Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 23 Frá eydnuríkari døgum. Jean-Marine Le Pen gevur dóttur síni, Marie le Pen, ein koss, eftir at hon er afturvald sum formaður í Front National í 2014. Tað var í 2002, at franski velj­arin vísti, hvussu stór andstygdin fyri van­ligu politikkarunum var. Tá úrslitið av fyrra val­um­ farinum í franska for­seta­ valinum var klárt, gørdist greitt, at høgravíðgongdi Jean-Marie Le Pen var komin víðari til seinna umfar, við 16,9 prosentum av atkvøðunum. Jean- Marie Le Pen, stovnarin av høgra­víð­gongda flokkinum Front National, varð í 1990 dømdur fyri jødahatur fyri eina viðmerking um, at gass­kømurini hjá Hitler einans vóru ein lítil detalja í evropiskari søgu. Franskir dómstólar mettu, at hetta var at líkna við at avnokta Holo­ caust, nakað, sum er ólógligt sambært franskari lóg. Sitandi forsetin, Jacques Chirac, vann fyrra umfar við 19,8 prosentum, meðan forsætisráðharrin og leiðarin av sosialistiska flokkinum, Lionel Jospin, einans fekk 16,2 prosent av atkvøðunum og upplivdi eitt eðmýkjandi tap. Hann gavst í politikki sama dag, sum úrslitið varð almannakunngjørt. Úrslitið sendi bylgjur gjøgnum alt Frankaríki og Evropa. Fraklendingar skammaðust av at vera franskir, at hava givið einum slíkum manni ein pall at føra politikk á, og samdust um at gera alt í teirra valdi fyri at tryggja, at Jean-Marie Le Pen ikki skuldi vinna seinna valumfar. Bæði Lionel Jospin og Jacques Chirac heittu á franska fólkið um at standa saman móti høgravíðgongda rákinum og at velja Jacques Chirac í seinna valumfari. Tað eydnaðist. Meðan val­ lutan í fyrra umfari var 72 prosent, reyk hon upp á 80 prosent í seinna valumfari. Jacques Chirac varð at enda afturvaldur við stórum meiriluta. Heili 82 prosent at­kvøddu fyri sitandi forsetanum. Jean-Marie Le Pen fekk 18 prosent. Tá Le Pen skakaði Evropa Valevnini Jean-Luc Mélenchon 65 ára gamli Mélenchon limaði seg úr franska javnaðarflokkinum í 2008 og stovnaði sín egna flokk, longur úti á vinstra veingi. Hann er sera væl umtóktur, men møguleikarnir at koma víðari til annað valumfar eru sera smáir. Væntandi verður hansara leiklutur heldur at oyðileggja fyri Benoît Hamon og er hann eisini ein stór hóttan móti møguleikunum hjá Emmanuel Macron. Benoît Hamon Heldur óvæntað vrakaðu fronsku javnaðarmenninir fyrrverandi forsætisráðharran Manuel Valls til frama fyri Benoît Hamon. Hamon verður nevndur tann franski Bernie Sanders, men er væl av sonnum nógv longur til vinstru enn amerikanski demokraturin. Eftir at flokkurin undir leiðslu av Francois Hollande hevur lagt seg inn móti miðjuni av fronskum politikki og er vorðin sera illa lýddur, hevur Benoît Hamon vunnið undirtøku við at vera sera atfinningarsamur móti politikkinum hjá Francois Hollande og Manuel Valls. Millum vallyftini hjá Hamon eru at innføra borgaraløn og at gera hassj lógligt. Emmanuel Macron Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hevur stovnað sín egna miðflokk, og stillar sum valevni til forsetavalið umboðandi hann. Væntandi fer hann fyrst og fremst at taka atkvøður frá teimum vinstrahallu valevnunum. 38 ára gamli Emmanuel Macron er best umtókti politikkarin á mið-vinstru síðuni av fronskum politkki, og liggur í løtuni á øðrum plássi í veljarakanningunum, aftan fyri Marie Le Pen, men framman fyri Francois Fillon. Francois Fillon Francois Fillon vann stríðið móti fyrrverandi forsetanum Nicolas Sarkozy og fyrrverandi forsætismálaráðharranum Alain Juppé um at gerast forsetavalevni hjá konservativa flokkinum. Bæði Alain Juppé og Nicolas Sarkozy vóru mettir at hava betri møguleikar at gerast forsetavalevni, men fyrrverandi forsætismálaráðharrin hevur vunnið stóra undirtøku millum tey katólsku, serliga orsaka av síni mótstøðu móti samkynda hjúnabandinum. Uttanríkispolitisk verður hann mettur at standa nær Russlandi og er persónliga vinur við Vladimir Putin. Marine le Pen Høgraradikala Marine le Pen og flokkur hennara Front National hava vunnið alsamt størri undirtøku seinnu árini. Hon fremur seg sjálva sum eina tjóðskaparhetju, sum roynir at verja franska fólkið og tess rødd. Boðskapur hennara móti politisku elituni hevur verið, at politikkararnir ikki longur skilja fólkið. Hóast hon allarhelst kemur víðari til annað valumfar, er møguleikarnir hjá henni at vinna tá sera lítlir. Tað endar alllarhelst sum hjá pápa hennara í 2002.