hósdagur 2. februar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
14
TEMA Eftirlit
SÓLVIT E. NOLSØ
R
ani Nolsøe er kanska best
kendur sum tónleikari úr
bólkinum Frændur, sum
í áttati árunum legði
nógv afturat okkara sangskatti.
Frændur høvdu eina fjøltáttaða
viftu av sangum og evnum. Evnini
breiddu seg frá fosturlandssangum,
til samfelagsrevsing og til kær
leikssangir. »Føroyar« er ofta út
gangsstøði hjá teimum og verður
nógv brúkt. Samrøðan millum
Rana og meg snúði seg eisini um
Føroyar, men ikki útfrá einum
evni, ið Frændur hava sungið um.
Vit tosaðu um okkara lógarverk
og eftirlit við okkara lógum, sum
Rani Nolsøe heldur verða nógv ov
umfatandi.
Eingin veit hvussu
nógvar lógir eru
Í fleiri umførum hevur Rani Nolsøe
luttikið í kjakum, sum snúgva seg
um yvirreguleraða samfelagið
Føroyar. Hann førir ofta fram, at vit
hava eitt alt ov stórt og umfatandi
lógarverk, sum ikki er neyðugt.
Hann metir, at tað eru nógvar
lógir, sum als ikki neyðugar í dag,
men sum enn eru í gildið, tí onkur
hevur hildið tað verið neyðugt at
gera ein lóg. Ofta innan økir har
eingir trupulleikar hava verið fyrr
og í summum førum eru lógirnar
púra óneyðugar.
– Eg hjálpti einum bónda fyri
nøkrum árum síðani, sum var
komin í neyð við TAKS. Orsøkin
var, at hann hevði givið seyð
afturfyri fjallgongu og tað vísti
seg, at mann eigur at gjalda skatt
fyri tað. Eg kannaði málið og fann
lógina, ið var so knortlutur, at
tað var næstan ikki fyri vanlig
fólk at finna útav. Tað stóð í
lógini, at rindast skuldi skattur
at seyði, ið bóndin hevði givið
vegna fjallgongu. Tað vísir bara, at
lógirnar ikki taka útgangsstøði í tí
dagliga lívinum hjá okkum, men
eru ofta høpisleysar, sigur Rani
Nolsøe.
Hann spurdi tá ein løgfrøðing,
sum hann hevði biðið um hjálp
í hesum sambandi, um hvussu
nógvar lógir vórðu í Føroyum og
um nakar fylgdi við. Rani Nolsøe
sigur at løgfrøðingurin ikki visti
svarið og hann segði víðari, at tað
gjørdi nokk eingin.
– Hetta vísir bara, at vit hava ov
nógvar lógir og í nógvum førum
hava vit lógir, ið skapa trupulleikar
har eingir eru frammanundan. Vit
hava eitt lógarverk, sum kemur ov
langt inn á okkum. Tá tað byrjar at
regulera fjallgongu og seyðadráp,
tá er tað næstan bara eplaveltan
eftir at regulera, sigur Rani Nolsøe.
Mugu trimmað
lóggávuverkið
Rani Nolsøe sigur, at vit mugu fáa
eitt sporføri inn í okkara lógarverk,
ið fortelur okkum nær ein lóg ikki
er neyðug longur. Hann heldur, at
landsstýrið eigur at brúka orku
uppá at avtaka lógir, tá tær ikki
hava relevans longur.
–Í ávísum førum brúka politikk
arar tað sum eitt dømi uppá
arbeiðssemi, at teir hava fingið
fleiri lógir í gjøgnum. Tað kann
ikki verða endmálið í sær sjálvum,
at viðtaka lógir, men tað má geva
meining. Hvar í skipanini til dømis
situr onkur og heldur tað verða eitt
gott hugskot at regulera føroyska
seyðakjøtið út í odd og egg, tá
eingir trupulleikar standast av tí,
sigur Rani Nolsøe.
