týsdagur 31. januar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði maður, pápi og
verðfaðir
Ólavur Finn Olsen
f. 3. juli 1964 d. 13. august 2016
so brádliga andaðist.
Takk fyri allan umsorgan, sum okkum varð veitt.
Ein serlig tøkk til Elsu Østergaard og Ova Brim fyri
vøkur og troystarrík orð á kapellinum og í kirkjuni,
eisini tøkk til kirkjutænara og sangara.
Takk fyri kransar, blómur og minnisgávur.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Ólavi til
hansara seinasta hvíldarstað
Vegna tey avvarðandi
Eyðvør, Magnus, Elin, Jákup, Ninna og Jógvan
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi
trý – men størstur av teimum er kærleikin.
1. Kor. 13,13
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaði maður mín, pápi, abbi og
verfaðir okkara
Heri Jacobsen Klaksvík
f. 23.03.1951 d. 22.08.2016
andaðist og varð jarðaður.
Vit ynskja serliga at takka tykkum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, ergoterapeutum, fysioterapeutum,
tykkum í køkinum, sjúkrasystrum og starvsfólki
fyri at tit tóku tykkum so gott og virðiliga av Hera
og okkum, ta stuttu tíð hann lá har.
Takk til tykkum, ið komu inn á gólvið, ringdu,
skrivaðu og til tykkum mongu, sum bakaðu.
Takk, Poul, Elfinn, Jákup, Jógvan og Eyðun,
fyri tykkara vøkru orð og bønir í kapellinum, í
Betesda og á grøvini.
Takk til 17 Sangarar, fyri tykkara vakra sang til
jarðarferðina, og mong góð minnir.
Takk til bindiklubban og øll tykkum, sum hjálpti til
í ervinum og á annan praktiskan hátt.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Betesda og
takk til tykkum mongu, sum fylgdu Hera til hansara
seinasta hvíldarstað her á foldum.
Fyri tey avvarðandi
Sunnuvá, Leif, Johan og Jón
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum
sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma, omma,
vermóðir og systur
Marjun Nielsen
f. 26.07.51 d. 06.10.2016
var sjúk, andaðist og fór til gravar.
Takk fyri minnisgávur til missiónhúsið Thabor í
Fuglafirði.
Vegna familjuna
Nies Jacob Nielsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan
hátt vístu samkenslu, tá okkara kæra mamma,
vermamma, omma, langomma og systir
Anna Joensen
f. 18.10.1927 d. 10.12.2016
andaðist og fór til gravar.
Takk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum.
Takk til tykkum á Boðanesheiminum, sum
vóru so væl um hana.
Takk fyri kransar og blómur og takk til tykkum
øll, sum fylgdu mammu til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elsuba og Heini á Borg v/ familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og góða
hjálp tá kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og
bróðir okkara
Louis Johannes Durhuus
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til G4, A3, B6 og heimatænastuna fyri góða
røkt og umsorgan. Tøkk til Berg Debes Joensen,
prest, og Vesturkirkjuna.
Tøkk til tykkum í Oasuni og tøkk til Oasubrøðurnar
fyri vakran sang. Tøkk fyri blómur og kransar og
tøkk til tykkum, ið lótu minnisgávu til Oasuna.
Harrin signi tykkum øll.
Vegna tey avvarðandi
Elly, Birgir og Elsa
Tøkk
Eina hjartans tøkk vilja vit bera tykkum øllum, sum
á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi,
abbi, langabbi, verfaðir og bróðir
Jógvan Rógvi Karbech Mouritsen
f. 24-09-1944 d.12-09-2016
so brádliga bleiv tikin frá okkum.
Stóra tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hugsaðu
um okkum.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu til ervið. Tøkk til
Skúlaheimið. Tøkk fyri gávur til Reyða Kross.
Tøkk fyri vakrar blómur og kransar. Eisini ein
tøkk til intensivu deild á Landssjúkrahúsinum fyri
umsorgan og umhugsni hendan lagnumorgun.
Tøkk til Theodor Olsen prest.
Ein serlig tøkk til hvønn einasta av tykkum, sum
fylgdu Rógva til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elin, Monrad, Ragnar og Rolf við familjum