Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 15 RAÐSENDINGAR Eitt nýtt ár krevur nýtt sjónvarpstilfar Sendirøðirnar hava av álvara fingið luft undir veingirnar seinastu árini. Aftur í 2017 koma í hópatali av sendirøðum, har mangar hollywood stjørnur síggjast á skíggjanum. Her er ein listi fyri 2017, sum ummælarar á filmssíðuni IMDB hava gjørt. Iron Fist Ein ungur maður fær ótrúligar dystareginleikar og eina mystiska orku, sum kallast Iron Fist. 2 Taboo Ævintýrarin James Keziah Delaney byrjar sítt egna flutningskongaríkið tíðliga í 1800 talinum. 3 Guerilla Aktivistar í 1970’unum í London stríðast fyri at fáa ein poltiskan fanga leyslatnan og byrja samstundis eina mótmælisrørslu. 4 American Gods Ein nýliga leyslatin fangi við navninum Shadow hittir ein loyndarfullan mann, sum rópar seg Wednesday. Hann veit alt um lívið og fortíðina hjá Shadow. 5 Inhumans Sendirøðin byggir á eitt samfelag, har sokallaðar superhetjur berjast fyri at verja seg og síni. 6 Orville Sendirøðin gongur fyri seg um 300 ár og fylgir tí ikki so væl eydnaða skipinum, sum skal ferðast til jørðarinnar kjarnu. 7 The Deuce Porno og prostitutión herjaðu í New York í 70’unum og 80’unum, og hendan sendirøðin lýsir lívið hjá summum hetta tíðarskeiðið. 8 Big Little Lies Sendirøðin greiðir frá lagnum hjá trimum mammum at børnum í fyrsta flokki, sum liva góð lív. Lív teirra fara tó av sporinum, tá ið tey uppliva eitt morð. 9 Powerless Hendan sendirøðin fylgir starvsfólkunum í einum tryggingarfelagið, hvørs kjarnuøkið er at veita trygging til ósek fólk, sum verða rakt av skaðum orsaka av stríðnum millum superhetjur og superbandittar. 10 1 Top 10 sendirøðir í 2017-02-02