hósdagur 2. februar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
22
FRANSKA VALIÐ
DANJAL AV RANA
Í
fjør loyptu tvey valúrslit
hvøkk á ein stóran part
av heiminum. 23. juni at
kvøddi ein meiriluti av
enska fólkinum at fara úr ES. Eitt
lítið hálvt ár seinni, 8. novembur,
valdi amerikanska fólkið Donald
Trump sum forseta í USA.
Politiskir greinarar meta, at
orsøkirnar til óvæntaðu úrslitini
eru samansettar, men tó rættiliga
líkar í báðum førum. Ein ótti
fyri fremmandari tilflyting og
yvirgangi, ónøgd við støðuna á
arbeiðsmarknaðinum og and
stygd fyri politikkarum millum
fólk. Spurningurin, sum mong
seta sær, er um somu orsøkir
kunnu føra til líknandi óvæntað
úrslit í øðrum londum. Í ár skulu
nýggir forsetar veljast í Franka
ríki, Týsklandi og Hollandi;
munnu tey fara sama veg sum
USA?
23. apríl er fyrsta valumfar í
franska forsetavalinum. Sitandi
forsetin Francois Hollande hevur
valt ikki at stilla upp aftur. Tað
er kanska líka frægt, tí ongan
tíð í franskari søgu, hevur ein
forseti verið verri lýddur. Sein
asta meiningakanningin vísti, at
einans fýra prosent av franska
fólkinum halda, at hann klárar
seg væl sum forseti. Tað var tó
ikki serliga óvæntað, at hann 1.
desembur kunngjørdi, at hann
ikki fór at royna at gerast for
setavalevni aftur.
Fá vóru tey, sum mettu hann
hava nakran møguleika kortini.
Arbeiðsloysi í Frankaríki er stórt,
óttin fyri yvirgangi enn størri
og mótstøðan móti tilflytarum
og flóttafólkum hevur kanska
ongantíð verið størri. Alt hetta
talar fyri, at fronsku veljararnir
fara at leita sær til høgru, tá teir
síðst í apríl skulu velja forseta.
Tveitti pápan út
Alt bendi tí á eitt stríð millum
Francois Fillon, fyrrverandi
forsætisráðharran og valevni
hjá konservativa flokkinum,
og høgravíðgongdu Marine
le Pen, men ein fyrrverandi
sosialistur, fyrrverandi fíggjar
málaráðharrin, 38 ára gamli
Emmanuel Marcon, klárar seg
sera væl í veljarakanningunum.
Francois Fillon vann sera
óvæntað undanvalið í kon
servativa flokkinum móti fyrr
verandi forsetanum Nicolas
Sarkozy og fyrrverandi forsætis
ráðharranum Alain Juppé. Marie
Le Pen hevur sum so ongan av
bjóðara, tó at 27 ára gamla systir
dóttirin Marion Maréchal-Le Pen
er í fullari ferð fram í flokkinum.
Marine Le Pen yvirtók flokkin
eftir pápa sín, Jean-Marie Le Pen,
í 2011. Í august 2015 gjørdi hon
ikki mætari enn at tveita pápa
sín úr flokkinum, tí hann ikki
longur umboðaði virði floksins.
Marine Le Pen hevur seinastu
árini roynt at gjørt flokkin eitt
sindur meiri stovureinan, eins
og aðrir høgravíðgongdir flokkar
í Evropa. Tískil var ikki longur
pláss fyri stovnara floksins, Jean-
Marine Le Pen.
Veljarakanningarnar eru mest
sum á einum máli um, at Front
National og Marine Le Pen fara at
vinna fyrsta valumfari. Veljara
kanningarnar vísa hana støðugt
á odda í valstríðnum, við umleið
25 prosentum av atkvøðunum.
Um so er, fer Marine Le Pen at
endurtaka bragdið hjá pápa
hennara frá 2002, tá hann sera
óvæntað gjørdist nummar tvey
í fyrsta valumfarinum.
