Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 24 ÁRNI GREGERSEN O fta verður knarrað um Kring­varpið og tað, sum verður varpað út gjøgn­ um útvarp og sjónvarp. Men tað kann staðfestast, at ong­in stovnur hevur havt so stóra ávirk­an á føroyska samleikan og á føroyskt mál og mentan, sum miðla­stovnurin, sum nú hevur mið­støð í Sortudíki í Havn. Síðani fyrstu røddirnar rungaðu úr gomlu radiolurtunum í fimti-ár­ un­um fyri fyrstu ferð, hevur fyrst og fremst útvarpið verið ein fastur tátt­ur í gerandislívi okkara. Tann sum ikki hoyrdi tíðindini á døgverða og á náttverða var tey fyrstu mongu árini ikki mett­ur at vera partur av livandi sam­fe­lag­ num og var, í aktuellari vitan um hvat fór fram, krøktur av. Sjónvarpið kom afturat við tíð­ inda­sendingum í 1984. Hetta var ein nýggjur miðil, sum við livandi mynd­um eisini lýsti føroyska sam­ fe­lag­ið og samansjóaði partar av land­in­um uppaftur meira. Strævin byrjan Áðrenn Útvarp Føroya var sett á stovn høvdu fólk gjørt roynd­ ar­útvarp eina tíð og føroyskar send­ingar vóru eisini at hoyra á Kal­undborg-langbylgjuni hjá Dan­ marks Radio. Hetta var í stóran mun sendingar, sum føroyingar, sum lósu í Keypmannahavn, gjørdu. 12 ár vóru farin síðani seinni heims­bardagi endaði, tá ið Út­ varpið fór at senda regluliga. Onki er at ivast í, at tey fimm krígs­árini umframt mangt annað, mentu før­oyska málið og føroyska sam­ leik­an. Vit fluttu okkum nakað frá dansk­ari ávirkan til ávirkan úr Bret­landi. Ísland hevur sjálvandi eisini ver­ið eitt slag av fyrimynd fyri tey, sum gingu á odda. Aksel Tórgarð, prestur, var sett­ur sum fyrsti stjóri á almenna pub­lic service stovninum. Ikki tí hetta heitið var til tá, men fyrstu út­varps­árini vóru í stóran mun at veita hesa tænastu, umframt í stór­ an mun at bera almenn tíðindi út til borgaran í Føroyum. Niels Juel Arge arbeiddi í Út­ varp­inum og hann tók rættuliga skjótt við sum stjóri. Hann royndi alla tíðina at menna stovnin og gera hann til eitt veruligt journalistiskt arb­ eiðs­pláss. Men hetta var ikki lætt. Politiska skip­anin kendi bert til politisk bløð, sum hvør sær skrivaðu tað, sum egnir politikarar søgdu – ella skriv­aðu tey tað sjálvi. Útvarpið royndi seg rættuliga tíð­liga við at fortelja hvat hendi í Løg­tinginum, men tað var ikki stutt­ligt at vera útvarpsstjóri, fekk ein tingmaður meira umrøðu enn ein annar. Tí var tað veruliga at bróta upp úr nýggjum at royna at arbeiða óheft av politisku skipanini og fáa lurtarar og keldurnar at skilja, at hetta var rætti vegurin at ganga. Føroyatíðindi skrivaði 29.juni 1957, at Útvarpið er eitt stórt vón­ brot – Tí tað er onki yvir at dylja, at vit hava fingið eitt politiskt útvarp. Tann málnýtsla, ið hoyrist í hesum lands­útvarpi er so høpisleys, sum hugsast kann. Tað er ikki havn­ ar­mál, hálvbrotið íslendskt ella ann­að krákumál, ið fólk ynskir at hoyra, men slætt og rætt føroyskt. Gamla manningin Í mong ár vóru tað røddirnar hjá stjóranum Niels Juel Arge, Elias í Rættará og Ívar Iversen, sum mynd­aðu Útvarpið. Fyrstu tíðina vóru tað tó Axel Tórgarð og Hjørdis Thom­sen, men so yvirtóku teir fyrr nevndu. Fyrsta gjaldið fyri føroyskt út­ varp var sett til 20 krónur um árið fyri hvønn móttakaara og hevði eitt húski meira enn ein, so var gjald­ið 30 krónur um árið. Seinni komu eisini yngri fólk framat: Hans Jacob Debes, Finn­ bogi Ísakson, Jógvan Arge, og Árni Absalonsen. Fleiri onnur vóru eis­ ini styttri tíðarskifti, men hesi vóru har í mong ár. Seinnu helvt í sjeyti-árunum gjørd­ist rættuliga trongligt í hús­ un­um á Bryggjubakka. Niels Juel Arge hevði ætlanir um at byggja nýggj útvarpshús og var gjøgnum V4 farin at savna pening saman. Men fyri at fáa pláss fyri øll­um leigaði Útvarpið part av bygn­ing­ un­um, sum Poul Hansen átti á Bryggju­bakka. Har helt stovnurin so til, til farið var í húsini í Sortudíki fyrst í áttati-árunum. Sjónvarpið Sjónvarpið kom til við tíðindum í 1984. Eisini vóru royndir gjørdar við sjón­varpi áðrenn, men stovnurin var gjørdur við lóg í 1983. Jógvan Asbjørn Skaale var sett­ ur stjóri. Men eins og útvarp, so var sjón­ varp eisini ein almennur stovnur, sum tað er álagt fólki við lóg at gjalda fyri. Meðan útvarpið fyrst og fremst skapti ein málsligan, føroyskan Mánadagurin er ein stórur dagur í føroyska miðlaheiminum, tí tá eru 60 ár liðin síðani Útvarp Føroya fór undir regluligar sendingar STÓRUR DAG Í FØROYSKA MIÐLAHEIMIN FØÐINGARDAGUR Kringvarpsstjórin, Dia Midjord