hósdagur 2. februar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
13
tung fyrisiting til so lítið samfelag
og ein stýrisskipanarlóg, ið yvirtók
valdsbýtistankar o.a. frá eini meira
enn 150 ára gamlari europeiskari
grundlóg, ið upprunaliga varð
skrivað til eina skipan, har kongur
enn hevði reelt vald í eini togtogan
við ríkisdagin.
Bárður Larsen vísir eisini á,
at ikki einans fyrisitinginin er
óneyðuga skipað eftir danskari
fyrimynd. Tað sama er galdandi
alt okkara lógarverk, alt okkara
lóggávuparadigmi.
– Vit taka fyri givið, at Løgtingið
hevur somu lóggávuorku sum
Fólkatingið. Vit eru læst í tí, at lóg
gávan má vera líka sum í Danmark.
Tìskil fara vit eftir somu loysnum
sum danir, men tá vit ikki orka tað,
so gerst endin oftast, at
vit gera onki. Øll
kenna mongu
royndirnar
at
endurskoða
forsorgarlógina undir einum, sum
eru strandaðar higartil hvørja
ferð. Landsbyggireglurgerðin,
sum nýliga er komin, fyllir 150 A
4 síður. Prosjektið strandaði ferð
eftir ferð aftaná fyrstu royndina í
1972. Kortini var man so læstur í, at
tað skuldi vera sum í Danmark, at
ongin hevur hugsað, um vit fara at
hava orku til at viðlíkahalda hetta
alt ov umfatandi regluverkið, sigur
Bárður Larsen.
Bárður Larsen sigur víðari,
at tað er helst ov radikalt at
ímynda sær, at eitt samfelag so
lítið sum okkara fer at menna
sítt heilt egna lóggávumodell, ið
er grundleggjandi ymiskt frá tí
danska og teimum norðurlendsku.
Men ein tilvitan um tað minni
lóggávuorkuna, ið støddin hevur
við sær, hevði í hvussu er verið
ein hjálp. Um ikki annað hevði
borið til við landsbyggireglugerð
og øðrum serliga umfatandi pro
sjektum at pettað tey sundur
og viðtikið í smáum, ella kanska
lækka ambitiónsniveaið og roynt
at satsað uppá teir partar, ið
vóru mest týðandi, og
síðan latið restina
ligið.
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
Nakað líknandi sæst við teimum
yvirtøkunum, sum eru framdar
seinastu árini. Føroyingar síggja
helst uppá sjálvstýri sum einans
eitt kvantitativt fyribrigdi. Fult
sjálvstýri er fingið til vega, tá
glasið er fult – tá alt av málsøkjum
er yvirtikið frá dønum. Sjálvt
ikki ein formliga fult sjálvstøð
ugur føroyskur statur, um tað
nakrantíð verður, kann hugsa
soleiðis. Ein smástatur kann
ikki hava fullveldi uppá somu
premissur sum ein stórur statur.
Tað vil vera upplagt, at nakrir
umsitingartungir, men politiskt
minni týðandi, partar av lógar
verkinum, halda fram at vera
felagsmál við tað ríki, sum man
hevði tættast samstarv við.
Vit taka longu í heimastýris
støðuni fyri givið, at Løgtingið
hevur
somu
lóggávuorku
sum Fólkatingið. Tí síggja vit,
at slík sera tung, men sam
stundis politiskt minni týð
andi, lógarverk sum málsøkini
formúurætturin og revsirætturin
eru yvirtikin í 2010. Bæði eru sera
umfatandi, og serliga tað fyrra
fevnir yvir nógvar ymiskar lógir.
Lógarverk av hesum slagi kalla
eingilskmenn fyri “lawyers law”.
Talan er um lóggávu, ið broytist
og mennist sera seint, og sum
vanliga parlamentariska valdið
ikki hevur stórvegis ávirkan á,
hóast hesi rættarøki formliga
vera samtykt á tingi um okkara
leiðir. Ti kann undra, at tað er so
týðandi fyri okkara politikarar at
yvirtaka hesar lógir.
– Hóast mong ár eru gingin
síðan hesar yvirtøkur, so eru
ongi initiativ at síggja til at seta
føroysk politisk fingramerki á
hesi lógarøki; enn ikki er nøkur
ætlan um at flyta lógirnar yvir
í føroyskt mál, sigur Bárður
Larsen.
Bárður Larsen heldur at enda,
at vit skuldu heldur lagt okkum
meira eftir at gjørt skipanir, ið
eru egnaðar til viðurskiftini hjá
okkum, sum búgva í Føroyum.
Fortreytin fyri hesum er kortini,
at vit meira enn tað sama
raðfesta at fara undir at menna
eina serstaka føroyska fakliga og
akademisk traditión
Mangla politiskt
initiativ
Vit taka fyri givið, at Løgtingið hevur
somu lóggávuorku sum Fólkatingið. Vit
eru læst í tí, at lóggávan má vera líka
sum í Danmark. Tìskil fara vit eftir somu
loysnum sum danir, men tá vit ikki orka
tað, so gerst endin oftast, at vit gera onki
Bárður Larsen