúkst í fangið á
fíggjarmálaráðharranum.
Tí setti Eivin Jacobsen ein fyri
spurning til fíggjarmálaráðharran
viðvíkjandi álvarsligu støðuni, sum
vágafólk, og norðoyingar knappliga
vóru komin í við avgjørdu útsøgn
løgmans – nevnliga at bummpen
ingur framhaldandi skuldi krevjast,
eisini aftaná, at tunnilslánini vóru
útgoldin.
Fíggjarmálaráðharrin
var
sjálvandi greiður yvir, at støðan
hjá honum var vónleys, tí sam
gonguleiðarin hevði stungið hann
í ryggin. So har var einki annað at
gera enn at spæla politiskt poker.
Tað gjørdi hann við at lova at leggja
eitt uppskot fyri Løgtingið, ið skuldi
hava við sær, at ein klokkuklár
løgtingssmtykt skuldi staðfesta, at
tunnilsfeløgini ikki skuldu heftast
fyri at gjalda partapeningin aftur í
landskassan.
Sjálvandi var einki uppskot
lagt fyri løgtingið, soleiðis sum
fíggjarmálaráðharrin hevði lovað,
tí innast inni var fíggjarmálaráð
harrin greiður yvir, at hansara egna
samgonga við løgmanni á odda
hevði felt eitt møguligt uppskot við
brestin – ella mest sannlíkt, hevði
steðgað tí, áðrenn tað nakrantíð
varð borið í Løgtingið.
Er tað soleiðis, sum oddagreinin
í Sosialinum sigur frá, at núverandi
løgtingsmaðurin Kaj Leo Holm
Johannesen hevur snarað runt á
einum tallerki í hesum málið, so
vísur hann yvir fyri Føroya fólki, at
hann als einki trúvirði hevur eftir.
At
fyrrverandi
fíggjarmála
ráðharrin hevur ein alvorligan
forkláringstrupulleika, er ikki ov
nógv sagt. Hann segði seg skula
leggja eitt løgtingsuppskot fram,
ið rimmarfast skuldi staðfesta, at
tunnilsfeløgini IKKI skuldu gjalda
landskassanum
partapeningin
aftur, sum Løgtingið hevði játtað
sum partapening í báðum undir
sjóvartunlunum.
Sostatt hevur hann sjálvur
alla ábyrgdina av tí eljustríði, ið
nú hevur tikið seg upp um tunn
ilsmálið. Og í staðin fyri at taka í
egnan barm, sendir hann heldur
apuna víðari til sitandi samgongu
og gevur henni skyldina fyri sítt
egna lyftisbrot.
Sjálvur metir undirritaði, at
nú er rætta løtan komin at skjóta
ein tunnil ígjøgnum frá Fútakletti
til Sandavágs, soleiðis at sleppast
skal undan at koyra um Hálsin, ið
er eitt sera hættisligt vegastrekki
við kava og stormi um veturin.
Hesin tunnil fer eisini at spara
tey koyrandi fyri bensin- og disel
útreiðslur
og
umhvørvið
fyri
dálking. Um bummgjaldið fór til
hesa verkætlan, hevði lyftisbrotið
kanska verið til at liva við.
Sjálvur
kom eg einaferð á flogvøllinum í
prát við norðmenn, ið arbeiddu við
at gera Vágatunnilin. Teir ivaðust
ikki í tá, at teir kundu sprongt í
gjøgnum til Sandavágs fyri tað
sama, sum vegurin frá tunlinum í
Oyragjáarvegin fór at kosta.
Góða mamma tað var ikki eg
Virgar T. Dalsgaard
Á
vágaportalinum
er
nýliga
endurgivin ein "samrøða", sum
kringvarparin Jón Brian hevur
havt við okkara fiskaministara,
harra Høgna Hoydal.
Tað er avgjørt ikki óinteressant
ur lesnaður.
Jón B. roynir at stilla ministar
anum rímuligar, kontantar og
greiðar spurningar um, HVÍ sam
ráðingar-mótpartarnir hjá veiðu-
ministaranum ikki kunnu fáa
eitt pappír við uppskoti á borðið,
sum teir so kunnu analysera og
debattera á egnum fundum:
Fyrst spyr Brian fleiri hampu
ligar og lagaligar spurningar, síð
ani meira beint út, so enn meira
bersøgið, og til endan hvassari
krav um eitt ordiligt svar, MEN
hann fær ikki eina ta einastu
ferð eitt reelt aftursvar frá fiska-
kardinalinum, sum bara sveimar
við ófólkaligum flákrandi uttan
umtosi og harafturat primitivari
pseudofilosofiskari belæring um
"bókstavin, sum drepur", alt meðan
hann sjálvur myrdar bæði allan
logikk og sunna fornuft!
