hósdagur 2. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
6
BARBARA HOLM
A
t gerast foreldur setur
mangar tankar í gongd
hjá teimum flestu. Tá ið
tey lítlu elskuligu fólk
ini koma til heimin eru vit vaksnu
full í gleði, ivamálum, spenningum
og vónum. Tað var millum annað
løtan, tá ið Maria Daniela í Garði
gjørdist mamma, sum leiddi til, at
hon fór at leita eftir sínum upp
runa.
21 ára gamla kvinnan býr í Havn
og er uppvaksin í Føroyum. Sum
einans tveir mánaðir gomul kom
hon til Føroya og vaks upp saman
við foreldrunum og ættleidda
beiggja sínum.
Maria hevur ongantíð havt
trupulleikar av, at hon er ættleidd.
Hon er ljós í húðini og hevur altíð
følt tað sum, at hon sær út sum ein
púra vanligur føroyingur, hóast
hennara uppruni er Kolumbia.
Maria hevur altíð vitað, at hon
er ættleidd úr Kolumbia. Og hon
hevur eisini altíð vitað, at hon ætlar
sær at finna fram til sín uppruna
einaferð. Tað var orsøkin til, at hon
flutti eitt ár til Spania, so at hon
dugdi spanskt og kundi samskifta
við sína familju í Kolumbia, um
hon nakrantíð fann tey.
Í síðstu viku skuldi so tað henda,
sum Maria hevur ætlað sær alt
lívið.
Umvegis eina Facebooksíðu við
heitinum “Adopteret fra Columbia”
fann Maria hjálp til, hvussu hon
kundi finna fram til sína biologiska
familju.
– Eg fekk ráð har um, at tað var
ein kona í Kolumbia, sum dugdi
norsk og hjálpti fólki at leita eftir
biologisku familjuni har, sigur
Maria Daniela í Garði.
Maria spurdi seg aftur fyri, tá
ið hon fann útav, at kostnaðurin
var stórur fyri at fáa hjálp frá hesi
konu, men hennara ummælir vóru
góð. Á heimasíðuni og umvegis
hendan Facebook bólkin vóru tað
fleiri, sum høvdu sera góðar roynd
ir við henni. So Maria tók av mána
kvøldið 23. januar í ár.
Ovurfegin bert tveir
dagar seinni
Norska konan í Kolumbia fór í
gongd mánakvøldið í farnu viku,
við at leita eftir biologisku familjuni
hjá Mariu. Á heimasíðuni sá Maria
fólk skriva, at tey høvdu fingið svar
eftir tveimum mánaðum. So Maria
slóð kalt vatn í blóðið og royndi at
skúgva tankarnar til viks, tí hon
væntaði einki svar fyribils.
– Eg fór í gongd við at fyrireika
barnadópin hjá soninum, og royndi
at gloyma alt um hitt, tí eg visti tað
kundi taka langa tíð, sigur Maria
Daniela í Garði.
Men bert tvey døgn seinni
stóð eitt lítið reytt eitt tal á
messanger hjá Mariu á Facebook.
ÆTTLEIÐING
Ættleidd úr Kolumbia:
– MARIA FANN
SÍNA Í SÍÐSTU
Maria og sonurin
Maria og sjeikurin
Maria og føroyski beiggi hennara
Maria, tá hon var lítil, og pápin,
sum doyði av krabbameiin í 2012
– Eg dugdi ikki at reagera upp á
tað beinan vegin. Men tey vóru
øll so áhugað í at hitta meg