Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 7 Norska kon­an hevði funnið fam­ ilj­una. – Eg bleiv so ræðuliga kløkk og dugdi als ikki at reagera. Eg sat hjá ein­ari vinkonu, tá ið eg fekk boðini. Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga til tíð­ind­ini. Eg spurdi um hon var vís í tí og um hon hevði nakrar myndir at vísa mær. Tá segði hon, at hon mátti vera varin, tí hon hevði hitt most­ur mína og hon var ikki vís í, um familjan visti, at eg var til, sigur Maria Daniela í Garði. Maria fór spent í song tað nátt­ ina. Og sum hjá flestum nýklaktum mamm­um varð hon vakt um nátt­ ina av lítla soninum. Hon lat mes­ sang­er upp, tí hon vildi vita, um norska konan hevði skrivað nakað aftr­at. Tá sá hon boð frá einum manni, sum hevði sama ættarnavn, sum hon hevði sum nýføðingur. – Eg tordi næstan ikki at lata boð­ini upp. Var tað pápi mín? Beiggi mín? Og hvat stóð har? Eg var bangin fyri, at maðurin við mín­um upprunaliga ættarnavnið fór at biðja meg lata tey fáa frið, sig­ur Maria Daniela í Garði. Men tað var alt annað enn tað, sum maðurin – sum seinni vísti seg at vera yngri beiggi Mariu – vildi siga. – Hann takkaði hjartaliga fyri, at eg hevði leitað eftir teimum, og hann vildi so fegin læra meg at kenna, sigur Maria Daniela í Garði, sum tað náttina legði seg aftur við stór­ari gleði. Mamman hótti við at leggja sak Tað vóru tó ikki øll í familjuni í Kolumbia, sum vóru fegin bein­an vegin. Meðan beiggin varð ov­ur­ fegin um at fáa eina nýggja syst­ ur, reageraði mamman heldur ógv­us­liga. Norska konan greiddi Mariu frá, at mamman hevði hótt hana við at leggja sak móti henni. Mamm­an var skelkað av støðuna. Hesi boðini komu frá norsku kon­uni og dagin eftir greiddi ný­ funni beiggin frá tí sama. – Hann segði, at mamman varð bang­in og kløkk av tíðindunum, men at hon kortini innast inni var glað. Tá eg fekk at vita, at mamma ætl­aði at leggja sak móti norsku kon­uni, so fór gleðin eitt sindur frá mær aftur, sigur Maria Daniela í Garði. Náttina eftir hevði Maria tó enn eini boð á messanger. Hesaferð var tað mamman og boðini vóru “hey dótt­ir mín, hetta er mamma”. Tær báðar samskiftu aftur og fram og Maria spurdi inn til sína fam­ilju. – Mamma segði, at eg átti ein eldri beiggja, tvær eldri systrar og ein yngri beiggja. Og at umframt meg so var ein onnur systur ætt­ leidd til Svøríki, meðan hin systurin nú búði í USA, sigur Maria Daniela í Garði. – Eg og systurin í USA líkjast akku­rát. Tað er ordiliga stuttligt at síggja. Hin systurin er myrkari og lík­ist sikkurt pápa okkara. Tað giti eg bara, hóast ikki havi sæð myndir av honum enn, sigur Maria Daniela í Garði. Leygarkvøldið kom og kol­umb­ i­anska familjan hjá Mariu skuldi hitt­ast heima hjá mammuni, har tey vildu hátíðarhalda, at burt­ur­ mista dótturin var komin aftur í aft­ur. Tey settust at tosa umvegis Skype og fingu sostatt hoyrt málið í hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð. BARBARA@SOS.FO MAMMU VIKU Mamman og sonur Mariu, sum enn ikki hevur fingið navn Familjan í Føroyum Fimm børn ættleidd til Føroya í 2015 Ríkisumboðið umsitur ættleiðingarmál, og seinasti tølini um hetta eru at finna í seinastu ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, sum er frá 2015. Hetta árið vórðu fimm børn ættleidd til Føroya Fleiri fáa loyvi at ættleiða At blíva góðkendur sum ættleiðingarforeldur er ikki altíð eins einfalt. Talið av góðkendum ættleiðingarforeldrum sigur tí meira um gongdina á økinum, enn tað ger um talið av ættleiddum børnum. Hetta tí, at tað mangan tekur fleiri ár at koma í gjøgnum ættleiðingar tilgongdina. Í 2010 vóru 10 fólk góðkend sum ættleiðingarfólk. Í 2011 vóru 9, meðan talið var 8 í 2012. 5 vóru í 2013, meðan 1 var góðkendur í 2014. Í 2015 var eisini bert ein góðkendur. Framhald