Tað samlada orðagosið frá tí
meinings-vevjandi
veiðu-minist
aranum er beinvegis "svørt tala".
Hesin illa sperdi fiska-ovastin ball
ar alt málið inn í ein blýtungan vav
greyt av orðaskvaldri og semantisk
um nonsens.
Harumframt kemur hann eisini
við faktuellum ósannindum um
mótpartin.
Tann desperati fiska-vesirurin
vil ikki siga, sum er, at hann noktar
at vika seg ein tumma í tí ónossliga
auktións-málinum, og tí er einki
at samráðast um, og tí skal heldur
einki pappír útflýggjast. Alt er
myrkalagt, og alt er í loyndum!
Málið skal helst krógvast í
"ovastu skuffu í ovasta Ráði í allar
ovasta loyndar-kabinetti hjá fiska-
ráðharranum",
Demokratisk pluralistisk tanka
gongd og politiskt innlit er fyri
henda veiðu-ovasta ein óneyðug
og strævin pestilens.
Vestigia terrent
(sporini ræða)
Fyri tey yngru ættarliðini má slíkt
mjørkaprát og ein slík evnagongd
tykjast sum absurdur sjónleikur,
og eg havi hoyrt fleiri siga, at hatta
er beinvegis at spilla tíðina hjá
lesarum ella lurtarum.
Men fyri okkum eldru, sum
hava verið krónvitnir til, hvussu
stovukommunistarnar í 70´unum
og 80´unum drupu allan logikk
við longum tiradum av mjørkatalu
og uttanum-vavstri, er hetta slett
IKKI nýtt. Hetta var tann fasta
mannagongdin hjá øllum tí ónoss
liga og logikk-allergiska Frama-lið
inum!
Her vendir Høgni Hoydal bara
aftur til betong-metoduna frá
sínum ungdómsárum. Tá tosaðu
hann og hansara líkar eitthvørt
mál upp í ein ellibita av møsni og
humbukki, og teir svaraðu aldrin
serliga konkret uppá nakað sum
helst!
Hetta er FRAMA-METODAN.
– Hetta er BREZNJEV-
doktrinin!
Hevur man fyrst tikið eina støðu í
gehejme-kabinettinum, víkir man
aldrin frá henni. Alt er viðtikið ex
cathedra. Man stýrir dogmatiskt og
kennir ikki til ella vil ikki acceptera
eitt kompromis!
Tessvegna eru allar "samráð
ingar" illusoriskar og verða bara
førdar uppá hvamsvís. Man víkir jú
kortini aldrin frá sínum dogmum!
Men hatta átti ikki at komið
óvart á fólk, sum bara minnast 15 ár
aftureftir. - Fiska-vesirurin hevur
jú fyrr víst síni manglandi evni sum
demokratiskur landsstýrismaður.
Arnfinnur Kallsberg var bein
leiðis í neyð av teimum intrigum,
sum kardinalurin skapti táverandi
stýri. Jóannes Eidesgaard mátti
avbróta alt politiskt "samstarv " við
vesirin vegna politiskan illoyalitet.
Man má beundra Aksel løgmann
fyri, at hann hættir sær at hava
henda betongdrongin við sær í eini
samgongu.
Sjálvt tann grótharði Bismarck,
sum annars ikki var sentimentalur,
erkendi og úttalaði, at politikkur er
"Kunst des Møgliche", so HANN
kendi væl til at gera skilagóð og
konstruktiv kompromis.
Men tad lærir ein republikanskur
fundamentalistur, sum okkara depu
teraði oddafiskur, valla nakrantíð!.
Ein ministari, sum ikki dugir at
slaka og er so politiskt óbúgvin, at
hann ikki kann skapa kompromis,
er slett ikki sína politisku uppgávu
vaksin.
Tað er altso uppá tíðina, at
Aksel løgmaður tekur alvorligt um
endan og støðgar sínum ódugiliga
fiskaministara.
Annars kann aldrin skapast nøk
ur breið semja í veiðu-vinnuni.
Men vp.-stubbin við HH er av
gjørt ikki uttan undirhaldsvirði:
Sjáldan hevur nakar landsstýris-
vesirur sagt so nógv møsn við so
nógv fólk uppá so stutta tíð!
Nonsens og politiskt mjørkatos