Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 4 Innferðarforboðið hevur nú elvt til, at høvuðsleiðslan hjá Ikea í USA hevur sent starvsfólkunum eitt skriv um støðuna.  Í einum brævið til síni starvsfólk skrivar Lars Persson, høvuðsstjóri hjá Ikea í USA, at hann heldur innferðarforboðið vera órógvandi. Tað veit Tv2 umvegis Aftonbladet. Víðari sigur Lars Persson, at um so er, at starvsfólk hjá Ikea ella familjur teirra eru rakt av innferðarforboðnum, so kunnu tey venda sær til leiðsluna, sum fegin vil bjóða teimum ókeypis løgfrøðiliga hjálp.  Víðari greiðir Lars Persson frá í brævinum, at hansara 35 ár í fyritøkuni eru merkt av, at fólk av ymiskum uppruna hava hildið fyritøkuni uppi.  – Tí eru øll uppskot, sum diskriminera ein ávísan bólk av okkara kundum ella starvsfólkum, ella sum avmarkar okkara møguleikar at fáa tiltrekkja ella fasthalda talentrík fólk, órógvandi fyri okkum, sigur hann í skrivinum og endar við at vísa á, at tað er umráðandi at berjast fyri tí man heldur er rætt.  FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-18 m/s 8-18 m/s 3-10 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um 8 stig. Lot til stívt andøvsgul av suðri, 3 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni eystri, 8 til 13 m/s, eitt skifti hvassur vindur upp í skrið, 15 til 18 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og makar vindin. Fyrst sólglottar, seinni regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Ein lækni úr Ísrael sigur: "Í Ísrael er heilivágur so framkomin, at vit kunnu taka eina livur úr einum manni og geva einum øðrum hana - innan 6 vikur leitar hann eftir arbeiði". Russiski læknin sigur: "Mínir harrar, í Russlandi taka vit eitt hálvt hjartað úr bringuni á einum manni og geva einum øðrum tað - innan 2 vikur leitar hann eftir arbeiði". Amerikanski læknin flennur: "Tit røkka okkum ikki til knýggja. Fyri 1 viku síðani tóku vit ein mann við ongum heila, ongum hjarta og ongari livur - og gjørdu hann til forseta". Kaj Leo Holm Johannesen varð týskvøldið valdur sum formaður í HB Undanroyndir hava verið í fólkaskúlum kring landið í vikuni, men bæði týsdagin og hósdagin sveik tøknin. Dansk Folkeparti legði í vikuni uppskot fyri Fólkatingi um, at føroyingar og grønlendingar eisini skulu hava hernaðarskyldu Málið um kommunulæknan byrjaði í Føroya rætti í vikuni og endar í komandi viku. Arbeiðseftirlitið skal skiljast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ætlar Henrik Old, landsstýrismaður. »Fiskivinnunýskipan« Ikea hartar Trump MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt MANGT OG HVAT Visti tú? 20 prosent hækka prísurin á heilivági Visti tú? At løgreglan í vikunu klipti nummarplátur av sjey bilum Innferðarforboðið, sum Trump forseti setti í verk síðsta vikuskiftið, hevur fingið øði í fólk og fyritøkur.  Aftur og aftur verður hetta orðið tikið fram í loftmiðlum, í bløðum, á tíðindaportalum og á tingsins røðarapalli. Endabesturin á fiskivinnunýskipanini tykist vera nær, og tí er orðið kanska meira aktuelt nú enn nakrantíð. Um orðið nýskipan sigur Sprotin: nýskipankv2 e-t ið er el. verður skipað av nýggjum, skipan av nýggjum, nýskipan av skúlanum