Hann heldur, at eftirlitið við
okkum sum borgarum í Føroyum
í nógvum førum er alt ov stórt,
men ásannar tó, at eftirlit skal
til. Hann nevnir Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni sum dømi. Rani
Nolsøe sigur, at vit hava brúk fyri
stovninum at hava eftirlit við tí,
sum fer av landinum og annars
at taka sær av tí lógarverki, ið er í
matvørulógini, men at regulera seg
heilt inn í kjallaran hjá fólki, tað er
at fara ov langt.
Mugu hava eitt lógarverk
Rani Nolsøe leggur dent á, at vit
sjálvandi brúk fyri einum lógar
verki. Vit mugu hava eitt lógarverk,
sum regulerar samfelagið og til
dømis tryggjar vælferðarstatin.
Hann sigur, at í veruleikanum
er hann ikki áhugaður í einum
samfelagið, ið verður deregulerað,
men hann eftirlýsir eina skipan,
ið er lagað til tørvin hjá fólki og
ikki bert eftir hvussu nógvar lógir
politikkarar klára at gera.
– Kjarnan í lógarverkinum skal
verða at hjálpa fólki og serliga
teimum, sum hava brúk fyri tí, men
vit hava brúk fyri einum smalari
lógarverki, færri eftirlitum og færri
reguleringum, sigur Rani Nolsøe.
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
SKAPA TRUPULLEIKAR
HAR EINGIR ERU
Rani Nolsøe heldur, at í Føroyum hava vit góðar møguleikar at
gera eitt gott og einfalt lógarverk, men í staðin hava vit alt ov
nógvar lógir. Úrslitið er eitt yvirregulerað samfelag
Rani Nolsøe:
SÓLVIT E. NOLSØ
Løgmaður, Aksel V. Johannesen,
varðar
av
lógarmálum
í
Føroyum. Tí er tað hóskandi, at
hann svarar uppá spurningin
hvørt tað fyriliggur ein ætlan
um at eftirhyggja lógarverkið í
Føroyum.
– Hetta er eitt rættiliga saman
sett og torgreitt evni. Tað er einki
at ivast í, at tað óivað eru deildar
meiningar, um okkara lógarverk
er ov umfatandi ella ikki.
Eg haldi, at vit yvirskipað
hava fleiri avbjóðingar á lógar
økinum. Í summum førum hava
vit ókritiskt yvirført danskar
lógir, sum eru gjørdar til danska
samfelagið, sigur Aksel V. Jo
hannesen.
Løgmaður sigur víðari, at tað
fyriliggur ikki nøkur ítøkilig
ætlan at eftirhyggja alt lógar
verkið í Føroyum undir einum,
men at landsstýrið leggur kortini
stóran dent á at fylgja væl við,
so óneyðug lóggáva ikki verður
sett í verk.
– Eisini hugsa vit um, at
lógarverkið í tann mun, tað ber
til, endurspeglar veruleikan í
Føroyum, sigur Aksel V. Johanne
sen.
Løgmaður ásannar tó, at í
summum førum hava vit eitt
gamalt lógarverk, sum ikki er
dagført og at tað er sjálvandi
óheppið. Tað er tó ikki bara
aldurin á lógarverkinum, sum
er avgerandi. Løgmaður heldur,
at vit hava fleiri dygdargóðar
gamlar lógir, ið hava verið í gildi
í fleiri áratíggju. Felags fyri hesar
lógir er, at tær hava niðurskrivað
okkara aldargomlu siðvenju.
– Ofta verður nevnt, at vit
skulu gera lógarverkið meira
einfalt og skraddaraseyma tað
til føroyska samfelagið. Tað eri
eg samdur í. Men sum partur
av altjóða samfelagnum eru vit
stundum noydd til at seta størri
lógarverk í gildi fyri at okkara
vinnulív kann samstarva og
kappast við onnur lond, sigur
Aksel V. Johannesen.
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
Eingin ætlan um at eftir
hyggja lógarverkið
Í nógvum førum
hava vit lógir, sum
skapa trupulleikar,
har trupulleikar
ikki vóru
frammanundan
Rani Nolsøe
Løgmaður sigur, at tað
fyriliggur eingin ætlan um
at eftirhyggja lógarverkið
Rani Nolsøe
heldur, at tað eru
ov nógvar lógir,
sum ikki taka
atlit til føroysk
viðurskiftir