hósdagur 2. februar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
25
UR
UM
samleika, so kom sjónvarp við
myndum úr hvørjum herðashorni
í Føroyum.
Tí samstundis sum SvF var sett
á stovn fingu vit eisini fyrstu tyrl
una. Tað gav sjónvarpinum møgu
leikar fyri fyrstu ferð av álvara at
vísa føroyingum, hvussu Føroyar
síggja út úr erva.
Eitt annað, sum sjónvarpið
tilførdi vóru myndir úr alheims
brennideplum. Tað gjørdi at før
oyingar í stóran mun kundu sita
heima og fylgja við í, hvat til dømis
gekk fyri seg í Miðeystri og aðra
staðni.
Stovnarnir báðir eru seinni lagd
ir saman í ein stovn. Samstundis
hevur menningin á tøkniska økin
um bæði innan sjónvarp og útvarp
verið so ógvuslig, at tað í dag er
munandi bíligari at fáa tekniska
útgerð til vega, samanborið við tá
ið stovnarnir hvør sær byrjaðu sítt
virksemi.
Sendingarnar
Eitt er sjálvandi at seta stovnar
upp og fáa teir tekniskt at virka,
men ein annar partur er at skipa
eitt innihald, sum er mennandi fyri
eina tjóð.
Bæði útvarp og sjónvarp hava
lagt seg eftir at gera tíðinda- og
aktualitetssendingar gjøgnum
árini. Útvarpið á sín hátt tey fyrstu
árini, men so við og við mentist
tann parturin eisini.
Sjónvarpið legði harðliga út við
tíðindasendingum, bygdar upp
eftir journalistiskum leisti, men
ein uppaftur størri partur av tí,
sum stovnarnir mentu seg við,
vóru føroyskar sendingar.
Útvarpið var tíðliga úti við við
komandi samrøðum og tónleiki.
Eisini átók stovnurin sær í stóran
mun at miðla føroyskan skaldskap,
bæði í bundnum og óbundnum
máli.
Hvør minnist ikki teir óteljandi
dugnaligu frásøgumenn og kvinn
ur kring landið, sum Niels Juel
Arge hitti gjøgnum árini.
Útvarpið hevði eisini undirvís
ing í bæði enskum og føroyskum
og harumframt eigur ongantíð at
verða gloymt kvæðaarvin, sum
útvarpið hevur tikið upp og varð
veitt.
V4 sendingarnar mugu heldur
ikki gloymast. Tað er ein serligur
partur av útvarpssøguni um und
irhald, sum ongantíð heldur má
gloymast.
Sjónvarpið hevur síðani 1984
ferðast kring landið og tikið myndir
upp, sum í dag eru vælegnaðar til
at lýsa tíðina síðani 1983. Eisini
sjónvarpið hevur fest føroyskan
dans á band so vit í dag kunnu
síggja, hvussu dansurin gekk fyrr.
Bæði útvarp og sjónvarp hava
tikið ítróttin til sín. Útvarpið legði
seg fyrst og fremst eftir kappróðr
inum. Fyrstu árini var tað minst
líka avgerandi, hvat útvarpsmað
urin segði um róðurin, sum hvat
nummar bátarnir blivu.
Ta einu ferðina segði Elias í
Rættará frá einum 10-mannafars
róðri.
Hann nevndi teir fremstu bátar
nar Suðring, Klaksvíking, Sumbing
og Vestmenning.
Hendan dagin gekk onki hjá
Havnarbátinum, so hann legði
afturat:
– Jú, og Havnarbáturin rør eis
ini.
Elias í Rættará hevur seinni
greitt frá, at hann ongantíð hvørki
fyrr ella seinni hevur verið so út
skeldaður.
Útvarp og sjónvarp hava eisini
sent frá stórum altjóða kappingum:
C HM í hondbólti í Portugal og í Før
oyum í 1980. Oyggjaleikirnir hava
altíð staðið ovalaga og ikki minst,
tá ið teir vóru hildnir í Føroyum í
1989, tá ið kappast var um at senda
frá leikunum her á landi.
Fótbólturin er væl dekkaður.
Hvør minnist ikki sigurin í Lands
krona, tá ið føroyar vunnu á Eyst
urríki og mongu ítróttaravrikini
annars, sum hava vakt tjóðskap
arkenslu føroyinga.
Barnið fyllir 60 mánadagin, men
framvegis kann alt blíva uppaftur
betri.
Fyrsti útvarpsstjórin, Aksel Tórgarð.
Jógvan Asbjørn Skaale, fyrsti sjónvarpsstjórin
Ívar Iversen, kendur útvarpsmaður
Gamlir útvarpsmenn: Niels Juel Arge,
Lias í Rættará og Axel Tórgarð