Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 8 BARBARA HOLM T á tú finnir tín uppruna eru sjálvandi nógvir spurn­ingar, sum tú ynsk­ir svar upp á. Fyrsti spurn­ing­urin er ivaleyst altíð – hví gavst tú meg burtur? Og júst hesin spurningur var tann, sum Maria setti mammu síni, tá ið hon fekk samband við hana í síðstu viku. Tá ið mamma Mariu átti elsta son­in, búði hon heima hjá for­eldr­ unum. Ein dagin, uttan ávaring, var hon blakað heimanífrá, men hon fekk ikki sonin við. Eftir hetta møtti honum einum manni – pápa Mariu – og fekk Mariu og hennara tvær systrar við hes­um manni. Hann var sálarliga harðligur við hana og í mong ár hevði hon tað sera trupult heima. – Mamma gjørdist sera kedd, tá ið hon fortaldi mær, hvussu tað hevði verið hjá henni. Hann var sera harðligur sálarliga og hon ork­aði ikki at berjast í móti, sigur Maria Daniela í Garði. Mamman valdi tí at geva Mariu og systrina til ættleiðingar. – Hon segði, at hon føldi ikki hon hevði nakað annað val, sigur Maria Dani­ela í Garði. Óttaðist veruligu søguna Orsøkin til, at mamma Mariu reag­er­aði við at hótta við sakarmálið var, at hon gjørdist bangin. Bang­ in fyri, at hennara burt­ur­ætt­leidda barn hevði havt eitt ræðuligt lív. – Tá eg tosaði við tey leyg­ar­ dag­in, tá fór mamma at gráta aftur. Hon segði mær, at tað hevði ikki ging­ið ein dagur, har hon ikki bað fyri mær. Hon bað um, at eg hevði eitt gott lív og eina góða ­familju, har eg var. Hon visti jú ikki, hvar eg var endað, og tí var ómøgu­ligt hjá henni at gita, hvussu tað mundi vera. Men leygarkvøldið takk­aði hon Gudi fyri, at eg hevði havt eitt so gott lív, so góða familju og at hon nú átti eitt ommubarn, sig­ur Maria Dani­ela í Garði. Biologiska familjan í Kolumbia er ikki illa fyri. Tey eru ikki rík, men tey eru heldur ikki fátøk. Elsti beiggin hjá Mariu lesur kandi­dat í evnafrøði, meðan tann yngsti beiggin júst er byrjaður á universitet at lesa altjóða sam­ráð­ ing­ar. Systurin, sum býr í USA er flutt har fyri at læra enskt og hon ans­ar einum lítlum barni í heim­ inum hjá einari familju. Hin burt­ ur­ættleidda systurin, sum býr í Svø­ríki, hevur Maria enn ikki práta so nógv við. Tær hava samband, men enn hevur Maria ikki spurt, hvat hon ger. Fullan stuðul úr Føroyum Tað kann ivaleyst eisini gerast kenslu­borið fyri familjuna, sum hev­ur uppdrigið og elskað eitt ætt­leidd barn frá ungum árum, at síggja tey leita eftir sínum upphavi. Men føroyska familjan hjá Mariu hevur veitt henni fullan stuð­ul í hesari leitanini eftir kol­ umbi­ansku kvinnuni, sum gav henni lív. – Tað gekk øgiliga skjótt fyri okk­um øll. Eg byrjaði at leita mána­ dag og longu mikukvøldið var mamma mín funnin. Bæði fyri meg og mína familju hevur tað gingið skjótt, men vit eru øll so sera fegin um, at tað eydnaðist hóast alt, sig­ ur Maria Daniela í Garði. Í framtíðini er ætlanin, at Maria og hennara føroyska familja skulu vitja í Kolumbia og hitta mammu, systk­in, mostur og systkinabørn hjá Mariu. – Tað verður ikki beint nú, men eg vóni at hitta tey einaferð seinni í ár, sigur Maria Daniela í Garði. BARBARA@SOS.FO ÆTTLEIÐING Mamma Yolanda og beiggjarnir Lovisa, systurin í Stockholm. Maria Alejandra. GAV MARIU TIL ÆTTLEIÐINGAR ORSAKA AV HARÐSKAPI Mamma Yolanda, og systirin Maria Alejandru – Eg og ein systur vórðu givnar til ættleiðingar, meðan hini trý systkini eru uppvaksin hjá mammu. Eg mátti spyrja hana, hví hon valdi júst meg og systrina at geva burtur, sigur Maria Daniela í Garði Bio- logiska familjan Familjulimir hjá Mariu Maria var bert tveir mánaðir, tá ið hon varð ættleidd til Føroya. Í Føroyum hevur hon ein ættleiddan beiggja, eina familju og nú eisini eitt lítil barn á tveir mánaðir. Í Kolumbia hevur hon nú samband við mammu sína, eina mostur og hennara tvey børn. Tveir beiggjar og tvær systrar. Beiggjarnir búgva í Kolumbia, meðan eina systurin er flutt til USA at læra enskt og ein systur varð ættleidd til Svøríki sum smábarn.