Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 3. februar 2017 Hóast Danski Fólkaflokkurin – eins og Don­ ald Trump ella Marie Le Pen – byrjaði sum ein, ið eingin tók í álvara, so hev­ur flokkurin veru­liga sett dagsskránna í nógva ár – síðani Andres Fogh Rasmussen gjørdi flokkin »stovu­reinan« og gav honum pol­it­iska á­virk­an. Sjónarmið floksins um Føroyar og um rík­is­felagsskapin eru nógv markantari enn hjá øllum øðrum flokkum í Danmark. Vit kenna svarið, hvørja ferð ein nýggju for­sæt­is­ráðharri verður spurdur um, hvat hann heldur um Føroyar og ríkis­fel­ags­ skap­in. Hann svarar nett tað sama, sum undan­maðurin gjørdi, at vit virða støðuna hjá føroyska fólkinum, og at um Føroyar einaferð skulu loysa frá Danmark, so skal tað vera fólkið í Føroyum, sum tekur tað av­gerð­ina, og at tað verður ein avgerð, sum danska stjórnin fer at virða. Og so siga teir eis­ini, at tey vilja fegin varðveita og út­ byggja ríkisfelagsskapin til gangs fyri allar part­ar í ríkinum. Danski Fólkaflokkurin hevur eina meira bein­leiðis støðu. Flokkurin heldur als ikki, at Føroyar og Grønland skulu loysa. Kanska tey halda, at Føroyar einaferð kunnu finna upp á at fara úr ríkinum, men tey trúgva slett ikki uppá, at Grønland kann loysa. Fíggj­ar­ligu bondini hjá Grønlandi í stats­ kassan eru so sterk, at har loysnar ikki, eru flokk­ur­in sannførdur um. Sum ein rættur nationalistiskur flokkur, so held­ur Danski Fólkaflokkuin ikki, at rík­ið skal minka. Tey vilja varðveita síni hjá­lond ella landaøki, sum geva danska konga­rík­i­ num eina serliga sterka støðu í heims­høpi, sum fleiri stórveldi misunna pinku­land­i­ num Danmark. Men Danski Fólkaflokkurin heldur, at tað nú skal vera slutt við, at føroyingar og grøn­lend­ingar sníkja sær undan at gjalda og at ofra seg fyri ríkinum. Tí sigur flokkurin, at ungir føroyingar og ung­ir grønlendingar eisini skulu í kríggj fyri fel­ags tjóðina – ella natiónina – Danmark. Uppskotið fellir við vissu í Fólka­tingi­ num, tí tað er bara Danski Fólkaflokkurin, ið tor­ir at seta okkum slík krøv. Men úrslitið kann vera, at rík­is­fel­ags­ skap­ur­in kemur á dagsskrá, og at danir fara síggja og enntá kanska eisini at skilja rík­is­ fel­ags­skapin. So er nógv vunnið, hóast tey ikki fáa ungar føroyingar í kongsins klæði hesa­ferð. Tveir ungir mans, 26 og 22 ára gamlir, eru í løtuni til grundlógaravhoyr í Føroya rætti, skuldsettir fyri at hava smuglað sterkari rúsevni til Føroya við postinum. Teir vóru handtiknir um fýratíðina í gjár. Talan er eftir øllum at døma um sterkari rúsevni enn hassj. Grundlógaravhoyrið fer annars fram fyri dupult afturlatnum hurðum. Miðlarnir fingu tí ikki lurta eftir grundlógaravhoyrinum, ei heldur eftir skuldsetingunum móti teimum. Annar maðurin er í øllum førum dømdur fyrr. Hann møtti í Føroya rætti í septembur, ákærdur fyri at hava 200 gram av hassji við sær til Føroya í novembur, innvortis. Hassjhundurin leiddi tollvaldið á slóðina av manninum og ein vinmanni, sum eisini hevði 200 gram inni í sær. Báðir menninir vóru tá dømdir 50 dagar treytaða fongsulsrevsing. Vil hava føroyingar í kongsins klæði Tveir skuldsettir rúsevnasmugling Les eisini blaðið á telefonini Sexut lágtrýst í kjóla... Høgni Djurhuus baksíðan Svíkjarar, tjóvar og lygnarar Bjørn á Heygum síða 16-17 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sunnudagin 5. februar fer Hedemølle Eftirskúli at hava kunnandi tiltak í kjallaranum í Gøtu Kirkju Vilmund Jacobsen Hedemølle Eftirskúli, sum er ein kristin eft­ irskúli í Danmark, hevur síðan 1991 havt nógv­ar føroyskar næmingar, og tað hava tey á skúla­ num verið glað fyri. Eftirskúlin hevur havt samband við nógv­ ar føroyskar næmingar og familjur, og tey halda, at eitt ár á skúlanum hevur verið til gagns fyri nógvar næmingar. Í døgunum, hósdagin 2. februar til og við týs­dag­in 7. februar, verða fyristøðumaður og vara­fyri­støð­u­maður á eftirskúlanum, Jens Dam og Jakob K. Nielsen, á vitjan í Føroyum. Øll kvøldini verða teir við á møtum kring um í Føroyum. Kunning um skúla Í samband við vitjanina, verður eisini eitt ser­stakt tiltak í kjallaranum í Gøtu Kirkju sunnudagin, 5. februar. Frá klokkan 14 til 16 verður tað, sum teir báð­ir rópa Hedemølle Gensyn, ið er ætlað fyrrverandi næmingum og foreldrum teirra. Klokkan 16 henda dagin verður kunning fyri foreldrum og ungum, sum ynskja at hoyra um eftirskúlan. - Hetta tiltak er fyri øll nýggj, sum vilja vita meira um Hedemølle Eftirskúla, siga teir báðir, Jens Dam og Jakob K. Nielsen. Eftirskúli við kunnandi tiltaki í Gøtu Jens Dam og Jakob K. Nielsen, varafyristøðumaður og Jens Dam, fyristøðumaður á Hedemølle Eftirskúla