hósdagur 2. februar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
16
NEMESIS: HEÐIN
Heðin sveik sínar egnu
Annika
nýtti somu
uppskrift
sum Heðin
Vánaligur
moralur
lopfjøl til
landsins
hægstu
sessir
Bjørn á Heygum
N
ú er so tiltikna komm
unuvalið
í
Havn
endaliga lokið og
yvirstaðið. Populeri
kongurin og fólkakæri borgar
stjórin yvir Havnar Býi í samfull
tólv ár, Heðin Mortensen, er
ikki bara á ein sera ódámligan
hátt skumpaður av trúnuni, nei,
hann er rætt og slætt politiskt
sniðmyrdur, – verður sagt.
Men hvat var tað sum hendi, og
hvussu kann hetta bera til?
Jú, tað er sára einfalt! Annika
Olsen, sum legði hesa sniðfundigu
avrættingarætlan til rættis, og
førdi knívin, brúkti júst somu
uppskrift sum Heðin sjálvur
brúkti í 2004, tá hann á fyrsta
sinni bleiv borgarstjóri!
Við øðrum orðum, Heðin hevur
sjálvur lagt øðrum lag á sína egnu
avrætting !
Hann gjørdi nevniliga sjálv
ur í sínari tíð ikki mætari enn at
taka av einum tilboði frá Tjóð
veldisflokkinum og Javnaðar
flokkinum um at blíva borgar
stjóri, bert nakrar tímar aftaná,
at hann saman við hinum báðum
sambandsfólkunum og Fólka
flokkinum hevði skipað sam
gongu, við Jan Christiansen, sum
stundandi borgarstjóra.
Heðin sveik sínar egnu
Fyri Heðin var tað eftir øllum at
døma líka feitt, um hann so sveik
sínar egnu og leyp frá lyftum og
gjørdum avtalum – her galt bara
um at dyrka sítt ego og nøkta sína
egnu fáfongd!
Tá muran er ring, so er skjótt,
at valdsgirndin vinnur á bæði tign
og heiðurligheit!
Men – um enn bæði skitin og
lúsutur atburður, so var hetta ein
uppskrift, sum Heðin slapp sera
væl frá. Beint móti tí, sum ein
skuldi væntað, bleiv hann ikki
revsaður fyri sína níðingsgerð av
veljarunum – tvørturímóti!
Her loysti tað seg rætt og slætt
at vera falskur og óærligur – inntil
víðari!
Hevndin
Men Heðin var ikki greiður yvir,
at slíkar skarnsgerðir hevna seg
fyrr ella seinni.
Spurningurin er nevniliga bara
um tíð til ein slíkur syndari verður
heimsøktur av hevndarguðinnuni
Nemisis!
Nemesis er tann grikska
guðinnan fyri bæði rættvísi og
hevnd. Hennara vreiði rakar
menniskjaliga hugmóð og stór
lætisørskap – har sum jarðarinnar
lóg ikki røkkur kemur hennara
hevnd ístaðin!
Hybris (synd og hugmóð)
verður treytaleyst revsað við
“Nemesis” – undirgangi!
Hevndin kom brádliga og
óvæntað í kvinnuligum hami –
umboðað av nýggja stjørnuskot
inum á himmalhválvinum – hini
politiskt sera ótilrokniligu og
opportunistisku Anniku Olsen.
Annika leyp frá
gjørdum avtalum
Annika Olsen sá nú sama møgu
leikan, sum Heðin á sinni, at skapa
sær eina nýggja politiska karrieru
við at lata hánt um gjørdar av
talur.
Eins og Heðin, so hevði hon
Tíðargrein