hósdagur 2. februar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
11
Tað eru nógvir
eftirlitsstovnar í
Føroyum. At gera eina
endaliga uppgerð yvir
allar stovnarnar vildi
verði eitt ógvuliga
umfatandi arbeiði
og hevði eisini kravt,
at ein neyv lýsing av
einum eftirlitsstovni
bleiv gjørd, so veljast
kundi til og frá.
Felags fyri teir stovnar,
ið vit hava á listanum
er, at teir eru allir á
fíggjarlógini og eru til
fyri at halda eyga við og
umsita lógir og reglur.
Endamálið og
virksemi hjá teim
ymsu eftirlitinum og
stovnunum er sera
ymiskt. Tað fevnir
um so at siga alt frá
dátueftirliti til eftirlit
við fiskiveiðu.
Hesir eftirlitsstovnar
eru í Føroyum
Dátueftirlitið
Fiskiveiðieftirlitið
Sáttmálaeftirlit
Eftirlit undir Vinnustovninum:
Fjarskiftiseftirlit
Tryggingareftirlit
Brúkaraumboðið
Kappingareftirlit
Posteftirlitið
Brunaeftirlitið
Skráseting Føroya
Umhvørvisstovan
Javnstøðunevndin
Landsverk
Arbeiðseftirlitið
Landsstýrismálanevndin
Løgtingsins Umboðsmaður
TAKS
Føroya Váðaráð
Sjóvinnustýrið
El-nevndin
Akstovan
Heilsufrøðisliga Starvsstovan
Kommunala Eftirlitið
Visti tú?
At eingin veit,
hvussu nógvar
lógir eru í gildi í
Føroyum?