týsdagur 31. januar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Tað er sárt og tungt at skriva nøkur orð um Heidi, sum er tikin
heim í dýrd Guds. Hon var so lættsint, glað og positiv. Eisini
eftir at hava fingið hesi boð um at hervilig sjúka var komin í
likamið. Bæði hon sjálv og vit mong onnur trúðu, at tú fór at
klára at basa hesi sjúku. Men Harrin vildi nakað annað. Hann
vildi at tú skuldi koma til nakað betur, tí vil eg skriva eina tøkk
fyri allar tær mongu ríku løtur – bæði tímiligar og andaligar
– vit høvdu saman í heimi tykkara og hjá okkum í Kelduni og
so á Morskranesi. Tað eru rík minnir at sita eftir við, bæði fyri
meg og tykkum øll.
Góði Bogi, Lea, Sandra, Sarita, Lóa og Vón, tit hava mist
eina góða kærleiksfulla konu og mamm. Men ein dag møtast
vit aftur. Harrin styrki og troysti tykkum og gevi tykkum nýtt
mót til hvønn nýggjan dag. Vit vita, at ein dag møta vit Heidi
aftur í tí himmalska stað, sum Jesus hevur gjørt til reiðar fyri
øll við deyða sínum á Golgata krossi, har Heidi er nú, stendur
við Náðitrónu Guds og syngur lambinum prís.
Ærað veri minnið um Heidi.
Kærar heilsanir frá
Fastur og abbadidd
Til minnis um Heidi
Til minnis um Heidi og en heilsan til tykkum, sum eftir eru enn
Silvurbrúdleyp
Nú verður skjótt 25 ár síðani, vit
søgdu ja við hvønn annan, og
tað ynskja vit at feira saman við
familju, vinum og kenningum.
Veitslan verður leygardagin 8.
Apríl 2017 kl. 19 í hølunum hjá
Dansifrøi. Boða frá luttøku á
messenger, teldupost dan.jona.
olsen@gmail.com ella 210804
áðrenn Grækarismessu 12. mars
2017.
Jóna og Dan
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 10. februar
fyllir Elita Falkvard í Sørvági
80 ár. Dagurin verður hildin
í Húsmøðrafelags húsinum í
Sørvági frá kl 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin, 4. februar, giftast
Kristina Friang Obradovic
og Dánjal á Lakjuni, bæði úr
Fuglafirði. Vígslan verður í Siloa
í Fuglafirði kl. 13, og brúdleypið
verður í Bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18 fyri innbodnum.
60 ár
13. februar fylli eg 60 ár. Dagurin
verður hildin í kirkjukjallaranum
í Hoyvíkar kirkju leygardagin 11.
februar kl.11.00-17.00. Tit, ið kundu
hugsað tykkum at hildið dagin
saman við mær, kunnu siga frá
á un@kirkjan.fo ella senda eitt
sms ella ringja tlf.237325, Uni,
tlf. 229701, Fríða í seinasta lagi
mánadagin 6. februar.
Uni Næs
85 ára føðingardagur
Leygardagin 25. februar verður
Valdis Andreasen 85 ár. Dagur
verður hildin í Irish Pub sama
dag frá kl. 10.00 – 15.00, øll eru
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
8. mars verður Ida Nielsen 90 ár.
Dagurin verður hildin 11. mars í
Starvsmannafelagshúsinum kl.
18.00. Tey, ið vilja gleðast saman
við mær, verða biðin at siga frá
áðrenn 1. mars á tlf. 283406.
MERKISDAGAR
Einar Waag sjeyti
Eina Einar's øl – Hjartaliga til
lukku.
Nógv eru tey, ið altíð hava kall
að ølið hjá Føroya Bjór Einar's øl.
Starvsfólkið hevur valt at
heiðra stjóran við einum serligum
heiðursbryggi,
kallað
Einar´s
Special. Hendan bjórin verður til
sølu um nakrar dagar.
Hetta, tí at Einar tann 1. februar
2017 verður 70 ár, og at hann hevur
starvast á Føroya Bjór í fleiri enn
45 ár.
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór, er sonur gamla Einar Waag
og Onnu Malenu Joensen úr
Sørvági. Pápi gamla Einar, Símun
í Vági, var giftur Karin, ætta úr
Funningsstovu í Havn. Símun í
Vági tók stig til Føroya Bjór og fór
at bryggja í 1888.
Í dag starvast umleið 40 fólk á
Føroya Bjór kring alt landið. Einar
Waag virkar í dag sum stjóri á eini
av elstu fyritøkum í Føroyum,
sum hann hevur havt undir hond
seinastu 47 árini.
Eftir
lokið
studentsprógv,
fór Einar undir útbúgving sum
bryggjmeistari í Munchen í 1968.
Tvey ár seinni, í 1970, tók Einar
við stjórastarvinum á Føroya
Bjór, bara 23 ára gamal. Hesi sein
astu gott og væl 47 árini hevur
bryggjaríið ment seg frá einum
minni virki til at vera eitt nýmót
ans ídnaðarvirki.
Einar giftist Elisu Holm úr
Havn í 1974, og tey eiga dóttrina
Anniku.
Einar hevur altíð verið virkin,
har ídnaðurin er galdandi, og
hann er sera nærlagdur, tá tað
kemur til góðsku. Tí er ikki løgið,
at Einar's øl eisini hevur fingið góð
skoðsmál uttanlands.
Hjartaliga tillukku við føð
ingardegnum og takk fyri gott
samstarv.
Ynskja,
Starvsfelagar á Føroya Bjór
Einar's Special
(Fakta um ølina)
Einar´s Special er eitt Ser
bryggj við góðari saman
seting av 8 ymiskum malt
sløgum, humlu og tí besta
savnað úr føroysku náttúr
uni.
Einar Waag hevur ein ser
ligan tokka og stóra vitan um
føroysku nátturuna, fuglar,
seyð, plantur og alt livandi.
Tí hava starvsfelagarnir á
Føroya Bjór valt Føroysku
náttúruna sum íblástur til
Einar´s Special.
Í fjør varð við hjálp frá
serkønum savnað tað besta
av urtum og plantum úr
føroysku náttúruni, hetta
gevur Einar´s Special eitt
eyka føroyskt krydd.
Einar´s Special er bryggjað
fyri at heiðra Einar Waag á 70
ára føðingardegnum.
Ein heilsan til Einar Waag frá starvsfólkunum á Føroya Bjór
Tøkk
Øllum tykkum mongu, bæði innanoyggja og
uttanlands, ið mintust meg 80 ára føðingardagin, á
pálsmessu, beri eg mína hjartans tøkk.
Gott 2017 øll somul.
Michael Matras