Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FIMLEIKUR ESTETISKUR FIMLEIKUR Í GONGD Trondur Arge Leygardagin var fyrra steypa­ kapp­ingin í estetiskum fimleiki í ítróttahøllini í Runavík. 18 lið við pinkum, smágentum, kvinnu­ung­ lingum og kvinnum meldaðu til frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fim­ leika­felag. Kappingin byrjaði klokkan 13.30 við pinkum og smágentum. Her vann Flora úr Støkk hjá pink­um, meðan Fenja hjá Havnar Fim­leika­ felag vann hjá smágentum. Klokkan 15.00 var tað so við gentum, kvinnuunglingum og kvinn­um. Her vunnu Nora og Eina hjá Havnar Fimleikafelag ávikavist gentu- og unglingakappingina. Hjá kvinn­um vann Svalan úr Støkk. Nógv spennandi hevur verið á skránni í fimleikaumhvørvinum seinastu árini. Í 2015 var HM í estetiskum fimleiki, feløgini og sambandið økja hvørt ár um samstarvið við venjarar og dómar­ ar uttanlands, umframt at før­ oysku liðini fara til fleiri altjóða kapp­ingar. Nú verður spennandi at síggja, hvat fimleikaárið 2016/17 hevur at bjóða. Seinna steypakappingin verður 18. mars í høllini á Hálsi. trondur@sosialurin.fo FYRRA STEYPAKAPPINGIN: Pinkur Flora, Støkk Smágentur Fenja, HF Kvinnur Svalan, Støkk Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki hevur verið um vikuskiftið. Her eru vinnararnir