hósdagur 2. februar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
10
TEMA
Eftirlit
VIÐ HVØRJARI
SAMTYKTARI
LÓG FYLGIR
EFTIRLIT
SÓLVIT E. NOLSØ
E
r okkara lógarverk
ov umfatandi í mun
til
okkara
stødd?
Hava vit ov nógvar
stovnar, ið eru sprotnir upp
í kjalarvørrinum av okkara
umfatandi lógarverki? Hava
vit eitt lógarverk, ið ikki tekur
atlit til serføroysk viðurskiftir,
men regulerar seg inn í okkara
kjallarar, uttan at taka atlit til
okkara máta at liva uppá?
Tað er sjálvandi torført at
svara eitt greitt ja ella nei uppá
spurningarnar.
Ómøguligt
kanska. Tó er kjakið áhugavert,
tí hvør hevur givið sær far um
til dømis hvussu nógvar lógir
vit hava?
Hvørjum tæna tær og hvat
var grundarlagið fyri teimum
at byrja við? Tæna tær enn
einum endamálið, ella eru tað
fleiri lógir, ið kanska eru farnar
framvið sína nýtsludagfesting?
Til dømis hava vit eina
lóg, sum sigur, at klokkarin
í eini kirkju ikki skal stilla
klokkuna øðrum til taks, hvørki
til brúdleyp, jarðarferð ella
líknandi. Revsingin fyri at stilla
klokkuna til taks eru tjúgu
silvurlodd, sum skulu rindast til
kirkjuna. Onnur lóg sigur, at um
maður føðir vill djór, so sum úlv
ella bjørn, so skal viðkomandi
sjálvur rinda skaðan, ið kann
standast av hesum.
Hasi bæði dømini eru
sjálvandi tveir ekstremar og
kanska eitt yvirdrívilsi, men í
Sosialinum fyri einum ári
síðani vísi vit á sama
trupulleika. Tá tosaðu
vit við vinnulívsfólk,
harav fleiri vísti á,
at almenna eftir
litið og almenna
lógarverki, ofta
manglaði
eitt
forstáilsi
fyri
føroysku fyritøk
unum og vanliga
føroyinginum, sum
búði og virkaði her
heima.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
verður ofta tikin fram sum ein
stovnur, sum ikki virðir tær
umstøður, ið eru serføroyskar
og sermerktar fyri okkara
samfelag. Vit hava sjálvandi brúk
fyri stovninum, men skal hann
eisini verða ein stovnur, sum líka
nógv regulerar heimamarknaðin
sum útflutningsvørurnar hjá
okkum? Í blaðnum í dag sigur
Rani Nolsøe, at tað kann verða
ein trupulleiki, at lógarverkið
ikki í nóg stóran mun tekur atlit
til teirra, ið lógin eigur at tæna.
Vit hava í ov stóran mun nógv
eftirlit við okkum, heldur enn
álit. Bárður Larsen, løgfrøðingur,
sigur um evnið, at okkara
heimligu skipanir eru stórt sæð
bygdar á tær donsku og tað gevur
trupulleikar. Serliga tí tær eru
gjørdar til nógv størri samfeløg,
har ein stór umsiting og eitt
størri eftirlit kann rættvísgerast.
Hvørja ferð ein lóg verður
gjørd, stendst eitt eftirlit og
ein umsiting í kjalarvørrinum.
Tað sigur seg sjálvt, tí onkur má
hava eftirlit við, at lógirnar verða
hildnar. Spurningurin er, nær er
nóg mikið av eftirliti í okkara
samfelag. Nær er umsitingin
nóg stór, ið stýrir okkara 50.000
fólkum?
solvit@sosialurin.go
Visti tú?
At ein lóg sigur, at um
maður føðir vill djór, so
sum úlv ella bjørn, so skal
viðkomandi sjálvur rinda
skaðan, ið kann standast av
hesum
Visti tú?
At ein lóg sigur, at klokkarin í
eini kirkju ikki skal stilla klokkuna
øðrum til taks, hvørki til brúdleyp,
jarðarferð ella líknandi. Revsingin fyri
at stilla klokkuna til taks eru tjúgu
silvurlodd, sum skulu rindast til
kirkjuna