Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 18 KANN IKKI TO ØLLUM EFTIR MUNNINUM Henrik Old: – Eg tími ikki lurta eftir tá ið fólk halda talur, ið eru so avrundaðar, at man má spyrja hvat tey meintu við, tá tey eru liðug. Tá er frægari, at man torir at siga tað, ið man hevur á hjarta, sigur Henrik Old Hallur av Rana Tað var alt annað enn ein dansur á rósum, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, í september 2015 arbeiddi við at finna røttu samansetingina til nýggja landsstýrið, ið skuldi stýra føroyska samfelagnum næstu fýra árini. Hóast bæði Javnaðarflokkurin og floksformaðurin Aksel V. Jo­ hannesen høvdu eitt rimmar val, ið meira ella minni tryggjaði, at Aksel V. Johannesen fekk boðið løgmanssessin, so var blekkið á sam­gonguskjalinum ikki meira enn tornað, tá samgongan fekk ein frammaná frá einum av sínum egnu. Sonja J. Jógvansdóttir, ið stillaði upp fyri Javnaðarflokkurin, boð­ aði brádliga frá, at hon tók seg úr samgonguni. Um sama mundi segði hon við Kringvarp Før­oya, at hon hevði fingið bjóðað lands­ stýrissessin í Inn­lendis­málum, men hevði takkað nei til tilboðið. Royndur politikari Í staðin vendi samgonguleiðarin seg til ein av royndastu politikarunum á Føroya løgtingi, nevniliga tá 68 ára gamla Henrik Old. Nýútnevndi landsstýrismaðurin fór skjótt til verka, og hevði ikki sitið í sessinum í meira ein mánað, tá hann fyrstu ferð endaði í and­ glettinum eftir, at hann boðaði frá, at játtanin á 22 milliónir til eina eina nýggja Nólsoyarferju á fíggj­arlógini varð strikað, og verk­ ætlanin útsett. Hóast nólsoyingar, tingfólk í samgongu og onnur mótmæltu, so rein ikki við hjá landsstýrismann­ inum. Skjótt gjørdist eisini fólki greitt, at her var talan um ein landsstýrismann, ið ikki hevði nakran trupulleika við at standa á odda í politiskum ódnarveðri. Fiskur heldur enn politikk At arbeiða í ódnarveðri og trupl­ um umstøðum er ikki ókent fyri landsstýrismannin í sam­ferðslu­ málum, ið meginpartin av lívinum hevur havt sítt dagliga yrki á sjónum. Í 1964 fór hann sín fyrsta túr til skips, og í 1977 fekk hann prógv sum skipari. Sjey ár eftir, at hann gjørdist skipari valdu veljararnir í gamla Suðuroyar valdømi vágbingin inn á ting sum nummar tvey á list­ anum hjá Javnaðarflokkinum á oynni. Einans Atli P. Dam, ið tók við løgmanssessinum eftir valið, fekk fleiri atkvøður enn Henrik Old á javnaðarlistanum. At hann varð valdur inn á ting, forðaði honum ikki at halda fram við yrkisleið síni á sjónum. Tvørturímóti, so hevur hugurin hjá landsstýrismanninum altíð veri størri til fisk enn politikk. – Um eg skuldi valt millum løg­ ting og fiskiskap, so hevði eg valt fiskiskapin. Tað er einki at ivast í. Men samansetingin hevur borið til hesi árini, tí eg havi fiskað um summarið, tá løgtingið hevur verið í summarferiu, sigur Henrik Old. Fór á pensjón Politiska yrkisleiðin hjá Hen­ riki Old tyktist at taka ein enda í 2004, tá hann ikki varð aftur­ valdur á løgtingsvalinum, men tá Fólkaflokkurin, Sambands­flokk­ urin og Javnaðarflokkinum funnu saman í eina ABC-samgongu vóru boð úr tinginum eftir Henrik Old, ið gjørdist fasti varamaður, tá Jó­ annes Eidesgaard tók við sum løg­ maður. Í 2008 hevði núverandi lands­ stýrismaðurin tó fingið nokk av politikki og valdi at fara á pensjón. Steðgurin gjørdist ikki serliga drúgvur, tí longu trý ár seinni, til løg­tingsvalið í 2011, gjørdi hann comeback í politikki og var aftur at síggja á vallistanum hjá Javn­ aðar­flokkinum. Tá eydnaðist eisini at koma aftur á ting sum nummar fimm á listanum hjá Javn­aðarflokkinum, og bleiv hann aftur­valdur fýra ár seinni. Rætta løtan Hóast Henrik Old nú var elsti og royndasti tinglimurin í ting­mann­ ingini hjá Javnaðar­flokkinum, so var hann ikki millum tey fyrstu, ið bjóðaðu seg fram, tá Javnaðar­ flokkurin skuldi manna tríggjar lands­stýrissessir. – Vanliga tá fólk gerast lands­ stýrisfólk er tað ikki nakað, ið tey sjálvi avgera. Tey verða spurd, um tey ynskja tað. Soleiðis var tað eisini hjá mær. Eg varð spurdur, men mátti hugsa meg um eina løtu, segði Henrik Old. Avgerðin var tó munandi lættari at taka, nú tá fyrrverandi skiparin ikki var so virkin á sjónum longur. – Fyri nøkrum árum síðan hevði eg sagt nei, tí mær dámdi so væl sjólívið, men nú eri eg ikki heilt ungur longur, so tað er ikki so lætt at halda upp á skipspappírini. So løtan var røtt at taka av, og eg helt, at eg hevði fleiri góðar royndir, ið kunnu brúkast í nýggja sessinum, sigur Henrik Old. Kennir skipanina Eftir at hava sitið á tingi í umleið 26 ár munnu tað vera fáir persónar, ið kenna politiska handverkið og landslagið eins væl sum Henrik Old. Sambært honum sjálvum, so er tað helst eisini størsta styrkin hjá honum sum landsstýrismaður. – Eg havi altíð verið av tí sann­ føring, at tað er betri at lands­ stýrisfólk hava havt sæti á tingi áðrenn tey gerast lands­stýrisfólk. Vit hava nevniliga 33 tingfólk, ið øll eru ymisk, og tað er týdningarmikið at kenna hesi fólkini, ið man skal samstarva við, sigur Henrik Old. Landsstýrismaðurin vísir á, at hóast fólk mangan halda, at lands­ stýrisfólk nærum kunnu gera sum tey sjálvi vilja, so eru tey í stóran mun bundin at løgtinginum. Tí er týdningarmikið, at landsstýrisfólk kenna politiska landslagið og hvussu arbeiðsgongdin er í løgting­ inum. – Vit kunnu ikki gera meira enn tað, ið løgtingið loyvir okkum. Tá ið ein landsstýrismaður fer undir eitthvørt, so má viðkomandi meta, um málið hevur nakran møguleika í tinginum, um man ynskir at fáa tað samtykt. Tað dugir man betri, um man sjálvur hevur royndir frá tinginum, sigur Henrik Old. SAMRØÐA Í 1964 fór Henrik Old sín fyrsta túr til skips, og í 1977 fekk hann prógv sum skipari. Sjey ár eftir, at hann gjørdist skipari valdu veljararnir í gamla Suðuroyar valdømi vágbingin inn á ting sum nummar tvey á list­anum hjá Javnaðar­flokkinum á oynni.