týsdagur 31. januar 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur
hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og
umhvørvi í Føroyum.
Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak,
og eru ein týðandi lutur í einum og hvørjum framkomn um
fólkaræðisligum samfelag.
Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í
landinum. Stovnurin virkar sambært løgtingslóg nr. 33 frá
7. mai 1991. Á stovninum starvast 19 fólk.
Sum stjóri á Hagstovuni skalt tú standa á odda fyri
arbeiði num á stovninum við:
• at raðfesta, hvussu stovnurin best møguligt nøktar
tørvin á almennum hagtølum
• at leiða og menna starvsfólkið á Hagstovuni
• at savna inn datagrundtilfar, gera og almannakunngera
hagtøl um samfelagsviðurskifti og gera hagfrøðiligar
greiningar og forsagnir
• at veita fyrisiting, kommunum, fyritøkum, feløgum o.ø.
hagtalstænastur
• at skipa fyri og gagnnýta hagskráir hjá almennum
myndugleikum, ið verða nýttar í almennu fyrisitingini
og í vinnuni, og sum kunnu nýtast til hagfrøðilig enda mál
• at hava altjóða hagtalssamstarvið undir hond
Førleikakrøv til stjóran á Hagstovuni
• Hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni innan
búskapar frøði, hagfrøði ella samfelagsfrøði
• Leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving
• Góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl
• Royndir innan hagfrøðiliga virkisøkið eru ein fyri
munur.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannalíknandi starv, flokkað í 38.
lønarflokki hjá Felagi Tænastumanna Landsins. Eftir
lønargjaldið er 15%. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmála
ráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og
hini stjórnarráðini.
Umsókn
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og
møguligum viðmælum skulu stílast Bjarna A. Bjarnason,
aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupost
ur til: bab@fmr.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. februar
2017. Starvið verður sett frá 1. apríl 2017 ella eftir avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar
fáast við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra, á
telefon 352020 ella Sigurd Poulsen, fráfarandi stjóra, á
telefon 352850. Sí eisini heimasíðuna hagstova.fo.
Fíggjarmálaráðið, Tinganes
Postrúm 2039
FO100 Tórshavn
Tlf: +298 35 20 20
fmr@fmr.fo
www.fmr.fo
Vilt tú standa á odda fyri
og menna Hagstovu Føroya?
STARVSLÝSING
Útsølan
byrjar hósdagin 2. februar kl. 10.00
Sonja Design
Stoffalág 41 • Tórshavn • tlf. 314979
www.sonjadesign.fo • facebook: Sonja-design Handil
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Overlæge med speciale i gynækologi/obstetrik
Umsóknarfreist 1. februar 2017
Elektrikari til Tænastudepilin/Teknisk deild
Umsóknarfreist 6. februar 2017
Sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdepilin/Bráðdeildina
Umsóknarfreist 6. februar 2017
Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin/
Skurðambulatoriið
Umsóknarfreist 13. februar 2017
Frítíðaravloysarar summarið 2017
Umsóknarfreist 17. februar 2017
Overlæge med speciale i anæstesi
Umsóknarfreist 17. Februar 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo