hósdagur 2. februar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
9
Pólski krimirithøvundurin, ið nevnir seg “Ove Løgmansbø” hevur
enn fleiri skeivar upplýsingar um Føroyar í seinnu bók síni. Men
bøkurnar hjá honum selja væl í Póllandi, so neyvan gevst hann at (mis)
brúka Føroyar, sum pall í sínum krimiskaldsøgum í bræði.
Forvinnur pening
uppá at vankunna
um Føroyar
HERI SIMONSEN
“Ove Løgmansbø” nevnir pólsk
ur krimirithøvundur seg, sum
fyri stuttum gav út aðru krimi
skaldsøgu sína, sum eins og fyrra
krimiskaldsøga hansara fer fram
í Føroyum. Ove Løgmansbø sig
ur seg verða hálvan føroying
og hálvan póllending. Men við
teimum skeivu upplýsingunum
hann hevur um Føroyar og før
oyska samfelagið er vert at seta
spurnartekin við, um hann hevur
nakað, sum helst tilknýtið til
Føroyar, og um hann í heila tikið
er av føroyskari ætt.
Onnur bókin hjá Ova
Fyrra bókin hjá Ova Løgmansbø
eitur “Enklawa”, sum merkir
“innlendisøkið”. Vestmanna er
høvuðspallurin fyri bókina ”En
klawa”. Høvuðspersónurin í bók
ini er Hallbjørn Olsen, sum í sín
um yngri døgum var í danska
herinum. Hann var við danska
herinum, sum hevði støð í gamla
Jugoslavia, tá borgarakríggj var
har í 1990-árunum, og nú hevur
Hallbjørn Olsen posttraumatiska
strongd av tí, sum hann hevur
upplivað í gamla Jugoslavia.
Vestmanna gerst eitt ”CSI”-stað,
fortelur pólska Kinga Eysturland,
og flennir hjartaliga, og sipar til
víðagitnu amerikonsku krimi
sjónvarpsrøðuna ”CSI”. Onnur
krimiskaldsøgan hjá Ova Løg
mansbø, sum kom út fyri stuttum
gongur eisini fyri seg í Føroyum,
og eitur “Veiðan”.
Eitt løgið bókaheitið
Kinga Eysturland, sum býr í Klaks
vík hevur nú eisini lisið aðru bók
ina hjá Ova Løgmansbø: - Fyrst av
øllum vil seg siga, at heitið sjálvt
er ikki so lítið løgið. “Veiðan” hevði
verið meiri hóskandi um talan var
um fiskiskap. Tit føroyingar “veiða”
ikki hval, so eg haldi, at talan er um
eitt vánaligt heitið til eina bók, har
eitt grindadráp spælir ein stóran
og avgerandi leiklut. Aftaná at
hava lisið eina løtu gjørdist eg
sannførd um, at Ove Løgmansbø
hevur aldrin sæð eitt grindadráp.
Tað einasta hann hevur sæð av
grindadrápi er gjøgnum Google
ella gjøgnum videofilmar hjá Sea
Shepherd. Longu á fyrstu síðu í
bókini er galið. Ove Løgmansbø
skrivar soleiðis: “Hvalirnir vóru
enn ikki her. Einaferð um árið fer
henda siðbundna veiðan fram.
Og øll tey lokalu fólkini í Vest
manna taka lut í veiðuni. Tað
var eingin serlig dagseting fyri
veiðuni. Veiðan byrjaði, tá ein av
fiskimonnunum bar eiga við eina
grind í Vestmannasundi”. Soleiðis
skrivar Ove Løgmansbø, staðfestir
Kinga Eysturland.
Grindadráp er ein
“festivalur”
Tað, sum Kingu Eysturland als ikki
dámar er, at Ove Løgmansbø gev
ur sínum pólsku lesarum eina frá
greiðing um, at eitt grindadráp er
eitt slag av “festivali”. Kinga greiðir
frá, at ein av persónunum í “Veið
uni” sigur: “Vit møttust einaferð
til eina grind á Viðoynni. Tað var
ein ógvuliga góð veiða! Og aftaná
veiðan var liðug, so høvdu vit tað
stuttligt, sum vanligt er, har vit
sungu og dansaðu.”. Kinga held
ur, at Ove Løgmansbø ger stóran
skaða fyri umdømi hjá grinda
drápinum við at geva nakrar so
villeiðandi upplýsingar um tann
gamla føroyska siðin.
Ein skøltur í einum
grindahvali
Um gongdina í krimiskaldsøguni
“Veiðan” greiðir Kinga Eysturland
frá, at í hesari bókini verður ein
loyndarfullur skøltur funnin í mag
anum á einum grindahvali. Danska
løgreglukvinnan Katrine Ellegaard,
og ein tøkningur, Frida Skovmand
verða sendar til Føroya úr Keyp
mannahavn fyri at uppklára
málið. Høvuðspersónurin, Hall
bjørn Olsen er komin aftur til
Vestmanna. Í fyrru bókini “Inn
lendisøkið” var Hallbjørn Olsen
settur fastur fyri eina brotsgerð,
sum hann ikki minnist at hava
framt. Í aðru bókini er framvegis
ikki greitt hvør drap Paulu Løkin.
Aftaná at Hallbjørn Olsen hev
ur sitið í Vestre Fængsel nakr
ar mánaðir, velur løgreglan at
sleppa ákærunum, og Hallbjørn
verður leyslatin. Øll í Vestmanna
hata Hallbjørn, og sjálvt ikki dóttir
hansara, Ann-Mari vil hava nakað
við hann at gera, so Hallbjørn fer
gjøgnum eina stóra kreppu í lívi
sínum.
Grindahvalurin til Havnar
Eitt annað, sum Kinga Eysturland
heldur er langt úti er, at løgreglan
ringir eftir einum lastbili, sum
skal frakta grindahvalin og skølt
in til Havnar, har skølturin og
grindahvalurin skulu kannast av
løgregluni. Og aftur her skrivar
Ove Løgmansbø nakað, sum er
langt úti: “Katrine Ellegaard vildi
ikki eingong ímynda sær hvat fór
ígjøgnum høvdið hjá lastbilsførar
anum, meðan hann var noyddur at
frakta skøltin og grindahvalin til
Havnar gjøgnum allar teir smølu
og vandamiklu vegirnar, sum
førdu til høvuðsstaðin.” Kinga
staðfestir aftur, at her er enn eitt
dømið um, at tann, sum kallar seg
“Ove Løgmansbø” ikki kann hava
verið í Føroyum.
Mest tragikomiska brotið
Tað mest tragikomiska Ove Løg
mansbø skrivar er hetta: “Klokkan
13 skuldi ommusonur hennara
koma til hennara at eta døgurða.
Hon hevði kókað ræstan fisk, hóast
hon visti, at tey ungu nú á døgum
ikki dáma ráan fisk!! Neyvan
hevur Ove nakrantíð etið ræstan
fisk, slær Kinga fast. Eisini í aðru
bókini hjá Ova Løgmansbø fara
føroyingar aldrin spontant á vitj
an hjá fólki, men standa leingi utt
anfyri og ringja á ringiklokkuna. Í
aðru bókini siga føroyingar eisini
framvegis “Frúa” og “Tygum” við
øll. Men Ove Løgmansbø kann
verða líkasælur. Hann forvinnur
pening at vankunna um Føroyar.
Sosialurin hevur roynt at fingið
eina samrøða við Ova Løgmansbø,
men hann ber seg undan. Í stuttari
skrivligari viðmerking vísti hann á,
at hansara skaldskapur fer at geva
Føroyum nógv pólsk ferðafólk í
framtíðini.
HUGLEIÐING