Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 32 MYND: HEINESEN MYNDIR Sea Shepherd hevur nú fingið skjóttgangandi bátin aftur, sum løgreglan í Føroyum legði hald á í 2014. Tað var í september í 2014, at fólka frá Sea Shepherd brúkti ein skjóttgangandi bát í eini roynd at reka springarar, sum vóru komnir í Nólsoyarfjørð, til havs aftur. Sea Shepherd fólkini vórðu handtikin og vórðu dømd fyri at bróta grindalógina. Samstundis varð hald lagt á bátin, men í november kom dómsvaldið til tað niðurstøðu, at tað var ikki grundarlag fyri at leggja hald á bátin og nú hevur Sea Shepherd í Onglandi sostatt fingið bátin aftur og hann kom til Onglads fyrr í vikuni. Tey í Sea Shepherd siga, at tað út til, at báturin er í góðum standi, men at hann nú skal kannast 32 BAKSÍÐAN N ú eru meira enn nøkur ár síðani, tey klóku fóru at skriva nógv og tosa enn meira um veður­lagsbroytingar. Broytingar, sum gera størri skaða enn gagn. Tað gera allar broytingar, størri skaða enn gagn. At broyta er at oyðileggja. Ávaringar vóru og eru um øgiligar avleiðingar. Váðin sigst vera farin upp í reyðu sonuna nú, upp í hitabeltið. Satt at siga, so havi eg ongantíð givið mær serligt far um hesar veðurlagsbroytingar ella um upphitingina, um tann globala fløvan. Eitt rópa tey vár við lýggjum vindi, ikki loti, vindi. Vár við lýggjum stormi. Her hjá okkum er ringt veður, eingin broyting er í eygsjón, ella so langt veðurfrøðingar síggja. Eingin veðurlags­broyt­ ing. So hvat tosa fólk um? Lortaveður hvønn dag. Er nøkur broyting? Veðrið má sær ráða. Men, meðan eg minnist tað, nú ein morgunin herfyri, eg gekk til arbeiðis, bleiv eg ikki sørt skakkur og skakkari og skakkastur, longri eg gekk. Tí stilli var og turt og eisini toluliga lýtt. Hetta bar ikki til, helt eg við røttum. Svav eg enn og droymdi? Spurdi eg meg sjálvan, tí har var eingin onnur ella annar at spyrja. Og besta svarið fært tú altíð, tá tú spyrt teg sjálvan. Ella var eg kanska deyður og komin í annan heim? Nei, so við og við var eingin ivi um, at eg var vakin og gekk á Vill­ingar­ dalsvegnum, ella á gongubreytini har, tí heldur ikki var hált hendan morg­ unin. Er hetta hon, veðurlagsbroytingin? Spurdi eg ein stovufrens, sum kom sneytandi niðaneftir. Líka legði hann í veður og broyting. Hann svaraði ikki, skeitti bara mis(s)trúgvin at mær og skundaði sær so víðari, helst heim til hús. Tað rakar ongan, heldur ikki teg, hvar eg havi verið, gitti eg, at hann murraði. Hann hvarv í myrkrinum millum lyktarpelarnar, teirra, sum lýsa. Hevði heldur viljað hitt ein hund. Men teir ganga ikki úti um náttina og njósna. Teir sova og droyma um náttina. Hetta var so veðurlagsbroytingin, øll tosa um. Men hon vardi stutt. Ein morgun. Nú er veðrið aftur broytt. Tað er sjálvandi versnað. Hetta var av sonnum ein løgin morg­un. Krossur er settur í álma­ nakkan. Smileys brúki eg ikki. Okkara 60 ára gamla sjónvarp hevur ikki veðurtíðindi longur. Tað hevur bara álítandi tíðindi. So veðrið er grivið niður. Enn er tó eingin sending gjørd um veðursjúka. Hon kemur ivaleyst. Nógvar sjúkur eru í røðini. Í øðrum londum, sum vit bráðræsin og býttisliga djørv samanbera okkum við, halda tey enn, at hyggjarin vil vita, hvussu veðrið er og verður. Eiggiligar kvinnur í snøggum kjólum, sum kína vakstrarlagnum, siga frá veðrinum sum er veðrið ein sera spennandi framhaldssøga, sum ongantíð endar. Tí hyggja menn, ið hvussu so er, eftir veðurtíðindum, ella eftir veðurkvinnuni, fyri at vita, um viðrar bara til okkurt. Tað ger tað altíð, tá tær siga frá veðrinum, veðurdísirnar. Veðurtíðindini eru vorðin sexy. Tað ber til at selja tey. Hon dregur á luftina. Øll tosa um veðrið. Men eingin ger nakað við tað er ein av hasum pseudosannleikunum. Jú, veðrið broytist av okkara ávum. Vit og neytini, sum frata so illa, eru orsøkin til hasa veðurlagsbroytingina. Øll eru vit við. Øll gera vit nakað við veðrið. Og handan vetrarmorgunin her­ fyri var so ein veðurlagsbroyting í myrkrinum. Ella kanska sjálv tann einasta eina veðurlagsbroytingin, øll bíðaðu eftir. Hvør veit? Kanska arroganti frensurin veit. Men hann sigur ikki tað, hann veit. Tað rakar ongan. Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Sexut lágtrýst í kjóla Sea Shepherd hevur nú fingið bátin aftur