38 ára gamal ger um seg
Síðani er tað vorðið til eitt
hart stríð millum mið-vinstra
valevni Emmanuel Marcon og
konservativa valevni Francois
Fillon. Teir liggja stavn um
stavn beint um tey 20 prosentini,
men gongdin hjá teimum er hin
øvugta. Undirtøkan hjá Francois
Fillon er støðugt fallandi, um árs
skiftið lá hann á odda í veljara
kanningunum við 28 prosentum
av atkvøðunum, so er undirtøkan
hjá Emmanuel Marcon eitt vet
vaksandi, úr 17 prosentum fyri
tveimum vikum síðani upp í
20 prosent í seinastu veljara
kanningini.
Fá eru tó tey, sum vænta,
at Marine Le Pen verður næsti
forseti Frankaríkis. Valskipanin
við tveimum valumførum verð
ur mett sum ein konservativ
trygd, sum skal forða fyri, at
ov víðgongdir politikkarar fáa
valdið. Skipanin ger, at veljararnir
hjá taparunum í fyrra umfari fáa
møguleikan at atkvøða taktiskt í
seinna umfari, fyri tí valevnunum,
tey meta fer at gera minni skaða.
Tað hendi í 2002, tá vinstrahallu
veljararnir í stórum tali atkvøddu
fyri konservativa Jacques Chirac,
og tað verður mett sum sera
ósannlíkt, at Marine Le Pen vinnur
seinna valumfarið. Men tað bleiv
eisini sagt um bæði Brexit og
Donald Trump.
Teir báðir favorittarnir, Fran
cois Fillon og Marie Le Pen, hava
tó rent seg í politiskt ódnarveður
seinastu tíðina.
Fíggjarligar gølur spøkja
Bæði Marie Le Pen og Francois
Fillon eru nú undir illgruna fyri at
hava misbrúkt almennan pening.
Marine Le Pen og Front National
eru skuldsett fyri at hava nýtt ES-
pening til at rinda starvsfólkum
á floksskrivstovuni. Gølan er
meinlík teirri, ið feldi Morten
Messerschmidt í heyst. Skuld
setingin er, at peningur, sum
er tillutaður Front National frá
ES til politiska arbeiði teirra í
ES-tinginum, er vorðið nýtt til
at løna starvsfólkum á høvuðs
skrivstovu floksins í París
Marine Le Pen noktar at rinda
peningin aftur. Talan er um 2,2
milliónir krónur. Hon sigur, at
talan er um politiska forfylging
og at eingi prógv eru fyri skuld
setingunum.
Skuldsetingarnar móti Fran
cois Fillon eru nakað grovari.
Hann er skuldsettur fyri at
hava sett konu sína í starv sum
ráðgevi og lønt henni yvir 6,7
milliónir krónur av almennum
pengum. Trupulleikin er, at ilt er
at síggja, júst hvat starv hennara
hevur verið og illgruni er tí um, at
hon í veruleikanum onki hevur
gjørt fyri løn sína. Franska avísin
Le Canard vil eisini vera við, at
Francois Fillon hevur lønt børn
um sínum 625.000 krónur fyri tað
sama.
Francois Fillon noktar seg
sekan í skuldsetingunum, men
hevur gjørt tað greitt, at um
rættarmál spyrst burtur úr
málinum, stillar hann ikki upp
til forsetavalið.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
FAÐIRMORÐ
Í FRONSKUM
POLITIKKI
Veljarakann
ingarnar eru
mest sum á
einum máli
um, at Front
National
og Marie Le
Pen fara at
vinna fyrsta
valumfari
Í 2015 tveitti hon pápa sín úr flokkinum. Í vár vónar Marine Le
Pen at gera tað, pápin ongantíð megnaði - at vinna seinna umfar í
franska forsetavalinum og gerast forseti í fronsku republikkini