hósdagur 2. februar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
17
N SNIÐMYRDUR
TÍÐARGREIN
onki moralskt samvitskubit, tá
tað galt um at svíkja givin lyftir
og egna undirskrift.
Til tað var tølandi tilboðið um
borgarstjórasessin, sum nú stóð
henni í boði frá Tjóðveldinum
og Framsókn, alt ov lokkandi og
kærkomið!
So kundi tað vera líka mikið,
um hon hevði gjørt hátíðarligar
avtalur, og sent út almennar frá
boðanir frammanundan, um at
skipa eina samgongu við Heðini
Mortensen sum borgarstjóra!
Annika nýtti somu
uppskrift sum Heðin
Annika hevur nevniliga fatað
óbeinleiðis boðskapin frá Heðini
um, at lusk, og óheiðurligur at
burður, lønar seg, og ikki verður
revsað politiskt í Føroyum, –
tvørturímóti!
So hví íkki endurtaka hepna
framferðarháttin hjá Heðin,, og
kanska blíva populerasti – ella
kanska aftaná Heðini, – næst
populerasti borgarstjórin í Havn
í nýggjari tíð!
Vánaligur moralur lopfjøl
til landsins hægstU sessir
Tað vísir seg at ring mura og vána
ligur moralur er ein beinleiðis
dygd í Føroyum, – og onki minni
enn ein lopfjøl til landsins hægstu
embæti!
Tak Anfinn Kallsberg, sum
gjørdi seg sekan í grovum stuldri
á Frostvirkinum í Norðdepli,
(912.000 kr.) og sambært bókini
“Skjót Journalistin” enntá megn
aði at falsa ørgrynnu av skjølum
fyri at dylja stuldurin.
Maðurin fekk eina so dygga
álitisváttan frá veljarunum, at
hann ivaleyst kundi hugsa sær at
gjørt hetta umaftur!
Stuldur skapar álit
Og hvat við Jørgen Niclasen,
sum býtti um Baader Maskinur
hjá Fiskavirking og síðani skifti
spjaldrið á maskinunum, so stuld
urin ikki skuldi verða avdúkaður!
Og ikki at forgloyma tollssvikið
í Sørvági, har maðurin eftir sera
álvarsamar skuldsetingar um
snýt og bedragarí royndi at reinsa
sína sokallaðu æru, men kom bæði
flongdur og æruleysur útaftur
úr rættarsalinum ásannandi, at
alt sum var sagt og skrivað um
hansara svik, ómoral og ringu
muru sambært Landsrættinum
var bæði rætt og satt!
At vera bæði íspegil, charlatan
og svindlari – hjá okkum er tað
ongin forðing fyri eini stórslidnari
politiskari framtíð. Maðurin er
jú framvegis løgmansevni hjá
Fólkaflokkinum, - og álitið hevur
ongantíð verið størri enn tað
sama!
Lygnir vendast til dygdir
Aðrir spreingja bara alt í luftina
fyri at bjarga sær sjálvum, tá teir
av einum kanningarstjóra verða
avdúkaður, sum stórlygnarar á
tingsins røðarapalli.
Tá Hans Gammeltoft Hansen
kom til ta púra greiðu og kláru
niðurstøðu, at Kaj Leo tilvitað – og
als ikki av gáloysni – hevði logið
fyri tinginum, gjørdi hann ikki
mætari enn at upploysa tingið
og útskriva val í úrtíð.
Hervið slapp jassurin undan
misáliti, og einum møguligum
rættarmáli, har hann kundi verið
ákærdur fyri brot á lóg um ábyrgd
landsstýrismanna fyri við vilja at
hava borðreitt við ósannindum
fyri tinginum.
Snilt og skjótt atborið, – man
má bara taka hattin av fyri slíkum
monnum!
Men Nemesis sleppa teir valla
undan – vit menniskju ráða ikki
lagnuni!
Stuldur
skapar álit
Lygnir
vendast
til dygdir