Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 3 Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Giljagarður, í Leirvík Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor til eldri borgarar, so er tað møguliga tær, vit søknast eftir. Giljagarður hevur tørv á einum røktar­ starvs fólki. Talan er um eitt fast starv á 32 tímar um vikuna í miðal, í skiftandi vaktum. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt til eldri borgarar. Starvið verður sett 1. mars 2017, ella skjótast gjørligt. Dentur verður lagdur á, at tú hevur: • Útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella aðra heilsufakliga útbúgving, so sum ergoterapeutur • Førleika, hegni og áhuga í, at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín dagligdag • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing • Góð tvørfaklig samstarvsevni • Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum Vit kunnu bjóða: • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsum hvørvi • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • Gott samstarv við onnur fakfólk Starvsetan og løn Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á Giljagarði á tlf. 730282 Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. februar 2017. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Kulibakki 8, 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri de- mens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo MINNISGRUNNUR SJÚRÐ N. LÜTZENS Sanatoriivegur 13 | 188 Hoyvík | Tel. 360 660 | skrivstovan@hoydalar.fo | www.hoydalar.fo WWW.HOYDALAR.FO WWW.HOYDALAR.FO Lestrar- stuðul Í 1982 stovnaði Christoffer Lützen grunnin til minnis um sonin Sjúrð, sum doyði í 1950. Grunnurin veitir nú á seinasta sinni stuðul til lesandi føroyingar, ið søkja sær kunnleika á hægri lærustovni. Framíhjárætt hava verkætlanir og gransking ella granskingarferðir, har umsøkjarin søkir sær kunnleika í enskum og/ella latíni. Stuðulsupphæddin til hvønn umsøkjara er í mesta lagi 20.000 kr. TREYTIR: Umsøkjarin skal lesa á hægri lærustovni, granska ella søkja sær kunnleika í enskum og/ella latíni. Í umsóknini skal grundgevast fyri, hvat stuðulin skal nýtast til, hvussu nógv søkt verður um (í mesta lagi 20.000 kr.). Fíggjarætlan skal viðleggjast. ENDAMÁL: Lestur á hægri lærustovni Granskingarferðir Granskingarverkætlanir FAKØKI: Enskt og/ella latín hava framíhjárætt UMSÓKNARFREIST: 1. MARS Umsóknir skulu sendast til skrivstovan@hoydalar.fo í seinasta lagi 1. mars. Umsóknarblað kann heintast á hoydalar.fo Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Virksemið er skipað sum bú- og viðgerðartilboð, bútilboð á sambýlum, dagtilboð, stuðulstilboð og frítíðarskúli. Arbeiðsøkið Ein leiðari skal í høvuðsheitum leiða í Vágum, meðan hin í høvuðsheitum leiðir í Tórshavn. Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett 1. mars ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga og heilsufakliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum leiða partar av virkseminum. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni. Leiðarin kemur at hava fakligu, fíggjarligu og ábyrgd av starvsfólkunum innan fyri sítt arbeiðsøki. Harumframt skal leiðarin tryggja, at arbeiðið verður skipað soleiðis, at eindin støðugt lagar seg til tørvin hjá borgarunum og til broytingar í treytunum hjá Almannaverkinum. Førleikar Viðkomandi útbúgving og eftirútbúgving. Tað er eitt krav, at umsøkjarar hava leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan psykiatri. Vit vænta At umsøkjarar hava kunnleika til og kenna týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran. Vilji og evni at samskifta og samstarva við avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. Vit vóna at síggja innovativt huglag og vænta fíggjarligar førleikar. Harumframt verður væntað, at umsøkjarar duga at orða seg í skrift og talu og hava KT-førleikar. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Eind 4 í Trivnaðardeplinum. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Dagligi arbeiðsstaðurin fyri hesar leiðarar er ávikavist í Tórshavn og í Vágum. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, og verða lønt í 33. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumannafelag landsins. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn leiðari eind 4”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 10.02.2017 kl.12.00. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara, á telefon 297453. LEIÐARAR TIL EIND 4 Í VÁGUM OG TÓRSHAVN Almannaverkið søkir eftir tveimum mennandi leiðarum til Eind 4 í Trivnaðardeplinum, sum savnar tænastur til ung og vaksin við psykiatriskari diagnosu, autismu og øðrum í Tórshavn og í Vágum.