Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 12 HALDA ALT SKAL VERA SUM Í DANMARK – Vit kopiera ov nógv og eru ikki tilvitað um okkara avmarkingar. Tað sigur Bárður Larsen, løgfrøðingur. Hann vísir millum annað á, at vit hava implementera skipanir her heima, ið eru grundaðar á nógv størri lond enn okkara SÓLVIT E. NOLSØ T að er ein tendensur, sum gongur aftur í nógvum londum, at tey taka skipanir frá hvørjum øðrum og seta tær í verk hjá sær sjálvum. Tað kann verða eitt sindur ymiskt hvussu tað fer fram, men ofta er tað ein ávísur tíðarandi, ið avgerð hvat tú tekur aðrastaðni frá. Til dømis er tað fyri tíðina ógvuliga politiskt rætt at føra ein grønan politikk. Lond hyggja millum sín og taka stovnar frá hvørjum øðrum og tað kann rigga. Serliga um tað eru í stødd toluliga javnlík lond, sum gera tað. Til dømis eru Danmark, Norra og Holland so mikið javnlík til støddar, at tað lætt kann gerast. Bárður Larsen, løgfrøðingur, sigur, at trupulleikar kunnu standast, tá støddarlutfallið gerst ov stórt og smærri lond taka stovnar og skipanir frá nógv størri londum. – Tá støddarlutfalli gerst 115:1, sum millum Danmark og Føroyar, tá kann tað gerast ein trupulleiki, sigur Bárður Larsen. Hann vísir á, at tað slepst ikki undan, at tað er lutfalsliga dýrt at vera lítil og vilja levera tað sama av skipanum og tænastum sum nógv størri lond. Men tað legst kortini sum steinur oman á byrju, um man tá heldur ikki tilvitaður um støddina og sinnaður at laga strukturin eftir samfelagsstøddini. Tá ein kopierar ein stovn ella eftir­lit úr til dømis Danmark og minkar støddina frá 115 til 1, og onki annað ger, so situr man eftir við einum strukturi, ið hevur sundur­ deilt funktiónirnar so nógv, at tað krevur bæði óneyðuga nógv starvsfólk og øvugt hevur við sær samstundis, at ov fá starvsfólk við ov lítlari venjing vera á ymisku postunum. – Kortini er hetta júst tað, vit hava gjørt, tá vit hava pettað starvs­fólkaorkuna sundur í nógv­ ar og smáar skrivstovur undir hvørjum landsstýrismanni í eini ráðharraskipan, ið upprunaliga er skapað til munandi størri statsligar skipanir, ella tá vit hava valt at hava eins kompleksan eftirlitisstruktur sum danir, hóast Løgtingsins umboðsmaður og kærunevndirnar saktans kundu verið ein felags kærumyndugleiki við breiðum heimildum og nógv effektivari útnyttan av avmarkaðu orkuni, sigur Bárður Larsen. Hann vísir á, at í fleiri førum hava vit tikið skipanir úr Danmark, einans grundað á úrslitið av eini tilgongd, uttan at taka atlit til til­gongdina sjálva og tað, sum varð ført fram undir donsku fak­ ligu viðgerðini.. Danir fingu t.d. eina lóg um ráðharraábyrgd í 1964. Frammanundan hevði sitið nevnd frá 1959 til 1962 við øllum fremstu donsku serfrøðingum á økinum, og meirilutin av teimum helt onga nyttu fara at vera í eini lóg um ráðharraábyrgd. Men danskir politikarar settu kortini lóg um ráðharraábyrgd í gildi í 1964, og í 1990-árunum fingu vit so líknandi lóg grundað á danska politiska úrslitið heldur enn tær góðu fakligu grundgevingarnar, sum vóru ímóti. Ikki neyturviliga ein trupulleiki Hann sigur víðari, at tað kortini er ikki óvanligt, hvørki her hjá okkum ella aðra staðni, at skipanir verða kopieraðar. Í ein ávísan mun slepst ikki undan hesum, tí mangan er ongin grund til at uppfinna djúpa tallerkin umaftur, og grundleggjandi institutiónir eru hartil truplar at menna frá grundini. So lán av institutiónum er ikki trupulleikin í sær sjálvum; trupulleikin er, tá lánið gerst púra óreflekterað sum um tað, ið onkur annar ger er úttrykk fyri eitt fullkomið rationelt val, har skipanin enntá verður hildin at hóska til einhvørja stødd. Í fakbókmentum verður víst á, at jú meira ótrygg ella óavklárað ein skipan er um, hvat tað er, hon vil, jú meira er væntandi, at ymiskir bygnaðir verða neyvt kopieraðar aðrastaðni frá. Hetta pass­ar sera væl uppá Føroyar. Eftir kreppuna 1990-árunum var fatanin, at tað var ikki nóg gott við fyrisitingarrættarligu rætt­ indunum hjá borgarunum. Man visti kortini ikki ordiliga, hvussu hetta skuldi taklast. Men danir høvdu jú havt bæði kærunevndir og ein umboðsmann, sum vóru hildin væl at tryggja borgarunum rættartrygd, so hví ikki gera tað sama? Bárður Larsen vísir eisini á, at, at tá politiska skipanin ikki hev­ ur eina greiða fatan um, hvørja skipan hon vil hava, so verða tað í størri mun fakfólk, ið standa eftir við uppgávuni, og tá verður tilgongdin – í hvussu er, har meir enn 90 % av fakligheitini er útbúgvin í Danmark – meira merkt av ókritiskari yvirtøku av fremm­andum fyrimyndum, enn um politikarar sjálvir skaptu loysn­irnar. Hetta tí, at fakfólk hava lyndi til at identifisera seg við og at taka við tí hugsunarhátti, ið er ráðandi, har tey hava tikið sínar útbúgvingar, og sum framgongur av bókmentunum, ið tey kendu frá lestrartíðini. Sum dømi um hetta vísir hann á, at eldra stýrisskipanarlógin var ein meira líkatil og pragmatisk skipan, eitt praktiskt arbeiðsamboð fyri nýggja landsstýrið undir heima­ stýrisskipanini og í størri mun – hóast løgfrøðingur gjørdi útkastið – skapað av politikarum enn seinna stýrisskipanin frá 1990-árunum. Seinna stýrisskipanin var minni merkt av politikarum, men heldur løgfrøðingum og øðrum fakfólkum, ið høvdu donsku grundlógina og donsku statsumsitingina sum fyrimynd. Úrslitið bleiv ein alt ov TEMA Eftirlit Tá politiska skipanin ikki hevur eina greiða fatan um, hvørja skipan hon vil hava, so verða tað í størri mun fakfólk, ið standa eftir við uppgávuni Bárður Larsen Bárður Larsen: Bárður Larsen, løgfrøðingur, sigur, at í stóran mun hava vit kopiera okkara lógarverk úr øðrum londum, serliga Danmark