Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 19 SA Einki uttanumtos Sum tingmaður hevur Henrik Old mangan verið í andglettinum fyri sínar heldur bersøgnar meiningar, har hann ikki hevur hildið aftur, tá hann hevur sagt sína hugsan. Landsstýrismaðurin í sam­ ferðslu­málum viðgongur eisini gjarna, at hann helst vil sleppa und­an at hoyra upp á teir politik­ arar, ið eru bangnir fyri at siga teirra erligu hugsan, og í staðin royna at tekkjast øllum. – Tað er øgiliga troyttandi at lurta eftir einum politikara, ið royn­ir at tosa uttanum. Nú havi eg sitið mangar tímar tilsamans í tinginum, og fari sum oftast út at fáa mær kaffi, tá ávísir persónar, ið eg veit snakka uttanum, taka orðið, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat. – Eg tími ikki lurta eftir tá ið fólk halda talur, ið eru so avrundaðar, at man má spyrja hvat tey meintu við, tá tey eru liðug. Tá er frægari, at man torir at siga tað, ið man hevur á hjarta, sigur Henrik Old. At Henrik Old nú er lands­stýris­ maður hevur ikki broytt hansara hugsan um evnið. Tvørturímóti, so er hann fullgreiður yvir, at hann aldrin fer at kunnu tekkjast øllum. – Skalt tú vera landsstýrisfólk kanst tú ikki snakka øllum eftir munninum. Tað ber ikki til at sita í einum leiðandi starvi uttan at taka avgerðir, ið fær onkran at rista við høvdinum, sigur Henrik Old. Ótolin av lyndi Sum fyrrverandi skipari, so dylur landsstýrismaðurin í CFE-sam­ gonguni ikki fyri, at hansara gamla arbeiðspláss hevur havt ávirkan á hvussu hann skipar gerandisdagin í Samferðslumálaráðnum. – Eg eri av uppruna, og kanska sum úrslit av mínum arbeiði, meira ótolin enn flest fólk. Eg tími ikki at brúka ov langa tíð at taka eina avgerð, sigur landsstýrismaðurin, og leggur afturat. – Men tíbetur, so havi eg ikki ein stóran skarða av embætisfólkum í samferðslumálaráðnum, so sam­ bandi er tætt millum okkum. Vit hava skipað okkum soleiðis, at vit taka eitt mál, viðgera tað og fáa tað avgreitt, áðrenn vit fara víðari til næsta mál. Á tann hátt fáa vit avgreitt mál skjótari enn, um starvs­fólkini arbeiddu við hvør sín­ um máli yvir langa tíð, sigur Henrik Old. Hóast tað hevur eydnast at skipað arbeiðsplássið á slíkan hátt, ið landsstýrismaðurin ynskir, so viðgongur landsstýrismaðurin, at hann onkuntíð kann øsa seg inn á sínar gomlu starvsfelagar í ting­ inum, ið órógvar arbeiðið í aðal­ ráðnum. – Tá tingmenn seta lands­stýris­ manninum fleiri spurningar, ið skulu svarast innan stutta tíð, so kann stígur koma í arbeiðið við øðrum málum, tí øll embætisfólkini mugu svara fyrispurningum. Tað kann eg onkuntíð øsa meg yvir, tí vit ynskja at avgreiða onnur mál. Men eg má bara tola tað, tí sum tingmaður havi eg sjálvur sett fleiri spurningar til landsstýrisfólk, sigur Henrik Old. hallur@sosialurin.fo – Eg eri av uppruna, og kanska sum úrslit av mínum arbeiði, meira ótolin enn flest fólk. Eg tími ikki at brúka ov langa tíð at taka eina avgerð Eg eri av uppruna, og kanska sum úrslit av mínum arbeiði, meira ótolin enn flest fólk. Eg tími ikki at brúka ov langa tíð at taka eina avgerð