Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 5 Mikudagin fyrsta februar vóru tað sjeyti ár síðani, at Einar Waag í Klaksvík varð borin í heim. Lítli Einar varð hann nevndur. Orsøkin var tann, at pápin eisini æt Einar Waag. Einar er sonur Annu Malenu fødd Joensen og ættað úr Sørvági og Einar Fróvin Waag, sum var ættaður úr Tunghúsinum í Vági í Klaksvík. Tórshavnar Films­ festivalur 2017 verður 11. - 19. februar Einar Waag 70 ár P ápi eldra Einar var Sím­ un í Tunghúsinum, bóndi í Vági. Hann var fyrra­partin av 1880unum niðri og lærdi til bakara, og tá lærdi hann eisini at bryggja øl. Aft­ur komin til heimbygdina tók hann við fest­inum, sum hann var bor­in til. Hann var sannur fram­ burðs­maður, sum stuðlaði ment­ an­ar­lig­um átøkum – eitt nú há­ skúla­monnunum – og hann loftaði møguleikum, ið nýggja tíðin bar við sær, eftir at einahandilin varð av­ tikin. Hann hevði bakarí og hand­ il og reiðaravirksemi, og hann fór undir at bryggja øl. Føroya Bjór sá dagsins ljós í 1888. Virkið livir fram­ veg­is sítt fríska lív og man harvið vera eitt tað elsta virkið í Føroyum. Eldri Einar menti bryggjaríið. Hann búsettist á Fornagørðum, og næsti grannin hjá Annu Malenu, Ein­ari og synunum Einari og Heina var Føroya Bjór. 70 ára føð­ ing­ar­dagsbarnið vaks harvið upp í og saman við bryggjarínum, sum av álvara tók at vaksa í fimmti ár­ un­um. Tá ið Einar hevði lokið stud­ents­ prógv, fór hann í 1968 til Týsklands at brynja seg út at taka við leiðsluni av familjufyritøkuni. Hann lærdi til bryggjara í München, og í 1970, tá ið hann var 23 ára gamalur, tók Ein­ar við stjórastarvinum í Føroya Bjór, og har hevur hann nú verið í 47 ár. Nógvu tey fyrstu árini vóru tað pilsn­ar­øl, maltøl og sodavatn, sum fram­leiðslan snúði seg um. Teir í Før­oya Bjór sóu góðar møguleikar fyri at fjøltátta og økja um fram­ leiðsl­una. Tað varð hildið vera heilt órímuligt, at innflutningurin av sterkum øli úr Danmark skuldi eiga føroyska marknaðin, með­ an føroyskir framleiðarar, ið áttu førleika at bryggja, hugdu at, tá føroysk arbeiðspláss og inn­flutn­ ings­krónur runnu av landinum. Eldri Einar var meistari í pol­it­ isk­ari telving og lobbyismu. Hann arbeiddi støðugt við at mýkja politiska myndugleikan at geva loyvi til at bryggja í Føroyum. Sonurin mundi verða væl skúlaður, tá ið hann arbeiddi saman við pápanum, og í áttari árunum bar arbeiðið frukt. Tá var konservativi politiski myndugleikin mýktur so nógv, at loyvi varð givið at bryggja sterk­ari enn pilsnarøl í Føroyum. Síð­ani hevur menningin verið ógvu­liga stór á Føroya Bjór. Undir leiðslu av Einari Waag, sum seinastu átta árini hevur átt Før­oya Bjór einsamallur, hevur virk­ið av álvara spílað seg út. Vøru­ út­boð­ið er fjølbroytt, og tíðindini um føroyska ølið við góðu dygdini eru farin víða um lond. Ølsløgini eru mong, og aftur og aftur verða nýggj­ar øl lagdar aftrat. Tey, sum vitja Føroya Bjór, fáa nágreiniliga frá­greiðing um, hvussu menningin hev­ur verið, og tað frættist, at tal­ an er um nýggjar ætlanir. Tað vil so vera, at arbeiðið og fram­leiðslan, karmarnir og sølan og møguleikarnir at selja og flyta framleiðsluna frá hølunum á Forna­gørðum og kring landið og eis­ini í útlond fyllir nógv hjá stjór­ an­um og ánaranum. Tí ræður um at hava okkurt frítíðarítriv, har møgu­leiki er at spenna frá. Einar er sera áhugaður í náttúruni. Tað sæst eitt nú aftur í, at hann nú hevur ognað sær festið, sum for­ fedr­ar­nir í Vági høvdu. At talan er um gott arbeiðspláss á Føroya Bjór er starvsaldurin hjá teim­um á Føroya Bjór gott dømi um. Tey eru fleiri, sum so at siga alt sítt arbeiðslív hava verið í starvi á Før­oya Bjór. Í 1974 giftist Einar Waag Elisu Holm, sum er ættað úr Havn. Hon er læraralærd og var í mong ár lær­ ari í Klaksvík. Elisa og Einar eiga dóttr­ina Anniku. Hon hevur nomið sær útbúgving innan sama øki sum páp­in, og nú eru tað tey bæði, sum standa fyri familjufyritøkuni, har Ann­ika er fjórða ættarlið í skjótt 120 ára gamla Føroya Bjór. T ÓFF er nýggjur før­oysk­ur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norð­urlandahúsið og Tórs­havnar Kommunu.  Í samfullar 9 dagar verður sjón­eykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar ald­urs­bólkar.  TÓFF bjóðar áhugaverdar film­ar til eina breiða áskoðarafjøld, men eisini smalar filmar sum søkja mørk og eru meira eksperi­ment­er­andi.  Meiri enn 40 filmar eru á skránni á fyrsta TÓFF- filmsfestivalinum, trígg­ir útlendskir filmsleikstjórar vitjar, fyrilestrar verða um norð­urlendskan film, serlig tiltøk verða fyri børn umframt annað. Nýggjur filmsfestivalur verður í Havn